
politikkur
Á hesi síðu finnur tú yvirlit yvir politisk átøk hjá MFS. Her kanst tú lesa okkara stevnumið, arbeiðsætlanir og yvirlýsingar
arbeiðsætlan
Arbeiðsætlanin hjá MFS setur kósina fyri arbeiðið komandi árið. Vit arbeiða fyri betri kor, javnbjóðis rættindi og fleiri møguleikar hjá føroyskum lesandi, bæði heima og uttanlands.
stevnumið
Stevnumiðið hjá MFS er at betra um korini hjá lesandi og arbeiða fyri, at øll hava javnbjóðis atgongd til útbúgving við góðsku, bæði í Føroyum og uttanlands.

yvirlýsingar
Samtykt á aðalfundi tann 24 juli 2024
Lesandi í Føroyum skulu hava atgongd til Erasmus+ sum skjótast!
Føroyar eru einasta Norðurlandið, ið ikki hevur atgongd til Erasmus+ skipanina, ið er ein stuðulsskipan fyri útbúgvingarsamstarv. Erasmus+ kann geva lesandi, granskarum og undirvísarum í Føroyum størri og lættari møguleika at fara uttanlanda at lesa, granska og undirvísa, og kann tískil eisini lokka fleiri lesandi at koma til Føroya at lesa. Tó mugu útbúgvingar fyrst blíva bjóðaðar á enskum, áðrenn hetta kann gerast. Erasmus+ kann eisini betra um góðskuna, trivnaðin og fakliga støði hjá teimum lesandi, ið ger, at tey lesandi í Føroyum hava tað betri.
Tó skulu fleiri stig takast, áðrenn Erasmus+ í Føroyum kann blíva til veruleika: Føroyar skulu uppí fleiri skipanir, ið kunnu gera hesa prosessia lættari, td. Bologna Follow Up Group (BFUG) og European Higher Education Area (EHEA). Føroyar mugu sjálvar skriva undir Lisbon Recognition Convention og European Cultural Convention, og av tí at Danmark skrivaði undir fyri Ríkisfelagsskapin, men ikki fevnir um sjálvstøðugan limaskap fyri Føroyar, mugu Føroyar samstarva við Danmark um at fáa undirskriftirnar uppá pláss. Lestrarperspektivið er eisini sera umráðandi at hava við, tá umsóknir skulu sendast og avgerðir skulu takast.
Tískil vil MFS:
-
At landsstýrið/BUMR raðfestir at fáa Føroyar uppí BFUG og EHEA
-
At landsstýrið skal skriva undir og staðfesta Lissabon sáttmálan og European Cultural Convention, og skal leggja trýst á donsku ríkisstjórnina um at fáa hetta uppá pláss
-
Samstarva við DSF um at leggja trýst á donsku ríkisstjórnina vv. Lissabon sáttmálanum og European Cultural Convention
-
At landsstýrið setur eina tjóðarskrivstovu, sum kann umsita limaskap o.a. vv. Erasmus+ Í Føroyum
-
At landsstýrið skal halda áfram at samstarva við MFS of Ráð Teirra Lesandi á Setrinum um at hava lestrarperspektivið við, tá umsóknirnar til Erasmus+ skulu gerast
-
At Setrið skal halda áfram við góðskuarbeiðinum og evt. raðfesta um at fáa útbúgvingar á enskum
-
Leggja fram eina tílíka yvirlýsing til komandi Nordisk Ordförande Möte fundin og Board Meeting hjá European Students’ Union
-
Samtykt á eykaaðalfundi tann 11. februar 2023
MFS og LÍS (Lestrarfelag Íslands) heita á Fróðskaparsetur Føroya og íslendsku universitetini at byggja eina felags digitala goymsluskipan fyri lesandi í Føroyum og Íslandi. Á goymsluskipanini kunna m.a. bachelor og master ritgerðir og granskingar frá akademiska starvshópinum verða savnaðar. www.skemman.is er ein heimasíða fyri íslendsk lesandi, sum bjóðar hesar tænastur, og nýggja heimasíðan www.ojs.setur.fo hevur savn av bókum og ritgerðum, sum Fróðskapur hevur útgivið, men hevur ikki bachelor ella master ritgerðir.
