top of page

Útselt eftir 30 minuttum: Lestrargongan savnar føroysku lesandi

Lestrargongan savnar á hvørjum ári hundraðtals føroysk lesandi í Danmark til ein dag við felagsskapi, netverki og møguleikum. Sigrun á Brúgv, forkvinna í nevndini, greiðir frá stóra áhuganum, arbeiðinum aftanfyri tiltakið og vónunum fyri framtíðini.

Útselt eftir 30 minuttum: Lestrargongan savnar føroysku lesandi

Lestrargongan savnar á hvørjum ári hundraðtals føroysk lesandi í Danmark til ein dag við felagsskapi, netverki og møguleikum. Sigrun á Brúgv, forkvinna í nevndini, greiðir frá stóra áhuganum, arbeiðinum aftanfyri tiltakið og vónunum fyri framtíðini.

600 atgongumerki seld eftir 30 minuttum: „Tað vermir mítt hjarta“

Lestrargongan savnaði aftur umleið 600 føroysk lesandi í Danmark. Atgongumerkini vóru útseld eftir bert 30 minuttum, og ein langur bíðilisti vísti, hvussu stórur áhugin er fyri árliga tiltakinum. Lestrargongan varð sett á stovn av MFS í 2016, men er í dag ein sjálvstøðug nevnd. Endamálið er tó framvegis tað sama: at savna føroysk lesandi og skapa felagsskap, netverk og møguleikar.

Tá atgongumerkini vórðu sett til sølu í ár, fóru øll 600 eftir bert 30 minuttum. Tað kom eitt sindur óvart á fyriskipararnar, hóast tey vistu, at áhugin var stórur. Við einum longum bíðilista mugu tey nú eisini hugsa um, hvørt eitt størri høli kann geva pláss fyri fleiri luttakarum komandi ár.

„Tað er ordiliga stuttligt at síggja, at tey lesandi taka so væl ímóti Lestrargonguni. Tað vermir mítt hjarta,“ sigur Sigrun á Brúgv, forkvinna í nevndini fyri Lestrargonguna.

Lestrargongan er eitt árligt tiltak fyri føroyingar í Danmark, sum eru undir hægri lestri, taka suppleringsskeið ella eru í læru. Í ár var góð uppmøting, og stuðlarnir fingu høvi at hitta nógv lesandi. Lagið var gott gjøgnum dagin, og seinni varð farið víðari til barrirnar. Kvøldið endaði við konsertum við Kular Røtur, Marius DC og DJ Háberg.


Eitt ár av fyrireiking til ein dag

Hóast Lestrargongan bert varir ein dag, liggur næstan eitt heilt ár av fyrireikingum aftanfyri. Tað krevur nógva samskipan at fáa allar lutir at ganga upp, frá samstarvi við fyritøkur og stuðlar til høli, atgongumerkjasølu, kunning, undirhald og praktisk viðurskifti á sjálvum degnum.

„Tað er nakað heilt serligt at síggja, tá alt arbeiðið endiliga verður til veruleika, og tiltakið eydnast,“ sigur Sigrun.

Sum forkvinna er hon serliga errin av fólkunum aftanfyri tiltakið og av at síggja fyriskipararnar taka ábyrgd og stuðla hvørjum øðrum. Undan tiltakinum er altíð spenningur um, hvussu tað fer at ganga. Tað ber til at fyrireika seg væl, men tað er ikki fyrr enn á sjálvum degnum, at ein sær, um alt riggar, sum tað skal. Tí er tað eisini ein stórur lætti, tá luttakararnir hugna sær, og tiltakið gongur eftir ætlan.


Meira enn ein sosialur dagur

Endamálið við Lestrargonguni er at knýta føroysk lesandi saman, bæði innan somu útbúgvingargrein og tvørtur um útbúgvingar. Í gerandisdegnum í Danmark møta lesandi ofta fyrst og fremst teimum, sum lesa tað sama sum tey sjálv. Á Lestrargonguni hittast fólk við ymiskum fakligum áhugamálum og royndum.

„Hvør veit, kanska sita fólk, sum møtast á Lestrargonguni, og arbeiða saman seinni,“ sigur Sigrun.

Á arbeiðsmarknaðinum er ofta neyðugt at samstarva við fólk við ymiskum útbúgvingum og førleikum. Tí kann tað vera ein fyrimunur at byrja at knýta sambond longu undir lesnaðinum. Lestrargongan gevur eisini møguleika at byggja upp eitt breiðari føroyskt netverk og møta fólki, sum ein annars kanska ikki hevði hitt.

Tiltakið er samstundis ein møguleiki hjá lesandi at fáa samband við føroyskar fyritøkur. Tað kann vera torført at fáa yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur eru í Føroyum, og hvørjar møguleikar tær kunnu bjóða fólki við ymiskum fakligum førleikum. Við at hitta fyritøkurnar fáa lesandi betri innlit í møguleikarnar eftir loknan lestur. Samstundis fáa føroyskar fyritøkur høvi at hitta lesandi, sum kunnu koma heim aftur við nýggjari vitan og førleikum.

Sigrun heldur, at tað er tørvur á tiltøkum, sum savna føroysk lesandi. Tað hevur serligan týdning at hitta onnur, sum eisini eru føroyingar og eru í somu støðu - langt heimanífrá og mitt í lestrarlívinum í Danmark.

Hon leggur tó dent á, at tað ikki bara snýr seg um at hava fleiri tiltøk, men eisini um at hava ymisk tiltøk, sum hvør sær hava sítt endamál. Lestrargongan hevur sín serliga leiklut, tí hon sameinir tað fakliga og tað sosiala.


Vaksa uttan at missa felagsskapin

Við so stórum áhuga og einum longum bíðilista er tað natúrligt at hugsa um, hvussu Lestrargongan kann mennast. Sigrun vónar, at tiltakið kann vaksa, so fleiri lesandi fáa møguleikan at vera við, men uttan at missa tað, sum ger tað serligt.

„Eg vóni, at hon kann vaksa við tíðini, uttan at vit missa tað, sum ger hana serliga, nevniliga felagsskapin og kensluna av, at hetta er eitt tiltak fyri tey lesandi.“

Tá Sigrun skal lýsa Lestrargonguna við trimum orðum, velur hon felagsskap, netverk og gleði. Tiltakið savnar føroysk lesandi, gevur teimum møguleika at knýta sambond við bæði lesandi og føroyskar fyritøkur og er fyrst og fremst ein dagur, har fólk hugna sær saman.

Tað er júst hetta, sum ger arbeiðið aftanfyri Lestrargonguna vert: at skapa eitt tiltak, sum føroysk lesandi gleða seg til, og sum gevur teimum møguleika at møtast tvørtur um útbúgvingar og býir.

bottom of page