Frá Føroyum til Kina – og víðari út í heim
Jógvan Fríði greiðir frá lesnaðinum í Kina, kinesiskari mentan og hvussu uppihaldið hevur ávirkað hansara sjón á heimin og framtíðina.

Frá Føroyum til Kina – og víðari út í heim
Jógvan Fríði greiðir frá lesnaðinum í Kina, kinesiskari mentan og hvussu uppihaldið hevur ávirkað hansara sjón á heimin og framtíðina.

Frá CBS til Kina – og víðari út í heim
Tá Jógvan Fríði las bachelor á Copenhagen Business School (CBS), hevði hann longu ein stóran áhuga fyri kinesiskari mentan og politikki. Hann hevði lært kinesiskt og hevði hug at brúka málið í veruliga lívinum. Eftir bachelorin fekk hann tí møguleikan at fara víðari til Kina, har hann las MSc Public Management and Social Development.
Í dag er tíðin í Kina fyribils liðug. Jógvan Fríði býr nú í Íslandi og er starvslesandi á føroysku sendistovuni, sum er partur av triðja lestrarhálvuni á útbúgvingini. Í januar fer hann aftur til Kina, har hann skal halda fram við lesnaðinum. Árini í Kina hava givið honum eitt annað innlit í bæði kinesiska samfelagið og heimlandið Føroyar – og hava samstundis víst honum, at framtíðarleiðin ikki nýtist at vera løgd frammanundan.
Ein útbúgving, sum førdi til Kina
Jógvan Fríði visti, at hann vildi lesa nakað, sum hevði við politikk at gera, og samstundis hevði hann áhuga fyri Kina. Tá hann fekk eyga á MSc Public Management and Social Development, sum er eitt samstarv millum CBS og University of Chinese Academy of Sciences, sá hann møguleikan at sameina bæði áhugamálini.
„Eg var so heldigur, at CBS er partur av universitetssamstarvinum millum Danmark og Kina, og tí kundi eg bæði fáa eina útbúgving frá CBS og sleppa at lesa í Kina samstundis. Tí var PMSD perfekt fyri meg.“
Útbúgvingin er rættiliga breið, og Jógvan Fríði lýsir hana sum eina generalistiska útbúgving, har ein lærir um ymiskar síður av politikki og seinni kann velja at specialisera seg.
„Vit læra um ymiskar teoriir um, hvussu politikkur verður til og hvussu hann yvirlivir. Vit læra eisini, hvussu vit kunnu nýta hesar teoriirnar til at greina og skilja heimin, vit liva í.“
At útbúgvingin var ókeypis at byrja á, um ein byrjaði beint eftir bachelorin, gjørdi heldur ikki avgerðina truplari.
„Eg kundi ikki lata verða við at fara.“
„Alt er giga“
Tá Jógvan Fríði kom til Beijing, var munurin frá Føroyum og Danmark stórur.
„Alt er giga.“
Vegirnir kunnu vera seks til tíggju breytir breiðir, og avstandirnir í býnum eru stórir. Tað er ikki óvanligt at brúka hálvanannan tíma í metroini fyri at koma frá einum staði til ein annan, ella at enda í einum ferðsluproppi, sum tekur tveir tímar.
Beijing er eisini eitt býarumhvørvi, har lítið er órørt. Tað gjørdi, at hann viðhvørt saknaði tað, sum er so lætt at finna í Føroyum.
„Eg sakni mest at vera tætt við náttúruna og at síggja havið.“
Men hóast stóri býurin var nógv øðrvísi enn tað, hann kendi frammanundan, kom eitt mentanarsjokk ongantíð ordiliga.
„Eg væntaði at fáa eitt kultursjokk, men tað tók stutta tíð at venja meg við allar skipanirnar og at fáa ein dagligdag.“
Eitt lestrarumhvørvi mitt í Beijing
Ein av størstu mununum á lestrarlívinum í Danmark og Kina var, at Jógvan Fríði og hinir næmingarnir búðu á skúlanum.
„Man følir meira, at man býr í einum lítlum býi, enn hvat man gjørdi á CBS, har fólk ofta skundaðu sær heim aftaná fyrilestrar.“
Skúlin gjørdi nógv fyri at skapa ein felagsanda millum næmingarnar, og ein stórur partur av gerandisdegnum fór tí fram á kampusinum.
Saman við honum vóru bæði altjóða og kinesiskir næmingar. Tað gav eina serliga uppliving, men eisini nakrar avbjóðingar.
Jógvan Fríði sigur, at hansara kinesisku floksfelagar vóru sera sosialir og gjarna gjørdu nógv saman, eitt nú ítrótt og spøl. Men tá tað kom til bólkaarbeiði, kundu munirnir í lestrarvanum merkjast.
Kinesisku næmingarnir vóru ikki eins vanir við bólkaarbeiði, og summir høvdu avmarkaðar ensktkunnleikar. Tað kravdi tí tol og nógva samskiftisarbeiði.
Samstundis fekk Jógvan Fríði eitt innlit í, hvussu kinesiskir næmingar hugsa um framtíðina. Nógv brúktu nógv tíð upp á at byggja netverk og fáa sær royndir, sum kunnu hjálpa teimum á arbeiðsmarknaðinum.
„Hvussu umráðandi tað er at skapa netverk og at røkja sínar relatiónir,“ er ein av teimum størstu lærdómunum, hann tekur við sær úr Kina.
