„Tað var ringt at siga farvæl“ – eitt hálvt ár í Brasil
Heiðrun greiðir frá einum hálvum ári í Brasil, har hon var í starvsvenjing á donsku sendistovuni í Brasília. Hon fortelur um arbeiðið við altjóða politikki og COP30, brasilska mentan, nýggj vinarbond og upplivingarnar í einum fjølbroyttum landi.

„Tað var ringt at siga farvæl“ – eitt hálvt ár í Brasil
Heiðrun greiðir frá einum hálvum ári í Brasil, har hon var í starvsvenjing á donsku sendistovuni í Brasília. Hon fortelur um arbeiðið við altjóða politikki og COP30, brasilska mentan, nýggj vinarbond og upplivingarnar í einum fjølbroyttum landi.

Eitt hálvt ár í Brasil
Klokkan var farin um miðnátt, tá eg lendi í São Paulo 1. august 2025. Ólavsøkan føldist enn í kroppinum, og 12 tímar yvir Atlantshavið høvdu eisini gjørt sítt. Men tað var ikki tíð at hugsa um møðina. Flúgvarin var seinkaður, og eg skuldi ígjøgnum visakontrol og viðføriskontrol, áðrenn eg skuldi sleppa til Brasília, alt innan ein tíma.
Á flogvøllinum gekk alt heldur seint, og eg sá longu fyri mær, hvussu eg fór at missa næsta flogfarið: einsamøll mitt um náttina í einum av heimsins mest kriminellu býum. Tá ein kvinna í starvsfólkabúna kom yvir til mín, hoyrdi eg hana siga við ein starvsfelaga á portugisiskum:
– „Eg haldi, hendan lítla gentan er einsamøll. Kunnu tit ikki taka hennara kuffert ígjøgnum?“
Starvsfelagin svaraði, at tað bar ikki til.
– „Dá um jeitinho,“ segði hon.
Dá um jeitinho er eitt nógv brúkt brasilianskt orðfelli og kann nærmast lýsast sum at finna eina snilda loysn „ikki heilt eftir bókini“, tá ein forðing stendur í vegin. Og tað var júst tað, sum hendi. Hon tók kuffertið og meg og rann avstað til gate'ina, kjakaðist eitt sindur við flogternurnar og fekk meg at enda inn í flogfarið við mínum 23 kg kufferti.
Støðan og jeitinholýsa Brasil og fólkið har rættiliga væl: brasilianarar eru altíð tilreiðar at hjálpa, og um okkurt ikki ber til eftir bókini, so boyggir mann bara reglurnar eitt sindur.
Diplomatlívið byrjar
Klokkan trý um náttina lendi eg í Brasília. Á flogvøllinum stóð diplomatbilurin og bilførarin hjá ambassadørinum og bíðaði eftir mær. Tá gekk tað upp fyri mær, at hetta ikki var ein ferð, men byrjanin upp á eitt hálvt ár við Brasil sum arbeiðspláss, heim og eitt heilt nýtt gerandislív.
Eg hevði leingi droymt um at arbeiða við uttanríkispolitikki, og Latínamerika hevði altíð hugtikið meg. Nú stóð eg brádliga mitt í tí.
Morgunin eftir, við trimum tímum av svøvni, møtti eg á sendistovuni til mín fyrsta arbeiðsdag. Heldigvís búði eg á matriklinum, so eg hevði undir tveir minuttir til arbeiðis. Fyrsta dagin møtti eg hinum praktikantinum (og í dag sera góðu vinkonu), Giuliu, sum eg var so heppin at arbeiða saman við næstu seks mánaðirnar. Vit møttu eisini ambassadørinum, Evu Bisgaard Pedersen, og hinum donsku diplomatunum á sendistovuni.
Trygdarstjórin á sendistovuni var skjótur at geva okkum ta fyrstu ávaringina um Brasil. Hann gjørdi sítt besta at ræða okkum við søgum um kriminalitet, bandavirksemi og vandamikil djór. Fyrstu dagarnar tóku vit allar ávaringarnar rættiliga álvarsliga. Men Brasil kendist skjótt nógv minni vandamikið enn eg hevði hoyrt og nógv meira heimligt enn eg hevði væntað.
Praktikkin og praktikuppgávan
Sum løgfrøðilesandi var nakað av tí mest áhugaverda við praktikini at arbeiða eitt stað, har løgfrøði, politikkur og altjóða viðurskifti møtast. Eg arbeiddi millum annað við ES-rætti, altjóða rætti og fyrisiting, umframt ítøkiligum málum, sum vóru aktuell millum Danmark, ES og Brasil.
Ein stórur partur av mínum arbeiði snúði seg um nýggju ES-reglurnar móti avskóging, EU Regulation on Deforestation-Free Products (EUDR). Eg kannaði reglurnar og fylgdi við í, hvussu tær vórðu móttiknar í Brasil. Brasil er ein stórur útflytari av millum annað kaffi, soya og neytakjøti til ES, og tí hevur reglugerðin stóran týdning fyri landið.
Arbeiðið gav mær tí eisini innlit í, hvussu ES-reglugerðir, sum verða gjørdar í Brússel, kunnu fáa avleiðingar langt uttan fyri ES.
Praktikin var partur av mínum løgfrøðilesnaði á universitetinum í Keypmannahavn og gav 30 ECTS. Í sambandi við uppihaldið skrivaði eg tí eina størri praktikuppgávu um EUDR. Tað passaði væl, tí eg kundi brúka nógv av tí, sum eg hevði arbeitt við og fingið innlit í í Brasil, beinleiðis í uppgávuni.
