top of page

FRÓÐSKAPARSETRIÐ

Úr Fjølnir-savninum: Grein um Fróðskaparsetrið í 1965

FRÓÐSKAPARSETRIÐ

Úr Fjølnir-savninum: Grein um Fróðskaparsetrið í 1965

FRÓÐSKAPARSETRIÐ


Tá Fróðskaparsetur Føroya (Academia Faeroensis) varð sett á stovn við løgtingslóg av 20. mei 1965, ber kanska til at siga, at støðið tá varð lagt undir hægri undirvísing í Føroyum og føroyskum rannsóknararbeiði. Hvussu hetta tiltak fer at taka seg upp, og hvussu framtíðin fer at laga seg, veldst um teir, sum nú starvast við Setrið, teir sum í komandi tíð fara at starvast við Setrið, og hvønn áhuga almenningurin fer at sýna hesum tiltaki. Skulu vit døma eftir veittum stuðli og sýndari vælvild frá Landsstýri, peningastovnum og fólki úti um landið seinastu árini, skuldi ikki verið neyðugt at stúrt fyri framtíðini.


Tá Meginfelag Føroyskra Studenta hevur sett mær nakrar spurningar um Fróðskaparsetrið og biðið meg um at greiða frá virki Setursins, ger eg tað fegin.


1. Endamál Fróðskaparseturs Føroya er vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Tað sigur seg sjálvt, at Setrið í undirvísingar- og rannsóknararbeiði sínum noyðist at byggja á tey søvn og tað tilfar, sum frammanundan eru fingin til vega, og styðjar Setrið seg tí í rannsóknar- og undirvísingararbeiði til søvn og mentunarstovnar landsins. Tað stóra føroyska orðatilfar, sum Málstovnur Føroya Fróðskaparfelags hevur savnað hesi farnu árini, hevur felagið latið Setrinum til gávus.


2. Fróðskaparsetur Føroya er sjálveigandi stovnur við reglugerð góðkendari av Føroya Landsstýri. Rakstur Setursins verður borin av Landskassanum við játtan á fíggjarlóg Løgtingsins. Setrið verður stýrt av einum setursráði við fimm limum. Tríggir limir verða valdir av Føroya Fróðskaparfelag. Fastir limir í ráðnum eru rektarin við studentaskúlan og landsbókavørðurin. Í ráðnum eru nú: Jóannes Rasmussen (formaður), H. D. Joensen (næstformaður), Jákup Sverri Joensen, Arnbjørn Mortensen og Sverri Fon. Sitandi landsstýrismaður, ið hevur skúlaskapin undir hondum, eigur atgongurætt til fundir ráðsins, og hann kann eisini geva fundarboð. Aðalskrivari Setursins er Johan Djurhuus, skrivustovustjóri. Setursráðið hevur fyrisitingina av Setrinum undir hondum. Fast tilnevndu lærararnir gera tilsmans lærararáðSetursins, og saman við fyristøðumonnum fyri teimum stovnum, har undirvísing og rannsóknararbeiði fer fram, gera teir aftur rannsónarráð Setursins. Viðtøkur hjá Lærara- og Rannsóknarráðnum skulu eins og reglugerðin hjá Setursráðnum verða góðkendar av Landsstýrinum.


Tá spurt verður um, hvørja støðu Fróðskaparsetrið hevur sum hægri lærustovnur, so er at siga, at Fróðskaparsetrið ikki er tað, sum vit í nútíðarmerking plaga at nevna lærdan háskúla ella universitet, men heldur eitt akademi í klassiskum týdningi – ein miðstøð fyri føroyskt vísindaligt rannsóknararbeiði og undirvísing á hægri stigi enn við hægstu próvskúlar í landinum.


3. Hin 1. september 1965 fór Setrið at virka; tá varð Chr. Matras, professari við lærda Háskúlan í Keypmannahavn, settur sum professari við Fróðskaparsetur Føroya, og sama dag varð farið undir ársskeið í føroyskum máli og føroyskum bókmentum fyri lærarar og studentar. Næmingar á fyrsta skeiðinum eru 6 (1 dani, sum lesur norrøn mál við Århus Universitet, 3 føroyskir studentar og 2 føroyskir lærarar). Skeiðið endar ikki við próvtøku; men í næstu framtíð verður farið undir at fyrireika lógfest prógv í føroyskum máli, og fer tað tá at taka væl meira enn hetta eina árið at lúka prógv í føroyskum. Tað man tykjast sjálvsagt, at høvuðsdenturin í fyrstu syftu verður lagdur á at útbúgva umstøðurnar við lærustovnin í føroyskum so væl, at hann verður dyggasti stovnur, sum til er, tá talan er um undirvísing og rannsóknararbeiði á hesum øki. Eftir reglugerð Setursins er professor í føroyskum máli vísindaligur leigari av Málstovni Føroya Fróðskaparfelags, og sum frammanfyri nevnt eru ognir Málstovnins givnar Setrinum, meðan Fróðskaparfelagið enn ber raksturin. Arbeiðið á Málstovninum snýr seg í løtuni mest um útgávu av Donsk-Føroysku Orðabókini.


Seinastu árini hevur Føroya Nátturgripasavnið verið ársskeið fyri lærarar í náttursøgu Ætlandi verða hesi skeið nú eisini løgd undir Fróðskaparsetrið.


Fróðskaparsetirið arbeiðir í løtuni undir trongari húsrúmd. Bæði Setrið og Málstovnurin halda til uppi á loftinum á Bátahøllini. Tað hevur tí verið umráðandi hjá Setursráðnum sum eina av fyrstu uppgávum sínum at fyrireika bygging. Tað sær nú út, sum hesar byggiætlanir nú eru komnar undir land og at farast kann undir at byggja vestan fyri Bátahøllina. Sunnara lonin, sum bygd verður, skal hýsa skrivstovum, undirvísingar- og goymslurúmum hjá lærustólinum í føroyskum og málstovninum. Norðara lonin skal hýsa fiskiíðnarstovu í niðaru hædd og fiskirannsóknarstovu í ovaru hædd. Á ovaru hædd í sunnaru lonini er ætlanin at hava 4-5 búðrúm, bað og køk, ætlað fremmandum lesandi og setursgestum. Hesi búðrúm skuldu saman við tí lands-stýris-studningi, sum fingin var í lag eftir uppskoti Meginfelagsins, kunnað skapað góð líkindi fyri fremmandar studentar at dvøljast í Føroyum eina tíð.

Jóannes Rasmussen

bottom of page