Vit heita á Føroysku og Íslendsku universitetini at bjóða lesandi, lærarum, granskarum og øðrum hesa deildu vitanina, sum kann eggja til samstarv millum universitetini og økja um vitanina millum Føroyar og Ísland.
Samtykt á aðalfundi tann 20. juli 2022
Í stevnumiðunum hjá MFS verður virðisgrundarlagi hjá felagnum lýst. Har verður staðfest, at lesandi hvørki skulu vera fyri beinleiðis ella óbeinleiðis mismuni vegna kyn ella kynsligan samleika. Við yvirlýsingini “Allur mismunur skal beinast burtur” samtykti aðalfundurin í 2021 enn eina ferð, at MFS skal virka fyri javnstøðu og javnrættindum. Galdandi abortlóg er við til at fremja mismun vegna kyn, og eigur at verða dagførd soleiðis, at abort er frí – tað vil siga, at tað er tann, ið er upp á vegin, ið eigur síðsta orðið.
Atgongd til trygga abort er ein mannarættur. MFS góðtekur ikki, at allar kvinnur í Føroyum ikki hava lógartryggjaðan rætt til trygga abort. Hetta er brot á mannarættindi. MFS arbeiðir fyri, at øll lesandi eru fevnd av mannarættindum, og vit vilja tí virka fyri fríari abort. At velja Føroyar sum lestrarland skal ikki at føra við sær avmarkað rættindi til egnan kropp.
At gerast upp á vegin skal ikki vera ein forðing fyri at nema sær útbúgving. Hvørki um ein ynskir at fullføra viðgongutíðina, ella um ein ynskir at fáa abort framda. Vit eiga at hava góðar sosialar skipanir, soleiðis at tað ber til at fáa børn meðan man er lesandi. Ynskir tann lesandi at fáa abort framda, skal hetta eisini bera til. Sum nú er, ber til at fáa abort á privatum sjúkrahúsi í Danmark, um ein ikki lýkur treytirnar í føroysku lógini. Hetta verður mett at kosta millum 6.000 og 11.000 kr umframt ferðaútreiðslur, uppihald og møguligar mistar inntøkur frá lestrarstarvi. Í seinastu trivnaðarkanningini hjá Fróðskaparsetrinum svaraðu 23%, at tey høvdu umhugsað at gevast við lesnaðinum vegna vánaliga fíggjarstøðu. At brádliga skula av við eina stóra upphædd, kann tí hugsast at vera ógjørligt hjá summum, og hjá øðrum føra til, at tey eru noydd at gevast við lesnaðinum.
Frí abort er eitt stig á rættari leið til eitt samfelag, ið virðir menn og kvinnur eins. Í Føroyum hava vit eitt undirskot av kvinnum. Ein av orsøkunum til hetta er, at føroyskar kvinnur ikki í nóg stóran mun flyta heim eftir loknan lesnað uttanlands. Við fríari abort fáa kvinnur rætt til at avgera yvir egnum kroppi. Hetta er týdningarmikið fyri tær kvinnnur, ið ynskja abort, men hetta sendir eisini eitt signal til allar kvinnur um, at vit sum samfelag hava álit á kvinnum. Harvið gerst tað føroyska samfelagið meira innbjóðandi fyri kvinnur.
Kjakið um fría abort eigur at vera siðiligt. Tað eru nógv, sum hava sterkar meiningar um abort. Vit heita á øll um at halda ein siðiligan og virðiligan tóna og minnast til, at ikki skamma tær kvinnur, ið hava fingið abort.
Markið fyri nær í viðgongutíðini abort skal vera loyvd, eigur at byggja á fakliga vitan. Spurningurin um, nær í viðgongutíðini abort kann fremjast er ikki einfaldur. Vit eiga at lata fakfólk koma til orðanna í hesum málinum, soleiðis at markið verður sett út frá einum upplýstum grundarlagi.
