Yvirlýsing um fría abort í Føroyum

Samtykt á aðalfundi tann 20. juli 2022

Í stevnumiðunum hjá MFS verður virðisgrundarlagi hjá felagnum lýst. Har verður staðfest, at lesandi hvørki skulu vera fyri beinleiðis ella óbeinleiðis mismuni vegna kyn ella kynsligan samleika. Við yvirlýsingini “Allur mismunur skal beinast burtur” samtykti aðalfundurin í 2021 enn eina ferð, at MFS skal virka fyri javnstøðu og javnrættindum. Galdandi abortlóg er við til at fremja mismun vegna kyn, og eigur at verða dagførd soleiðis, at abort er frí ­– tað vil siga, at tað er tann, ið er upp á vegin, ið eigur síðsta orðið.

Atgongd til trygga abort er ein mannarættur. MFS góðtekur ikki, at allar kvinnur í Føroyum ikki hava lógartryggjaðan rætt til trygga abort. Hetta er brot á mannarættindi. MFS arbeiðir fyri, at øll lesandi eru fevnd av mannarættindum, og vit vilja tí virka fyri fríari abort. At velja Føroyar sum lestrarland skal ikki at føra við sær avmarkað rættindi til egnan kropp. 

At gerast upp á vegin skal ikki vera ein forðing fyri at nema sær útbúgving. Hvørki um ein ynskir at fullføra viðgongutíðina, ella um ein ynskir at fáa abort framda. Vit eiga at hava góðar sosialar skipanir, soleiðis at tað ber til at fáa børn meðan man er lesandi. Ynskir tann lesandi at fáa abort framda, skal hetta eisini bera til. Sum nú er, ber til at fáa abort á privatum sjúkrahúsi í Danmark, um ein ikki lýkur treytirnar í føroysku lógini. Hetta verður mett at kosta millum 6.000 og 11.000 kr umframt ferðaútreiðslur, uppihald og møguligar mistar inntøkur frá lestrarstarvi. Í seinastu trivnaðarkanningini hjá Fróðskaparsetrinum svaraðu 23%, at tey høvdu umhugsað at gevast við lesnaðinum vegna vánaliga fíggjarstøðu. At brádliga skula av við eina stóra upphædd, kann tí hugsast at vera ógjørligt hjá summum, og hjá øðrum føra til, at tey eru noydd at gevast við lesnaðinum. 

Frí abort er eitt stig á rættari leið til eitt samfelag, ið virðir menn og kvinnur eins. Í Føroyum hava vit eitt undirskot av kvinnum. Ein av orsøkunum til hetta er, at føroyskar kvinnur ikki í nóg stóran mun flyta heim eftir loknan lesnað uttanlands. Við fríari abort fáa kvinnur rætt til at avgera yvir egnum kroppi. Hetta er týdningarmikið fyri tær kvinnnur, ið ynskja abort, men hetta sendir eisini eitt signal til allar kvinnur um, at vit sum samfelag hava álit á kvinnum. Harvið gerst tað føroyska samfelagið meira innbjóðandi fyri kvinnur.

Kjakið um fría abort eigur at vera siðiligt. Tað eru nógv, sum hava sterkar meiningar um abort. Vit heita á øll um at halda ein siðiligan og virðiligan tóna og minnast til, at ikki skamma tær kvinnur, ið hava fingið abort. 

Markið fyri nær í viðgongutíðini abort skal vera loyvd, eigur at byggja á fakliga vitan. Spurningurin um, nær í viðgongutíðini abort kann fremjast er ikki einfaldur. Vit eiga at lata fakfólk koma til orðanna í hesum málinum, soleiðis at markið verður sett út frá einum upplýstum grundarlagi.