top of page

Lesandi á Setrinum, farin um tey 50, og at búgva á Tvøroyri.

Grein um at vera lesandi á Setrinum, farin um tey 50, og at búgva á Tvøroyri.

Lesandi á Setrinum, farin um tey 50, og at búgva á Tvøroyri.

Grein um at vera lesandi á Setrinum, farin um tey 50, og at búgva á Tvøroyri.

Lesandi á Setrinum, farin um tey 50, og atbúgva á Tvøroyri.

Eg fari at greiða frá hvussu tað er at vera lesandi á Setrinum, vera búsitandi á Tvøroyri og vera farin um 50 ára aldur.


Upprunaliga hevði eg meldað meg til stakgreinalestur í Sosiologi tí eg helt tað vera so áhugavert. Tað var skjótt at eg fekk hug til at lesa meira enn bara eitt fak, og eftir eitt prát við lestrarvegleiðaran søkti eg um at taka eina bachelor í Samfelagsvísund. Eg fekk játtandi svar beinanvegin, og so var eg knappliga innskrivað á Fróðskaparsetur Føroya sum lesandi fulla tíð.


Eg kom í ein rímuliga stóran flokk, og fyrstu lestrarhálvuna vóru vit eitt miks av søgufrøðilesandi, stjórnmálafrøðilesandi og samfelagsvísinidlesandi. Frá fyrsta undirvísingartíma havi eg dámað væl at koma til undirvísing. Hóast eg eri væl eldri enn øll hini í flokkinum, so hevur tað verið gott og mennandi fyri meg, og tey hava tikið væl ímóti mær.


Tað eru rættuliga nógv ár síðani eg seinast var lesandi, so tað var ein stórur biti at gloypa. Eg havi og skal enn venja meg við, at tað nú eru akademiskir tekstir eg skal lesa, sum fyri tað mesta eru á enskum. At skriva uppgávurnar eftir einum akademiskum leisti, hevur eisini verið møtimikið fyri meg, men tað gongur framá. Onkuntíð havi eg kent meg afturúrsigldan í mun til tey ungu, sum eg lesi saman við, tí tey hava so góða venjing í at skriva uppgávur, og duga væl betur at arbeiða við og finna tilfar, greinar og gransking. Tað tykist lættari hjá teimum at taka tráðin upp aftur, um tey koma beinleiðis úr miðnámsskúlanum.


Eitt er at vera lesandi, og vera farin upp um tey 50 árini. Eitt annað er, at eg búgvi á Tvøroyri. Sum Suðuroyingur er tað ikki lætt at vera lesandi á Setrinum. Bæði fíggjarliga og reint praktisk fyri at koma til undirvísing, er tað trupult at lesa á Setrinum. So um eg vildi gjørt tað lættari fyri meg sjálva, so fór eg til Danmarkar at lesa. Jú jú Smyril siglir (næstan) hvønn dag, men sum lesandi í Føroyum er tað neyðugt at hava eitt arbeiði, tí tað ber ikki til at liva av studninginum um man sum eg, eri eitt húsarhald við bara einari inntøku. At vera lesandi og búgva í Suðuroynni merkir nógvar tímar umborð á Smyrli. Um veturin eru ofta avlýsingar, so tá missir man bæði undirvísing og inntøku um Smyril ikki siglir. Tað ber ikki til at fáa fjarundirvísing sum bachelorlesandi, og tað eri eg hørm um. Møguleikin fyri fjarundirvísing hevði gjørt tað lættari fyri Suðuroyingar, og øll onnur sum ikki hava fast vegasamband, at tikið eina bachelor útbúgving á Setrinum. Tær ferðirnar eg eri farin upp kl 05.15, fyri at taka bussin yvir á Smyril sum siglir kl 06, og so fáa ein teldupost uml kl 07.30 at undirvísingin kl 09 er avlýst, tá havi eg hugsað at ”Nei, nei, hetta ber slettis ikki til”.


”Hvor der er en vilje er der en vej” sigur orðatakið, og tað er soleiðis at eg sum stakur persónur sum býr í Suðuroynni noyðist at hugsa, um eg vil hava eina útbúgving í Føroyum. Tí forðingarnar kunnu vera nógvar. Tíðin sum eg havi brúkt umborð á Smyrli, tíðin eg havi brúkt at bíða eftir Smyrli, og at bíða til undirvísingin byrjar eru nógvir tímar tilsamans, og tað hevur ikki altíð verið so lætt at hugsavna seg. Ofta hevur tað verið torført at fáa dagarnar og endarnar at røkka, men eg havi sett mær fyri at eg kann tað er vil, og hetta er tað eg vil, so tað fer nokk at ganga og lærdómurin er jú lættur at bera.


Tíbetur valdi eg at skriva meg upp hjá Bústøðum, og eri eg so heppin at hava fingið eina lestaríbúð á Finsen. Hetta ger tað lættari hjá mær at fylgja undirvísingini, og hava eitt arbeiði sum ger, at eg kann halda áfram at vera lesandi í Føroyum. Allir tímarnir umborð á Smyrli brúki eg nú í staðin til arbeiðis.


Arbeiðið, lestraríbúðin og undirvísingin er í Havn, men tað er ongin ivi um at heima tað er á Tvøroyri.


Anita Hermansen

bottom of page