arbeiðsætlan
Samtykt tann 9. september 2026
Trivnaðar- og útbúgvingarpolitikkur
Útbúgving fyri øll
MFS skal virka fyri at økja um atgongdina til hægri útbúgving, uttan mun til um ein hevur skerdan førleika. Eisini vilja vit arbeiða móti øllum mismuni mótvegis lesandi við skerdum førleikum og tryggja at núverandi kæruskipan er nøktandi.
Altjóða útbúgvingarskipan
MFS skal arbeiða fyri, at útbúgvingarstovnar í Føroyum liva upp til altjóða krøv, soleiðis at lesandi í Føroyum kunnu fáa eina góða útbúgving, á støði við okkara grannalond. Ein partur av hesum er at skapa fleiri møguleikar fyri skiftislesnað. Hetta gevur lesandi í Føroyum møguleikan at fara út í heim at savna sær nýggjar førleikar og vitan, ið skapar fakliga menning og sum tey kunnu taka við sær á føroyska arbeiðsmarknaðin. Tískil skal vera lættari hjá lesandi í Føroyum at fara á skiftislesnað og hjá lesandi uttanlands at koma til Føroya á skiftislesnað. Eisini meina vit, at tað skal vera lættari hjá føroyingum, ið lesa uttanlands at gera skiftislesnað, verkætlanir, starvslæru og líknandi, heima í Føroyum. Hetta er við til at styrkja akademisku, yrkisligu og sosialu bondini heim til Føroya.
Erasmus+ skipanin er við til at betra um hesi viðurskifti. Tí gleðast vit í MFS um at landsstýrið hevur byrja mannagongdina at fáa Føroyar vid í skipanina. MFS stuðlar tilgongdini at gerast partur av Erasmus+ og ynskir at verða við í avgerandi politiskum stigum í hesi tilgongdini.
Lestrarstuðul
Livikostnaðurin er hægri í Føroyum enn í okkara grannalondum, bæði í leigu og matvørum. Tí vilja vit í MFS arbeiða fyri at studningurin verður hægri enn td. SU.
Vit meina eisini at lestrarstuðulin hjá lesandi foreldrum eigur at hækka, so eingin lesandi skal seta síni børn í fátækradømi og tad skal vera møguligt hjá einligum forsyrgarum at taka hægri útbúgving.
Hækkandi prísir á gerandisvørum og inflatión ger, at byrðan á lesandi veksur. Lestrarstuðulin eigur tískil at prístalsviðgerast, eins og staðfest er í lógini um lestrarstuðul.
Vit arbeiða fyri at man fær studning í skiftinum milllum bachelor og master. Tað gera vit tí at útreiðslurnar ikki steðga, hóast man bíðar eftir, at masterlesnaðurin byrjar.
Ferðastuðulin, sum áður varð lækkaður, eigur at verða endurskoðaður, vegna hækkandi prísir á flogferðaseðlum.
Bústaðarpolitikkur
Í MFS meta vit, at mangulin á lestrarbústøðum er ein av størstu forðingunum fyri at taka útbúgving í Føroyum. Tí halda vit, at 300 nýggir bústaðir eiga at verða bygdir í hesum valskeiðnum. Hetta er ein felags uppgáva hjá almenna, kommunala og privata geiranum.
Vit vilja, at tað almenna skal byggja nýggjar lestrarbústaðir, og umvæla gamlar bygningar til lestrarbústaðir. Eisini eiga skipanir at verða settar í verk, ið eggja privatum aktørum til at byggja ella broyta bústaðir til lestrarbústaðir. Hesar skipanir skulu tó bert fevna um langtíðar leigumál, og leigarar skulu hava somu rættindi sum í almennum lestrarbústøðum. Um byggistuðul verður veittur, skulu greið krøv setast um, at bústaðirnir ikki kunnu brúkast til annað enn lestrarbústaðir í eitt ávíst tíðarskeið.
Ein definitión fyri lestrarbústøðum eigur at vera sett, ið skal vera galdandi fyri almennar og privatar bústaðir. Vit halda at ein lestrarbústaður hægst skal kosta 50% av mánaðarliga lestrarstuðlinum.
Lestrarbústaðir í Føroyum skulu fevna um bústaðartørvir hjá øllum lesandi. Eisini skal nøktandi busssamband vera millum lesandi og útbúgvingarstovnar.
