Erasmus, ja Erasmus, hvat er tað fyri nakað?
Grein um hvat Erasmus+ er og snýr seg um

Erasmus, ja Erasmus, hvat er tað fyri nakað?
Grein um hvat Erasmus+ er og snýr seg um

Gjøgnum ár og dagar hevur Erasmus verið umrødd í almenna kjakinum, bæði av politikkarum og fakfólk innan útbúgvingarøkið, men hvat merkir tað? Tað er tað hendan greinin kemur at greiða frá. Samstundis eisini hvat Erasmus hevur at siga fyri Føroyar.
Erasmus ljóðar sum eitt norðurlendskt programm, sum roynir at ljóða modernað og smart, ala iPhone ella Email, men tað er tað ikki. Tað er ein stytting av; “European Region Action Scheme for the Mobility of University Students”. Sum navnið lýsir, so er Erasmus eitt evropiskt programm, umsitið av Evropakommissiónini og Útbúgvingarmálaráðnum hjá ES.
Fyrsta Erasmus programmi sá dagsins ljós í 1987, við bert 3000 luttakandi lesandi úr 11 londum. Til núverandi programmskeið, Erasmus+ 2021-2027, luttaka øll 27 ES limalond umframt Ísland, Liktinstein, Noreg, Norðurmakedónia, Serbia og Turkaland. Tilsamans 33 lond og 10 milliónir luttakandi fólk, bæði lesandi, yrkislærlingar, fakfólk og starvsfólk.
Erasmus var upprunaliga serliga ætlað lesandi, sum vildu uppliva umheimin uttan at seta útbúgvingina á steðg. Tað góða við Erasmus er júst, at lesnaðurin ikki steðgar, meðan tú ert burtur. Tvørturímóti verður uppihaldið uttanlands ein partur av útbúgvingini.
Áleið 6000 hægri útbúgvingarstovnar í Evropa eru knýttir at Erasmus-skipanini. Hvønn stovn tú hevur møguleika at vitja, veldst tó um tína útbúgving, hvørji fak tú tekur, og hvørjar samstarvsavtalur tín læristovnur hevur við aðrar stovnar.
Lesandi á hægri útbúgvingum kunnu vanliga hava Erasmus-mobilitet í upp til 12 mánaðir á hvørjum útbúgvingarstigi. Tað kann til dømis vera upp til 12 mánaðir á bachelorstigi og aftur upp til 12 mánaðir á masterstigi. Ferða- og uppihaldsútreiðslur verða í ávísan mun fíggjaðar gjøgnum Erasmus+.
Erasmus+ í dag fevnir tó um nógv meira enn hægri lestur. Lesandi kunnu eisini fara í starvsvenjing hjá fyritøkum og almennum stovnum uttanlands. Yrkislærlingar kunnu fara til onnur lond at læra og menna sítt yrki, og miðnáms- og fólkaskúlanæmingar kunnu fáa stuðul til námsferðir og onnur læriuppihald, bæði í bólkum og í ávísum førum eisini einsamøll.
Erasmus+ fevnir eisini um ung, sum ikki neyðturviliga eru undir útbúgving. Tey kunnu luttaka í altjóða ungdómsverkætlanum innan eitt nú politikk, samfelag, mentan, ítrótt og sjálvboðið arbeiði.
Erasmus+ skapar eisini karmar hjá granskarum, læristovnum, vitanarstovnum og felagsskapum at samstarva um altjóða verkætlanir, og hevur puljur sum tey kunnu søkja um fígging frá. Harumframt bjóða tey eisini undirvísarum at fara uttanlands at undirvísa og arbeiða í eitt ávist tíðarskeið.
Føroyar?
Alt hetta ljóðar sera gott, men hví er Føroyar ikki ein partur av hesum?
Ein av avbjóðingunum er, at full føroysk luttøka krevur bæði politiska raðfesting, fígging og at ymisk praktisk og fyrisitingarlig viðurskifti eru upp á pláss. Vónin er at Føroyar kunnu gerast partur av komandi programmskeiðinum eftir 2027, Erasmus+ 2028-2034.
Skulu Føroyar gerast fullur partur av Erasmus+, snýr tað seg heldur ikki bara um at senda føroysk ung út í heim. Føroyar mugu eisini kunna taka ímóti lesandi og øðrum luttakarum úr útlondum og geva teimum góðar karmar meðan tey eru her.
Her eru bústaðarviðurskiftini ein av stóru praktisku avbjóðingunum. Um útlendsk lesandi skulu koma her, krevst at hóskandi lestrarbústaðir eru tøkir.
Eftir mínum tykki er tað sera týdningarmikið, at Føroyar fær betri atgongd til Erasmus+. Føroysk ung hava ofta ein stóran tørv á at koma út í heim. Tað er lætt at skilja, tá ið ein er uppvaksin í einum so lítlum samfelagi.
Í dag er tann einasti mátin at nøkta tann tørvin, at vera burtur í fleiri ár, tí tað er tað sum krevst fyri at taka eina heila útbúgving. Við Erasmus+ hevði verið møguligt hjá fleiri at nøkta tørvin í einum styttri tíðarskeiði, uttan at tey noyðast at flyta av landinum í trý, fýra ella fleiri ár.
Tað hevði givið føroyskum ungum møguleikan at uppliva onnur lond, læra onnur mál, fáa nýggj sjónarmið og byggja altjóða netverk – samstundis sum tey framvegis vóru knýtt at einari føroyskari útbúgving.
Tað hevði tó ikki bara verið ein fyrimunur fyri tey, sum fóru avstað. Útlendsk lesandi, lærarar og fakfólk, sum komu til Føroya, høvdu eisini kunnað givið føroyskum útbúgvingarstovnum nýggja vitan, nýggj sambond og eitt meira altjóða umhvørvi.
Tí er spurningurin um Erasmus+ í veruleikanum størri enn bara spurningurin um lestrarferðir. Hann snýr seg um, um Føroyar vilja vera eitt modernað og spennandi lestrarland.
Petur Simonsen