Á tann hátt hekk arbeiðið á sendistovuni og lesnaðurin rættiliga væl saman – hóast tað til tíðir var strævið at balansera eina 40-tíma arbeiðsviku við eitt 30 ECTS-projekt.
Brasil gjørdist miðdepil fyri heimsins veðurlagspolitikki
At vera í Brasil júst tað hálvárið (heystið 2025), tá landið skuldi vera vertur fyri COP30, gjørdi eisini, at ráðstevnan og veðurlagspolitikkur fyltu sera nógv á sendistovuni. Lukkutíð fyri meg hevði sendistovan sera nógv arbeiði vegna COP30, so eg slapp at taka lut í øllum fyrireikingunum í sambandi við ráðstevnuna.
Brasil var í miðdeplinum fyri altjóða áhuga, og eg slapp at fyrireika tilfar m.a. til Amazonas-túrin hjá drotning Mary og ES-klimafundir hjá donsku delegatiónini.
Seinni fór eg sjálv til Belém at luttaka á COP30, sum uttan iva er tann størsti yrkisligi mílasteinurin, eg havi rokkið. COP30 hevði 56.000 luttakarar, teirra millum Ursula von der Leyen, Prince William og Emmanuel Macron. Tað er nakað heilt annað at lesa um altjóðapolitikk og veðurlagssamstarv og so sjálv at standa har mitt í rokanini.
Mínar uppgávur vóru sera lágpraktiskar – fyri tað mesta at deila navnaskelti út ella umseta fyri delegatiónina, men hóast tað eri eg sera glað fyri at hava havt møguleikan at luttaka.
Sosiala lívið í Brasil
Í byrjanini vóru vit ein bólkur av praktikantum úr ymsum evropeiskum londum. Vit vóru øll nýggj, øll í sama báti og øll við somu kenslu av, at vit skuldu fáa so nógv burtur úr teimum seks mánaðunum sum gjørligt.
Vit hittust til fundir í ES-delegatiónini, men skjótt sóust vit hvønn dag eftir arbeiðstíð, fóru út at eta, fóru á barrir og gjørdu útferðir.
Hvørja viku vaks vinarbólkurin við onkrum persóni, sum vit bara høvdu møtt av tilvild. Eg havi ongantíð upplivað eitt stað, har tað kennist so lætt at koma í samband við fólk. Tað var næstan torført ikki at fáa ein nýggjan brasilianskan vin hvørja einastu viku.
Ein dagin á einum fjallatúri møttu vit Lauru og João. Vit fóru at práta, og tað, sum byrjaði sum eitt vanligt prát á túrinum, endaði við, at vit sunnudagin eftir vóru boðin til familjudøgurða saman við allari familjuni hjá João.
Tað er ikki heilt óvanligt í Føroyum at práta við fólk, tá mann fer á fjall. Men at møta nýggjum fólki á einum fjallatúri og fáa eina innbjóðing til familjudøgurða vikuna eftir sigur nakað um tann brasilska opinleikan.
Seinni møttu vit eisini Amandu og Claru tilvildarliga í býnum, og næstu seks mánaðirnar fóru vit ongan veg uttan tær. Tær tóku tað sum sína persónligu uppgávu at vísa okkum, hvat Brasil hevði at bjóða. Tað var eisini soleiðis, at okkara heimur í Brasil gjørdist nógv størri enn bara sendistovan og praktikantabólkurin.
Brasilianararnir og teirra opni og gestablíði máti at vera upp á gjørdust uttan iva tað, mær dámdi best við Brasil. Tey eru altíð tilreiðar at bjóða tær við, hjálpa tær og taka teg inn, og tað gjørdi tað ótrúliga lætt at kenna seg heima har.
Fjølbroytt og hugtakandi land
Meðan eg búði í Brasil, gjørdi eg nógv burtur úr at ferðast og síggja sum mest av landinum. Upp á seks mánaðir náddi eg millum annað til São Paulo, Belém, Florianópolis, Chapada dos Veadeiros, Pirenópolis, Teresópolis og Rio de Janeiro.
Brasil er so stórt og sera ymiskt. Í Belém kann man uppliva Amazonas og tropiska norðara Brasil, meðan São Paulo er ein risastórur høghúsabýur við milliónum av fólkum. Tað er næstan løgið, at alt hoyrir til sama land.
Men Rio var og er mítt yndisstað í allari verðini. Har er ein heilt serligur dámur. Mitt í stórbýnum eru fjøll og jungla, strendurnar eru ein stórur partur av gerandisdegnum, og har er altíð lív í býnum.
Fólkini eru opin, óhátíðarlig og ótrúliga festlig, og har er nógv av sama jeitinho, sum mær dámar so væl við Brasil – tingini nýtast ikki altíð at vera so fýrakantað. Eg var bergtikin av býnum beinanvegin – so mikið, at eg ferðaðist hagar heilar fýra ferðir upp á seks mánaðir. Eg kann bara viðmæla øllum, sum fáa møguleikan, at fara til Rio.
Eg eri sera takksom fyri, at eg slapp at læra Brasil at kenna sum bústað og ikki bara sum ferðafólk, og serliga fyri øll vinarbondini og upplivingarnar, sum komu burtur úr. Tá eg sat einsamøll á flogvøllinum í São Paulo 1. august, hevði eg ikki roknað við, at tað eitt hálvt ár seinni skuldi vera so ringt at siga farvæl.
-Heiðrun Hammer Erlingsson