ÚSUN
Av tí at Føroyar eru ein smátjóð, so viðurkennir MFS, at tað ikki ber til at bjóða út eins fjølbroyttar útbúgvingar sum í útlondum. MFS viðurkennir eisini, at tað er jaligt fyri føroyska samfelagið, at føroyingar fara uttanlands at nema sær eina útbúgving. Tískil eigur landskassin at rinda skúlagjald fyri útbúgvingar í útlondum, fyri at eggja føroyingum til at taka útbúgvingar. ÚSUN er tó seinastu árini vorði ósamsvarandi í mun til inflatiónina, og lesandi fáa tískil ikki altíð nokk til at gjalda skúlagjaldið. Bert seinastu 10 árini er mongdin av fólki ið lesa uttanfyri kongaríkið lækkað við umleið 70%. Um tað enn skal vera praktiskt møguligt at lesa uttanfyri kongaríkið, eigur ÚSUN stuðulin tí at vera hækkaður.
Í MFS meina vit at stuðulin eigur undir ongum umstøðum at vera umlagdur til eitt lán.
Trivnaður
Í MFS meina vit at meira fígging skal gevast til sosialar felagsskapir millum lesandi á Setrinum og felagsskapir millum føroysk lesandi í útlandinum. Vit halda at hetta er alneyðugt fyri at styrkja um trivnaðin. Kanningar hava víst at lesandi sum gerast partur av felagsskapum í lestrarumhvørvinum, hava minni fráfall.
Lesandi kunnu fáa sálarligar trupulleikar, sum mugu viðgerast, og MFS metir tað vera av alstórum týdningi at raðfesta nøktandi stuðulsskipanir og hjálp til lesandi við sálarligum avbjóðingum. MFS fegnast um átakið, har fólk millum 15 og 25 ár hava møguleika at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Tó meta vit ikki at tað er nøktandi, at lesandi yvir 25 ár ikki fáa atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, Fatanin hjá MFS er, at fleiri lesandi uppliva stress, einsemi og tunglyndi. Hetta kann vera ein forðing í lestrartíðini hjá tí einstaka. MFS metir tískil, at atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð er neyðug til tess at tryggja betri kor fyri lesandi í Føroyum.
Vit vilja arbeiða fyri, at fleiri kvalitativar og kvantitativar kanningar verða gjørdar um føroysk lesandi og føroyska hægri útbúgving. Hetta fevnir m.a. um trivnað, fakliga støðu, útbúgvingargóðsku og onnur viðkomandi viðurskifti. Vit meta, at eitt betri vitanargrundarlag um støðuna hjá bæði lesandi og føroyskum útbúgvingarstovnum er ein fortreyt fyri at kunna menna og tryggja góðan framburð í føroyska hægri lesnaðinum.
Eyka tíð til lesandi við føroyskum sum móðurmál
Síðsta ráðsár tosaðu vit við føroysku fólkatingslimirnir um at geva føroyskum lesandi í Danmark eyka tíð til royndir. Núverandi lóggáva sigur at man hevur rætt til hetta, um man hevur annað móðurmál enn danskt. Tað hevur tó verið munur frá útbúgving til útbúgving, um man sum føroyingur hevur fingið eyka tíð. Í MFS meina vit at føroyingar hava rætt til eyka tíð. Vit ætla tí at halda fram við arbeiðinum næsta ráðsár.
Økt fígging
Økta virksemið hjá MFS krevur økta fígging. Millum annað tí at:
-
Fleiri føroysk lesandi velja at lesa í Føroyum, og MFS kann við røttu fígging vera við til at tryggja góðdsku og trivna fyri hesi lesandi.
-
Síðan MFS gjørdist partur av ESU, er altjóða virksemið økt nógv.
-
MFS arbeiðir saman við politisku skipanini fyri at styrkja um útbúgvingarskipanina, eitt nú sum týdningarmikil hoyringspartur í hesum málum.
-
Í løtuni er ein stórur partur av arbeiðinum hjá MFS sjálvboðið, og hetta avmarkar virksemi felagsins. Samsýning til ráðslimir hevði gjørt tað møguligt at tikið meira arbeiði á seg. Hetta er leisturin í øllum okkara grannalondum.
Tískil eigur MFS at fara í dialog við politiskar myndugleikar til tess at økja um okkara rakstrarjáttan, so at hon samsvarar við arbeiði okkara.
Samstarv
Vit eiga at hava betri samstarv við ymiskar aktørar í føroyska samfelagnum, so vit kunnu økja okkara politisku ávirkan. Vit vilja tí styrkja um okkara lobbyarbeiði, við at møtast regluliga við umboðum frá politisku flokkunum. Vit eiga eisini at styrkja samstarvið við aðrar áhugafelagsskapir, soleiðis, at vit standa sterkari, tá vit arbeiða við okkara politisku málum.
