top of page

Á reinsdjóraveiðu uttan fyri Sisimiut

Kristoffur Bjørgvin hevur verið við á reinsdjóraveiðu saman við Sivert og Nunngu Johansen

Á reinsdjóraveiðu uttan fyri Sisimiut

Kristoffur Bjørgvin hevur verið við á reinsdjóraveiðu saman við Sivert og Nunngu Johansen

Á reinsdjóraveiðu uttan fyri Sisimiut

Eg fari her greiða frá einari uppliving í farnu viku. Vónandi er frásøgnin bæði spennandi at lesa, og gevur eina mynd av Grønlandi og mínum uppihaldi her.

Uppihaldið í Grønlandi gevur mær ikki bara møguleika at læra í skúlanum, men eisini at uppliva grønlendska náttúru og mentan. Ein av teimum størstu upplivingunum higartil var, tá eg í farnu viku, varð boðin við á ein fýra daga reinsdjóraveiðitúr saman við Sivert Johansen og lítlabeiggja hansara, Nunngu Johansen.

Sivert er hálvur føroyingur og er uppvaksin í Grønlandi. Pápi hansara æt Harold Gray og var uppvaksin í Havn. Eg eri komin at kenna Sivert, tí hann er venjari hjá mær á hondbóltsliðnum her í Sisimiut. Hann hevur tikið sera væl ímóti mær, síðan eg kom higar at lesa. Tað hevur nógv at siga at møta fólki, sum fáa ein at kenna seg vælkomnan í einum nýggjum landi. Sivert er eisini ein royndur veiðimaður, bæði á landi og á sjógvi. Tá hann spurdi um eg vildi við á veiðu, segði eg sjálvandi ja.


Til Isortoq

Vit sigldu úr Sisimiut til Isortoq. Siglingarleiðin var umleið 120 kilometrar. Fyri Sivert og Nunngu er hetta ikki bara eitt ella annað stað at fara á veiðu. Teir hava veitt har, síðan teir vóru smádreingir, og familjan hevur eitt tilknýti til økið, sum røkkur fleiri ættarlið aftur.

Sivert er uppkallaður eftir abba sínum, sum varð føddur inni í Isortoq í 1926. Familjan búði í bygdini Sarfannguit. Tá var lívshátturin meira nomadiskur. Í summarhálvuni fluttu tey til øki, har betri møguleikar vóru fyri veiðu. Bústaðurin fylgdi sostatt árstíðunum og møguleikunum fyri at fáa mat til húsar. Tað er serligt at hugsa um, at langomma Sivert gekk ta longu leiðina, meðan hon var við at eiga. Tað má hava verið strævið hjá henni.

Langa siglingin til Isortoq var ein uppliving fyri seg. Í Føroyum eru vit von við náttúru, men grønlendska landslagið hevur eina heilt aðra stødd. Tað er torført at samanbera firðirnar, fjøllini og tær óbygdu víddirnar við nakað, eg kenni heimanifrá.

Tá vit komu inn í botnin á fjørðinum, løgdu vit stóra bátin fyri akker. Síðani fóru vit í ein minni, flatkjølaðan bát og sigldu niðan eftir ánni. Soleiðis komu vit longri inn í landið.

Vit settu tjaldið upp beint við ein ósa. Tað skal standa har alt summarið, og brúkast aftur á øðrum veiðitúrum. Tjaldið gjørdist okkara støð á økinum. Áin gongur allan vegin inn til innlandsísin


Staðkendir á økinum

Sivert og Nunngu nevndu ofta gubba sín á túrinum. Hann var ein dugnaligur veiðimaður, og hevði tikið teir við á veiðu síðan teir vóru smádreingir. Teir greiddu frá, hvussu hann lærdi frá sær, og hvussu nógv teir høvdu lært av honum. Gubbi teirra andaðist fyri tveimum árum síðani.

Tað var týðiligt, at vitanin frá honum framvegis fylgdi teimum. Teir kendu økið væl, teir høvdu nógv minnir, søgur og royndir knýttar at støðunum. Tað var áhugavert at hoyra teir tosa um gubban, meðan vit vóru í sama øki, har teir høvdu lært at veiða.


Veiðan og arbeiðið aftaná

Hvønn morgun fóru vit hvør sín veg, og komu so aftur til tjaldið um middagsleitið við hvør sínum reinsdjóri. So fingu vit okkum okkurt skjótt at eta, áðrenn vit fóru út aftur at leita eftir fleiri reinsdjórum. Sivert vildi bert hava reinsdjóratarvar, ið vóru hvítir um hálsin. Hann greiddi frá, at teir vóru feitir, meðan hini reinsdjórini vóru rak um hesa tíðina.

Vit skutu 12 reinsdjór á túrinum. Eitt var at skjóta tey, men nakað heilt annað var at bera tey aftur til tjaldið. Tað var sera strævið, og gjørdi tað tá greitt, at byrsuskotið bert er ein partur av veiðuni. Arbeiðið heldur fram eftir at djórið er fallið.

Vit sóu eisini fitt av moskusoksum, men teir vóru ov langt inni í landinum. Sivert metti tí, at tað ikki var ráðiligt at skjóta. Leiðin aftur til bátin hevði verið ov long við tí tunga kjøtinum.

Eftir at vit høvdu skotið eitt reinsdjór, segði Sivert, at siðvenjan var at eta ráan livur, og tað skuldi eg eisini royna. Livurin varð skorin í bitar og løgd inn í vombina, har hon lá í eitt korter. Síðani ótu vit hana ráa. Eg haldi at hetta var bæði fyrstu og síðstu ferð, eg eti livur á hendan hátt.

At sleppa við Sivert og Nunngu, er ikki nakað eg fara at gloyma. Tað eru fá ið hava verið í Isortoq, tí har er so ringt at sleppa til. Og júst tí er tað eisini eitt av teimum bestu veiðuøkinum í Grønlandi, um ikki í øllum heiminum. Vit skutu stórar reinsdjóratarvar, mest sum beint við tjaldið, allar fýra dagarnar.


Meira enn ein útbúgving

Eg haldi at fleiri føroyingar áttu at umhugsað, at lisið aðrastaðni enn bara í Føroyum ella Danmark. At fara til eitt annað land snýr seg ikki bert um útbúgvingina, men eisini um at møta nýggjum fólkum, uppliva ein annan livihátt og at víðka sín sjónarring.

Sjálvandi er lívið í Grønlandi ikki bara ein dansur á rósum. Her eru bæði sosialir og aðrir samfelags trupulleikar. Samstundis havi eg upplivað eina stórsligna náttúru, ein sterkan felagsskap og fólk, sum hava tikið sera væl ímóti mær. Uppihaldið hevur eisini fingið meg at seta størri prís á vælferðina og tryggleikan heima í Føroyum, sum ein annars lættliga kann taka fyri givið.
- Kristoffur Bjørgvin, Arktisk byggeri og infrastruktur lesandi á DTU í Sisimiut

bottom of page