Nýggja talgilda Fjølnir
Fjølnir er aftur – nú sum talgildur miðil. Les um, hvat tú kanst vænta tær av nýggja Fjølnir, og hví vit halda, at tað er upp á tíðina at byrja av nýggjum.

Nýggja talgilda Fjølnir
Fjølnir er aftur – nú sum talgildur miðil. Les um, hvat tú kanst vænta tær av nýggja Fjølnir, og hví vit halda, at tað er upp á tíðina at byrja av nýggjum.

Tá vit á vári í 2025 valdu at steðga við at prenta Fjølnir sum blað, byrjaðu vit samstundis at hugleiða um, hvussu eitt nýtt Fjølnir skuldi síggja út. Tí hvat er eitt lestrarblað í 2026? Hvat hava fólk hug at lesa, og hvat er spennandi?
Vit komu fram til, at vit sjálvi, sum ung og lesandi, munnu duga at meta um, hvat er spennandi. Í Fjølnir kemur tú at kunna lesa um tað, sum vit halda er spennandi – og vit vóna, at tú fert at halda tað sama.
Í Fjølnir kemur tú at lesa um lestrarlívið, um ball, sum tú burdi havt verið við til, og ball, sum tú burdi farið til. Í Fjølnir kemur tú at lesa um mentan og mentanarlív. Tú kemur at lesa yrkingar og stuttsøgur fránýggjum spírandi føroysku listafólkunum. Og í Fjølnir kemur tú at lesa um lestrarpolitikk, um tað, sum rørir okkum, og samrøður um hvat vit vilja gera við tað.
Men týdningarmest av øllum er, at Fjølnir er títt.
Fjølnir fer ongantíð at verða rikið við tí endamáli at vinna pengar, og tað fer altíð at vera ókeypis at lesa. Vit vilja eisini fegin fortelja tína søgu. Hevur tú eitt prei um okkurt spennandi, ella hevur tú ein tekst, sum hevur ligið ov leingi í skuffuni, so skriva til okkum á midlar@mfs.fo.
Hetta er nýggja Fjølnir.
Vónandi fert tú at lesa við.
Andrias Nølsoe Jacobsen, næstforfólk fyri MFS