Sambært kunngerð um lestrarstuðul § 27 eigur Landsstýrismadurin at seta eina ráðgevandi nevnd vid 4 limum, MFS eigur at geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi.
Vinnan, lestrarstarv og starvslæra
Vit ynskja at samstarva við aktørar so sum Vinnuhúsið um at fáa fleiri lestrarstørv og starvslesandi pláss í Føroyum. Hetta ger tad meira aktraktivt at velja at lesa í Føroyum. Samstundis gevur tað eisini føroyingum, ið lesa uttanfyri Føroya betri møguleika at fáa ein fót inn á føroyska arbeiðsmarknaði. Í hesum sambandi kann MFS hjálpa vid kunning og vegleiðing um hvussu lestrarstørv og starvslæra best verður samskipað.
Fígging til Setrið
Í MFS finnast vit staðiliga at, at játtanin til Setrið er skerd seinastu árini. Vit síggja hetta sum mótstríðandi málinum um at fáa fleiri fólk at lesa í Føroyum. Avleiðingin hevur millum annað verið færri undirvísarar og harvið eisini verri fortreytir fyri at tryggja góðskuna í útbúgvingunum.
MFS fer tí at arbeiða fyri, at játtanin til Setrið verður hækkað komandi árini. Samstundis fer MFS at arbeiða fyri, at langtíðar fíggjarkarmar verða lagdir fyri Setrið. Núverandi skipan, har fíggjarligi stuðulin skal samráðast av nýggjum á hvørjum ári, er óheppin fyri ein stovn, sum krevur stabilitet og langtíðarútlit fyri at kunna virka væl.
Stutta fíggjarliga útsýnið ger tað truplari hjá Setrinum at tiltrekkja granskarar til Føroya, at leggja granskingarverkætlanir til rættis og at skipa undirvísingina á longri sikt. Vit meta tí, at tørvur er á einari nýggjari skipan fyri fíggingini av Setrinum.
Fyri okkum eru serliga tvær møguligar skipanir eyðsýndar: Antin verður ein ítøkilig fíggingarætlan løgd fyri eitt ávíst áramál, ella verður fíggingin samrádd fyri eitt ár í senn, men við fíggjarkørmum, sum eisini fevna um fleiri ár fram í tíðina. Hetta eru skipanir, sum eru vanligar í okkara grannalondum.
Altjóða samstarv
Endamál og politisk mál
Altjóða samstarvið hjá MFS skal styrkja røddina hjá føroyskum lesandi og geva MFS vitan, sambond og politisk amboð, sum kunnu brúkast í arbeiðinum fyri betri lestrarviðurskiftum. MFS skal nýta luttøkuna í NAIS, NOM og ESU til at varpa ljós á viðurskifti, sum hava serligan týdning fyri føroysk lesandi og arbeiða fyri føroyskum áhugamálum í altjóða høpi.
Umboðan og fjølbroytni
MFS er yvirskipað í trimum altjóða samstørvum. Hesi eru North-Atlantic Islands’ Students’ Cooperation (NAIS), Nordisk Ordförande Møte (NOM) og European Students’ Union (ESU). Miðað verður eftir at senda í minsta lagi tvey umboð til ráðstevnurnar hjá NAIS, NOM og ESU, og í minsta lagi trý umboð til nevndarfundirnar hjá ESU.
MFS skal eggja øllum við áhuga fyri altjóða arbeiðinum til at umboða felagið, óansæð kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, húðarlit, tjóðskap, átrúnað, brek ella aðrar persónligar fortreytir. Eitt gott ráð er at miðja eftir einum javnum kynsbýti og annars fjølbroyttari umboðan, tá umboð verða vald til ráðstevnur og nevndarfundir uttanlands.
Umboð fyri MFS skulu ikki bert luttaka á altjóða fundum og ráðstevnum, men eisini vera virkin í arbeiðinum. Umboðini skulu fyrireika seg frammanundan, luttaka í viðkomandi politiskum kjaki og samstarvi og bera viðkomandi vitan og úrslit aftur til MFS.
Evropeiskt samstarv
MFS skal á tvær ráðstevnur og tveir nevndarfundir hjá ESU komandi ráðsár. Umboðini, sum verða send til nevndarfundirnar, skulu hava fyrireikað seg frammanundan og vera virkin í teimum málum og kjaki, sum eru viðkomandi fyri MFS og føroysk lesandi. Harumframt skal altjóða nevndin saman við fyrrverandi altjóða skrivarum fáa mannagongdina til ESU klára og framhaldandi hava tætt samskifti við hesi.
