top of page
IMG_4616 2(1).jpeg

Um okkum

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð til føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.

Ráðsnevndir

IMG_8475.JPG

Nevndin fyri
altjóða samstarv

Nevndin fyri altjóða samstarvi hevur til uppgávu at umsita alt samskifti felagsins við samstarvsfelagsskapir uttanfyri landoddarnar.

Lógarbroytingarnevndin
 

Lógarbroytingarnevndin hevur til uppgávu at leypandi eftirmeta viðtøkur og starvsskipan felagsins.

Samskiftis- & marknaðarførslunevndin

Samskiftis- og marknaðarførslunevndin hevur til uppgávu at samskipa alt kunningarvirksemið hjá felagnum.

Útbúgvingar- & trivnaðarpolitiska nevndin

Útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin hevur til uppgávu at viðgera og miðla politisku sjónarmiðini hjá ráðnum.

Ráðsnevndir

01

Nevndin fyri altjóða samstarvi hevur til uppgávu at umsita alt samskifti felagsins við samstarvsfelagsskapir uttanfyri landoddarnar.

02

Lógarbroytingarnevndin hevur til uppgávu at leypandi eftirmeta viðtøkur og starvsskipan felagsins.

03

Samskiftis- og marknaðarførslunevndin hevur til uppgávu at samskipa alt kunningarvirksemið hjá felagnum.

04

Útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin hevur til uppgávu at viðgera og miðla politisku sjónarmiðini hjá ráðnum.

STARVSSKIPAN

Starvsskipanin er eitt innanhýsis reglugerðargrundarlag hjá MFS, sum lýsir, hvussu felagsskapurin er skipaður og virkar. Hon ásetur m.a., hvørjar uppgávur eru hjá valdum og útnevndum ábyrgdarpersónum, hvørji skjøl skulu beinleiðis knýtast at fundum og nevndum, og hvussu felagið kann arbeiða effektivt og við skilagóðum úrslitum. Eisini greiðir hon frá, hvussu ósemjur skulu loysast, og hvussu meginreglur verða fylgdar í arbeiðinum hjá felagnum.

Starvsskipanin er ein livandi skipan, ið altíð er undir endurskoðan og dagføring í samsvari við veruleikan og viðtøkurnar hjá felagnum.

IMG_8453_edited.jpg

Ambassadørskipanin

Umframt at umboða øll lesandi í Føroyum, umboðar MFS øll føroysk lesandi uttanlands. Við ambassadørskipanini tryggja vit okkum, at hesin bólkurin av limum okkara eisini verður hoyrdur. Ambassadørarnir hava regluligt samskifti við MFS, og kunnu ráðgeva okkum, tá ið viðurskifti, sum hava týdning fyri føroysk lesandi uttanlands, verða viðgjørd. 

Í fleiri londum hava vit Facebookbólkar, har føroysk lesandi kunnu fáa hjálp og sparring frá øðrum í sama landi. Tú ert vælkomin at gerast limur í hesum bólkum, um tú ert lesandi í viðkomandi landi.

IMG_6319.JPEG

Viðtøkur

Viðtøkurnar eru grundarlagið undir arbeiðinum hjá MFS og lýsa, hvussu felagið er skipað og virkar. Tær áseta millum annað endamálið hjá MFS, hvussu nevndin verður vald, og hvussu avgerðir verða tiknar.
Trýst her fyri at lesa viðtøkurnar í síni heild.

bottom of page