In English
Statement on abortion choice in the Faroe Islands
MFS’ platform outlines the fundamental values of the organisation. It states that students should never be discriminated against –directly or indirectly – because of their sex or gender identity. With the statement “All discrimination must be eradicated”, MFS’ 2021 General Assembly reaffirmed once again that MFS must work to promote equality and equity. The current ‘Law on provisions on the occasion of pregnancy etc.’ is discriminatory and must be updated to ensure that the pregnant person has the final say in the matter.
Access to safe abortion is a human right. MFS won’t accept that all Faroese women don’t have legally codified right to safe abortion. This is a violation of the human rights of women. MFS works to ensure that the human rights of all students are secured and therefore we are working to introduce abortion choice. Choosing to study in the Faroe Islands shouldn’t mean that your rights to bodily self-determination is restricted.
Getting pregnant should not be an obstacle for getting a higher education. Neither if you want to complete the pregnancy, or if you want an abortion. If a student wants an abortion, this should also be possible. We must have social systems that make it possible to have children while studying. If a student wants an abortion, this should also be possible. As things stand, women can get an abortion at a private hospital in Denmark. The costs are estimated to lie between 6.000 and 11.000 DKK, not including travel costs, accommodation, and possible lost income. In the latest Welfare Survey at the University of the Faroe Islands, 23% of respondents said they had considered stopping their studies because of financial struggles. Suddenly having to pay this amount could be impossible for some and could for others lead them to drop out of their studies.
Abortion choice is a step in the direction towards a society that respects women and men equally. There is a demographic deficit of women in the Faroe Islands. One of the reasons for this is that Faroese women don’t move back after completing their studies abroad. With abortion choice, women’s right to bodily autonomy is secured. This is vital for the women, who want an abortion, but this also sends a signal to all women that the Faroese society trusts women. This makes the Faroese society more inviting to women.
The debate on abortion must be civilized. Many people are heavily opinionated with regards to abortion. We call on everyone to maintain a civilized and respectful tone and remember to refrain from shaming the women who have had an abortion.
The limit on abortion choice relative to how far along you are in your pregnancy should be based on science. When in your pregnancy an abortion can be carried out is not simple. We should listen to the opinions of professionals in this question, so that the limit an informed decision on the limit can be made.
Samtykt á eykaaðalfundi tann 11. februar 2023
MFS og LÍS (Lestrarfelag Íslands) heita á Fróðskaparsetur Føroya og íslendsku universitetini at byggja eina felags digitala goymsluskipan fyri lesandi í Føroyum og Íslandi. Á goymsluskipanini kunna m.a. bachelor og master ritgerðir og granskingar frá akademiska starvshópinum verða savnaðar. www.skemman.is er ein heimasíða fyri íslendsk lesandi, sum bjóðar hesar tænastur, og nýggja heimasíðan www.ojs.setur.fo hevur savn av bókum og ritgerðum, sum Fróðskapur hevur útgivið, men hevur ikki bachelor ella master ritgerðir.
Vit heita á Føroysku og Íslendsku universitetini at bjóða lesandi, lærarum, granskarum og øðrum hesa deildu vitanina, sum kann eggja til samstarv millum universitetini og økja um vitanina millum Føroyar og Ísland.
Yvirlýsing um javnstøðu og javnrættindi í útbúgving
Samtykt á aðalfundi tann 22. juli 2021
Longu í fyrstu stevnumiðunum hjá MFS frá 1964 verður sligið fast, at arbeiðið at beina burtur allan mismun millum samfelagsbólkar í Føroyum er partur av hugsjónarliga grundarlagnum undir felagsskapinum. Tað er framvegis millum okkara fremstu uppgávur at virka fyri veruligum javnrættindum og veruligari javnstøðu tá umræður atgongd til útbúgving, lestrarlív – frá lestrarbyrjan til lestrarlok – og í yrkisleiðini eftir lokna útbúgving.