Norðurlendskt samstarv
Komandi ráðsár fer MFS at luttaka á tveimum NOM-ráðsstevnum, fyri at dagføra vitanina um lestrarviðurskifti og fyrireika seg til nevndarfundirnar hjá ESU. MFS skal samskifta og samstarva við hesi norðurlendsk lestrarfeløg um mál, sum eru viðkomandi fyri lesandi í teimum londunum.
Samstarv í útnorðri
MFS fer áhaldandi at arbeiða við at styrkja um NAIS, sum er eitt samstarv millum tað íslendska lestrarfelagið LÍS og tað grønlendska lestrarfelagið Avalak.
Eftir at ætlaði NAIS-fundurin í Grønlandi ikki kundi haldast orsakað av altjóða politisku støðuni, skal MFS komandi ráðsár hava serligt fokus á at fáa samstarvið væl í gongd aftur. Arbeitt skal verða fyri at endurskapa regluligt samskifti millum feløgini og fáa greiðari karmar um framtíðar samstarvið.
Ambassadørskipanin
Nevndin fyri altjóða samstarv skal arbeiða fyri at gera ambassadørskipanina meira virkna. Greiðari samskifti skal vera við ambassadørarnar og skipanin skal í størri mun nýtast til at savna vitan um lestrarviðurskifti hjá føroyskum lesandi uttanlands og varðveita sambandið millum MFS og lesandi í ymiskum londum.
Samstarv við VSS-UNES-USU um ERASMUS+
Vit samstarva við sveisiska lestrarfelagið VSS-UNES-USU og aðrar viðkomandi áhugapartar um at fáa limaskap í Erasmus+. MFS er partnari í einari venjingarlegu í Sveis, har ein lærir at gera politisk átøk og ávirka ERASMUS+. MFS skal senda í minsta lagi eitt umboð til venjingarleguna. Vit skulu vera betri fyrireikaði til komandi venjingarlegur.
Innanhýsis viðurskifti (lógarbroytingarnevndin)
Bygnaður
Bygnaðurin í felagnum eigur at endurskoðast. Serliga, tá tað kemur til støðuna hjá lokalnevndum, ambassadørum, og hjánevndum. Vit vilja arbeiða fyri einum tættari samstarvi millum MFS, RTL, Keypmannahavnarnevndini og lokalu nevndunum.
Starvsfólkapolitikkur
MFS hevur ongan starvsfólkapolitikk enn, hóast vit hava eitt skrivstovufólk til arbeiðis. Hetta má dagførast, soleiðis at starvsfólkið kennir síni rættindi og skyldur.
Fíggjarstýring
Fíggjarstjórin skal í samstarvi við altjóða skrivaran gera eina mannagongd fyri, hvussu MFS í samband við limagjald váttar sína samlaðu tøku inntøku til ESU. MFS skal stovna eina skipan, har lesandi og lestrarfeløg kunnu søkja um fíggjarligan stuðul frá felagnum til tiltøk fyri lesandi. Reglugerð og mannagongd fyri hesa skipan má tryggja, at stuðulin verður brúktur skilagott og at so mong lesandi fáa gagn av tí sum gjørligt.
Samsýning til ráðslimir
Skipanin við samsýningum skal endurskoðast og hugt eigur at vera eftir, um vit kunnu geva fleiri ráðslimum samsýning.
Flyta freist fyri nær vit kunnu lata roknskapin inn
Møguleikin fyri at flyta freistina fyri at lata Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum roknskap okkara frá apríl til august skal kannast. Miðað verður eftir at flyta freistina soleiðis, at vit kunnu góðtaka roknskapin á aðalfundinum í juli, tá flest lesandi eru í Føroyum.
Aðalfundur
Vit ætla áðrenn næsta vanliga aðalfund, at koma við uppskotum til hvussu vit kunnu betra fundin. Serliga ætla vit at hyggja eftir, hvussu luttakarar kunnu fáa meira ávirkan á okkara politikk, og gera eina mannagongd har tað er møguligt at gera og stilla broytingaruppskot.
Starvsskipan og Viðtøkur
Vit ætla at starvskipanin skal útformast í ráðið í staðinfyri til aðalfundin. Vit fara tí at gera viðtøku broytingar, sum gera hetta møguligt. Vit fara at taka partur av núverandi starvskipan gera tað um til viðtøkur. Vit ætla eisini at gera ein fundarskipan sum á hvørjum aðalfundi verður viðtikin í byrjanin av fundin.