Kinesiskt letur dyr upp
Áhugin fyri kinesiska málinum byrjaði ikki í Beijing. Jógvan Fríði hevði eitt sindur av undirvísing í kinesiskum á eftirskúla og hevði síðani trý ár av kinesiskum á bachelorútbúgvingini.
Málið hevur síðani víst seg at vera ein týðandi partur av upplivingini í Kina.
Í dag dugir hann at lesa tað mesta og føra einfaldar samrøður. Tað hevur gjørt gerandisdagin lættari, men eisini givið honum møguleika at koma nærri inn á lívið hjá fólki.
„Tað ger tað nógv stuttligari, tí fólk opna seg meira upp og fortelja fegin um lív teirra og ymiskt annað. Tað opnar nógvar dyr og ger, at man fær eitt heilt annað upplivilsi av landinum.“
At læra málið hevur eisini broytt hansara fatan av kinesiskari mentan. Hann hevur serliga lagt merki til, hvussu nógv søgan er knýtt at málinum, og hvussu stóran týdning mentanararvurin hevur fyri vanlig fólk.
Kina er meira enn ein mynd
Ein av størstu broytingunum í hansara egnu fatan av Kina er, at hann ikki longur sær landið sum eina homogena eind.
„Eg haldi, eg hevði eina fatan av, at Kina var ein rættiliga homogen massa, men aftaná eg havi verið har eina tíð, havi eg ordiliga funnið út av, hvussu fjølbroytt landið er.“
Hann vísir á, at landið er á stødd við Evropa, og at munirnir millum ymisk øki eru stórir. Í summum økjum eru toppmodernaðir stórbýir við høgum livistøði, meðan onnur øki hava nógv øðrvísi lívskorini.
Tí heldur hann eisini, at føroyingar eiga at vera varnir við at hugsa um Kina sum eina einstaka eind.
Føroyingurin í Kina
Tá Jógvan Fríði segði fólki í Kina, at hann var úr Føroyum, kendu tey flestu lítið til oyggjarnar.
Nógv spurdu, hvar Føroyar lógu, um tað kavaði nógv, og um mann sá norðlýsið.
Men tað at vera føroyingur gav honum eisini eina serliga fatan av teimum fólkasløgunum, hann møtti í Kina. Hann hevði serliga áhuga fyri teimum, sum ynskja at varðveita sítt egna mál og sína mentan.
„At eg eri føroyingur hevur kanska gjørt, at eg onkursvegna kann kenna meg aftur í teimum.“
Samanberingin við Føroyar gjørdi eisini, at hann fór at síggja heimlandið úr einum øðrum sjónarhorni.
„Kina hevur lært meg, hvussu lítið Føroyar er í heimshøpi, men eisini hvussu heppin ein er at vera føddur í einum so lítlum og tryggum samfelag.“
Lambskjøt og work-life balance
Tá hann verður spurdur, hvat Føroyar kunnu læra av Kina, er svarið kanska ikki tað, ein hevði væntað.
„Eg haldi, at føroyingar burdi lært, at har eru fleiri mátar at eta lambskjøt. Tað ber til at gera onnur ting enn bara at ræsa ella kóka kjøt í ein tíma.“
Og hvat Kina kann læra av Føroyum?
„Kina kundi tikið eitt sindur av okkara work-life balance til sín, og at alt ikki noyðist at henda her og nú.“
Ein framtíð millum Føroyar og Ásia
Tíðin í Kina hevur eisini ávirkað tankarnar hjá Jógvani Fríða um framtíðina. Hann hevur áhuga fyri at arbeiða við politikki á onkran hátt og brúka tað, hann hevur lært á útbúgvingini.
Samtundis sær hann møguleikar í sambandinum millum Føroyar og Ásia.
„Eg vóni at kunna verða eitt leinki millum Føroyar og Ásia og at knýta tættari bond millum Kina og Føroyar.“
Í dag er hann komin víðari til Íslands, har hann arbeiðir á føroysku sendistovu. Leiðin frá Føroyum til Keypmannahavnar, síðani til Beijing og nú til Íslands hevur givið honum royndir úr fleiri ymiskum samfeløgum.
Og kanska er júst tað ein av størstu lærdómunum úr tíðini í Kina: at ein ikki neyðturviliga noyðist at vita frammanundan, hvar leiðin endar.
„Eg havi fingið opnað eyguni fyri, hvussu nógvir møguleikar í veruleikanum eru, og at eg ikki noyðist finna út av, hvat eg vil gera restina av lívinum, men kann eisini broyta meining og lívsleið á vegnum.“
„Leyp út í tað!“
Til føroysk lesandi, sum umhugsa at taka eina útbúgving langt heimanífrá, hevur Jógvan Fríði eitt einfalt ráð:
„Leyp út í tað!“
Hann heldur ikki, at ein skal vera bangin fyri ikki at hava alt funnið út av áðrenn farið verður.
„Tað skal nokk loysa seg onkursvegna.“
Samtundis er tað týdningarmikið at halda fast í teimum relatiónunum, ein hevur heima. Í dag er lætt og skjótt at ringja heim, og tí nýtist frástøða ikki at merkja, at sambandið við Føroyar verður minni.
Og tá hann sjálvur hugsar aftur á Kina, er svarið kanska meira einfalt enn øll tey stóru orðini um politikk, mentan og samfelag:
„Nudlir :P“