Hetta arbeiði vendir bæði inneftir og úteftir:
Inneftir virka vit í MFS fyri, at felagsskapurin altíð er opin og fevnandi; at vit endurspegla ta fjølbroytni, ið eyðkennir føroysk lesandi – sum vit dagliga arbeiða vegna – og at vit hava greiðar og úrslitagóðar skipanir, ið fyribyrgja mismuni og ágangi – og í teimum óhepnu støðum, har ágangur er framdur, skjótt, men reiðiliga handfara slík brot. Yvirhøvur skulu vit altíð tryggja, at øll, ið eru partur av felagsskapinum, ella taka lut í virksemi hjá felagsskapinum, trívast og kunnu kenna seg vird og vælkomin.
Úteftir virka vit á øllum stigum fyri at fremja tað góða lestrarumhvørvið. Góða lestrarumhvørvið er fjølbroytt, opið og fevnandi – heilt frá lestrarbyrjan til lestrarlok. Karmarnir um lestrarumhvørvið skulu rúma tí einstaka lesandi, virða hana, og øllum skal tryggjast atgongd til innihaldsríka luttøku í tí sosiala og fakliga lestraruhvørvinum.
Allir útbúgvingarstovnar skulu vera fevnandi, og verða soleiðis skipaðir, at øll – uttan mun til kyn, kynsligan samleika og persónliga lívsáskoðan og heimsfatan – kunnu trívast og mennast. Til tess at tryggja hetta, skal rúm vera fyri øllum lesandi uttan mun til persónligu umstøðurnar hjá tí einstaka. Vit vilja virka fyri, at talið av lesandi, sum í gerandisdegnum uppliva, at tey onkursvegna fella uttanfyri normin, støðugt minkar. Skulu vit náa hesum krevst, at vit áhaldandi arbeiða á øllum samfelagsstigum við at bróta niður mýtur og fordómar og tilvitað fremja ymiskleika og lata allar hugsandi lívshættir frælst koma til sjóndar og í MFS draga vit okkum ikki undan at ganga á odda í hesum arbeiðinum.
Javnstøða og javnrættindi
Javnstøða og -rættindi eru partur av hjartablóðinum í MFS, og vit fordøma øll sløg av mismuni. Javnstøða og javnrættindi merkja fyri okkum í MFS, at ein og hvør lesandi skal hava somu møguleikar og rættindi innan hægri útbúgving og somu atgongd til útbúgvingarskipanina. Hetta merkir somu møguleikar at fáa ávirkan, somu møguleikar til allar skipanir og faklig og sosial tiltøk undir útbúgving og somu møguleikar at gera yrkisleið eftir lokna útbúgving. Lesandi eru ymisk og lesa tískil undir ymiskum fortreytum. Javnstøða og javnrættindi merkja eisini, at vit ásanna hetta og at vit veita øllum lesandi tey amboð og tær umstøður, teimum tørvar til tess at klára seg væl, bæði undir útbúgving og í arbeiðslívinum eftir lokið prógv.Fyri lesandi undir hægri útbúgving eru javnstøða og -rættindini eisini týðandi grundarlag undir sosiala felagsskapinum millum tey lesandi. MFS virkar fyri, at javnstøða og -rættindi millum lesandi beinir burtur tær forðingar, ið kunnu hindra lesandi at savnast í felagsskapi – og fremur samahald og felagsskap tvørtur um samfelagsbólkar og lívsáskoðanir. At hendan javnstøða skapar felagsskap er avgerandi, skulu vit tryggja sínamillum sátt og semju og tryggja, at vit kunnu hava eitt kritiskt, men fordómsleyst og frælst orðaskifti um vísindi og list.