Samskifti og marknaðarføring
Marknaðarføring
MFS skal í framtíðini arbeiða enn meira miðvíst við at gerast sjónligari í almenna rúminum. Vit fara at leggja dent á at brúka allar hentleikar innan samskifti og marknaðarføring, bæði á netinum og í vanligum miðlum, so vit tryggja okkum, at vit náa út til so nógv sum gjørligt. Vit hava nógv týdningarmikið virksemi, sum vit vilja deila, bæði fyri at kunna um okkara átøk og tiltøk, men eisini fyri at fáa okkara vitan út til eina breiðari fjøld. Endamálið er ikki bert at deila vitan, men eisini at røkka nýggjum limum, sum hava áhuga fyri okkara arbeiði.
Marknaðarførslulutir
Marknaðarførslulutirnir skulu dagførast og kannað verður um tørvur verður á øðrum marknaðarførslulutum. Við økta altjóða virkseminum er tað týdningarmikið, at vit eisini stremba eftir at økja um marknaðarførslulutirnir, soleiðis at vit kunnu styrkja okkara felag á altjóða marknaðinum. Sum undanfarin ár skulu vit eisini nýta marknaðarførslulutir til tiltøk, eitt nú aðalfund og Pisudagar, har teir kunnu halda fram við at styrkja sjónligheitina millum føroysk lesandi og tryggja, at okkara tilvera er sjónling og viðkomandi í longri tíðarskeið.
Instagram og Facebook
MFS fer at halda fram við at røkka út til øll lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Hetta skal felagið gera við at skipa tilfar, ið bæði er viðkomandi fyri lesandi og lýsir virksemi felagsins. MFS hevur tveir Instagram vangar. @Mfstudenta er ætlaður til nevndarvirksemi og virksemi hjá ráðnum, har ið vit skulu halda áfram at verða sjónlig. Harafturat er vangin @mfslesandi, har ið føroysk lesandi í Føroyum og uttanlands greiða frá teirra lestrarlívi. Samskiftis- og Marknaðarførslunevndin skal fara undir arbeiðið at gera hendan vangan aktivan aftur. Facebook-vangin MFS verður framhaldandi ein týðandi samskiftispallur hjá felagnum. Vangin skal nýtast til at kunna limir og almenning um virksemi, tiltøk, viðkomandi kunning og arbeiðið hjá MFS. Facebook skal serliga virka sum ein pallur, har kunning frá MFS verður savnað og deild við teimum, sum fylgja arbeiðinum hjá felagnum.
Heimasíða
Nýggja heimasíðan hjá MFS skal verða ein sentralur kunningar- og samskiftispallur hjá felagnum. Dentur verður lagdur á regluliga at dagføra síðuna við tíðindum um virksemi, tiltøk og annað arbeiði hjá MFS, umframt viðkomandi kunning og lestrarstørv til føroyskar lesandi.
Fjølnir er nú ein partur av heimasíðuni og skal mennast sum ein talgildur miðlapallur, har føroyskir lesandi kunnu finna greinar, samrøður og annað viðkomandi innihald. Somuleiðis skal arbeiðast við at gera heimasíðuna atkomiliga fyri ein breiðari málbólk, millum annað við eini enskari útgávu. Dentur verður eisini lagdur á at tryggja, at heimasíðan lýkur galdandi krøv um dátuvernd og viðgerð av persónsupplýsingum.
Fjølnir
Fjølnir hevur verið ein partur av MFS í nógv ár og er nú fluttur í talgildan form á heimasíðuni hjá MFS. Í arbeiðsárinum verður dentur lagdur á at menna Fjølnir sum ein virknan miðlapall við greinum, samrøðum og øðrum viðkomandi innihaldi fyri føroyskar lesandi.
MFS skal somuleiðis arbeiða við at finna eina hóskandi skipan fyri dagliga arbeiðið og ábyrgdina av Fjølni, umframt hvussu innihaldið best verður skipað og miðlað. Eisini verður arbeitt við møguleikanum at digitalisera eldri útgávur av Fjølni og gera tær atkomiligar á heimasíðuni.
Tiltøk
Markleys Útbúgving
MFS hevur verið við á Markleysari Útbúgving í mong ár, og vit fara at halda fram við hesum. Vit mugu eisini stremba eftir at vera meira sjónlig, og hava marknaðarførslulutir hjá MFS við.
Pisudagar
MFS hevur verið við á Pisudøgum í mong ár, og vit fara at halda fram við hesum.
Innleiðsluvikan á Setrinum
MFS skal vera sjónligt, tá tey nýggju lesandi á Setrinum fara undir útbúgving. Her kunnu vit t.d. kunna tey um arbeiði okkara og hvussu tey kunnu søkja um pening frá MFS til at skipa fyri tiltøkum fyri føroyskum lesandi.
Lestrargongan og Setursgongan
Vit vilja kanna møguleikan fyri at fáa ein bás til tiltøkini.