Uppgerð við ágang
Ein avgerandi fortreyt fyri einum fevnandi lestrarumhvørvið, er at ongin er fyri ágangi. Her kann vera talan um eitt nú kynsligan ágang, rasismu og homofobi. Tað krevst áhaldandi og miðvíst arbeiði at koma hesum til lívs. Tað skulu vera greiðar og forstáiligar skipanir fyri fráboðan av atburði, ið fer út um mark, og tey lesandi skulu hava kunnleika um og lætta atgongd til hesar skipanir. Málsgongdin, frá fráboðan til málið er endað, skal vera greið og tryggja væntanarsamsvar millum partarnar. Millum átøkini at basa ágangi eru: 1) kortlegging av dynamikkum og viðurskiftum millum starvsfólk, lesandi og undirvísarar, 2) greitt at skilmarka, hvørji viðurskifti kunnu góðtakast, hvørji mørk, fólk ongantíð skulu fara út um og hvussu brot verða handfarin og revsað. Harumframt er tað avgerandi at lesandi kunnu kenna seg trygg og vera tikin í álvara tá tey venda sær til sín útbúgvingarstovn, um tey hava verið fyri ágangi.Tað er umráðandi, at ein ætlan verður gjørd fyri hægri útbúgving sum liður í COVID-19 tilbúgvingini.
Nú Føroyar av álvara byrja at merkja avleiðingarnar av coronavirus smittuni, ásanna vit í MFS, at lesandi á hægri útbúgvingum eisini verða meint rakt av teimum átøkum, landsmyndugleikarnir hava sett í verk til tess at verja føroyingar og føroyska samfelagið.
Heilsumálaráðið hevur gjørt tilmæli um, hvussu fólk eiga at bera seg at, soleiðis at byrðan á sjúkrahúsverk okkara ikki gerst ov stór í einum. Millum annað verður mælt til, at fólk ikki óneyðuga savnast í størri hópum.
Ein avleiðing av hesum er, at øll undirvísing á Fróðskaparsetrinum er avlýst í tvær virkur frá 16. mars. Strembað verður eftir, at undirvísingin verður skipað sum fjarundirvísing í staðin, har møguleiki er til tess.
Í MFS minna vit á, hvussu umráðandi tað er, at lesandi, ið eru undir hægri útbúgving, ikki verða óneyðuga sperd av teimum átøkum, ið verða sett í verk. Lesandi hava frammanundan nógvar avbjóðingar at dragast við í gerandisdegnum, og tískil kann tað verða steinur oman á byrðu fyri fleiri, at útbúgvingarverkið nú at kalla verður stongt heilt.
Vit mæla til, at loysnir sum skjótast verða fyrireikaðar, um so er at verandi heilsukreppa heldur á í fleiri mánaðir. Tað er avgerandi, at útbúgvingarverkið verður búgvið til at greiða lestrargongdina hjá hvørjum einstøkum lesandi á ein ráðiligan hátt, og vit í MFS bjóða okkum eisini fegin fram at taka lut í einum arbeiði, til tess at tryggja, at soleiðis verður.
Vit heita eisini – saman við okkara heilsumyndugleikum – á allar lesandi útisetar, ið hava valt at ferðast heim, nú undirvísing í Danmark og fleiri øðrum londum er avloyst av fjarundirvísing, at halda seg til tilmælini um at fara í sjálvboðið sóttarhald. Vit vita, at at hóast ung og sunn fólk vanliga koma skjótt og væl fyri seg eftir at hava verið sjúk við COVID-19, so eru tað eisini millum tey ungu summi, ið eru í serligum vandabólki. Tað er tí umráðandi, at lesandi og okkara útbúgvingarstovnar vísa samfelagssinni og fyrilit fyri teimum serliga viðkomu í okkara samfelag, hvørs heilsustøða merkir, at fyri tey er COVID-19 beinleiðis lívshættislig.
Hetta er ein serliga avbjóðandi tíð. Tey gomlu plagdu at siga, at mangur kann bera á báðum akslum, og tað er tí okkara staðiliga áheitan, at vit øll gera okkara ítasta og veruliga hjálpast at. Tað er júst í slíkum krepputíðum – tá ið tað veruliga stendur á – at vit kunnu og mugu prógva, at í Føroyum lyfta vit øll í felag og standa saman í mótganginum.
MFS ráðið