Menniskja safari við verðsins enda
Um safari tilstandin við Norðurkoreanska markið

Menniskja safari við verðsins enda
Um safari tilstandin við Norðurkoreanska markið

17. November 2025 – Menniskja safari við verðsins enda
Eg tók náttartokið, eins og vinmaður mín hevði gjørt tvær vikur frammanundan meg. Tað tók 17 tímar. Hann var so heldigur at síggja nakrar av teimum í tokinum, sum vóru slopnir “úttum hegni” eina løtu. Hann royndi at nærkast onkran av teimum, men teir sníktu seg undan tá teir sóu hann. Eg gekk aftur og fram í tokinum og vónaði at finna ein, men har var eingin at síggja. Better luck next time.
Klokkan 7 um morgunin rullaði tokið inn á statiónina í Dandong. Eg hoppaði av og gekk beina leið oman til ánna. Eg hevði gamla kikaran hjá ommu við. Eg skuldi síggja mest møguligt. Tað var kalt, men gott sýni, so eg hevði góðar vónir. Aftaná at hava gingið í eini 10 minuttir byrjaði eg at hóma okkurt í sjónarringinum. Í tí køldu morgunluftini steig reyða sólin upp. Hon skein bjart yvir hetta vakra stað. Har var tað, eg hevði ferðast so leingi eftir.
Tá eg var komin oman á áarbakkan, sá eg lastbilar ið stóðu í kø fyri at sleppa yvirum. Ongantíð hevði eg verið so spentur at sæð nakrar bilar koyra yvirum eina brúgv. Ein og ein fóru teir avstað. Hvat munnu teir hava við í lastini og hvat møtti teimum á hinari síðuni?
Eg tók kikaran fram. Tá sá eg mín allar fyrsta Norðurkoreanara. Hann var á súkklu og í vetrarbúna. Eg fylgdi honum eina løtu, til eg fekk eyga á ein annan. Hesin var á knallert!
Við ánni vóru fleiri Kinesarir sum seldu túrar við báti. River safari stóð á síðuni av bátunum. Hvør lovaði meira enn hin. Onkur lovaði at man kundi koma so nær at landi, at um man toygdi armin eitt sindur, kundi man næstan nertavið ein Norðurkoreanara. Eg valdi ein úr rúgvuni og steig umborð. Sjálvt um eg var komin í ’off season’, so var eg ikki tann einasti, sum hevði ferðast langt fyri síggja hetta heimsinsundur. Eg endaði mitt í einum ferðalagi av 30 Kantonesarum. Vit stóðu ølltrýst saman fremst í bátinum, spent og klár við hvør sínum kikara. So fór báturin avstað. Vit komu nærri og nærri landi. Eg tók kikaran upp til eyguni. Har stóð ein maður við einum spaka. Hann gróv sand. Wauw!
Um mann vildi síggja nakað enn villari, skuldi mann ferðast longur norður eftir. Eg leyp í eina taxa, og bað hann koyra avstað. Ein tíma seinni endaði eg í einum øki, sum eingin hevði vitjað í eitt mannaminni. Tað var púra tómt. Ikki ein sál. Framman fyri mær stóð ein bumbað brúgv, sum bara rakk hálva leið yvir ánna. Hinumegin lá ein lítil bygd. Hesumegin var pinnastilt.
So sá eg teir.
Nakrir norðurkoreanskir hermenn stóðu hinumegin ánna.
Ein teirra fekk eygnakontakt við meg.
Vit hugdu eftir hvørjum øðrum.
Eina løtu kendist tað, sum um hvørgin okkara tordi at gera nakað. Eg visti ikki, hvat hann hugsaði, og eg hevði onga hóming av, hvat eg sjálvur átti at gera.
So vinkaði eg.
Eg bíðaði eftir eini reaktión.
Einki.
Hann stóð bara og hugdi at mær eina løtu afturat. Síðani, sum ein ketta, ið knappliga missir áhugan fyri einari mús, vendi hann sær og gekk avstað.
Eg stóð eftir og hugdi.
Hatta var vilt.
Á veg heimaftur í tokinum til Beijing var eg væl nøgdur. Eg hevði sæð eina rúgvu, og hevði fingið nógv meira, enn eg hevði væntað mær. Men hóast tað, var ein løgin kensla farin at festa seg í mær: eg vildi hava meira. Tá visti eg, at eg var dottin í somu fellu sum so mong onnur, ið hava ferðast hendan vegin. Eg var blivin Norðurkoreoman. Longu tá visti eg, at hetta fór ikki at verða síðstu ferð, eg fann leiðina til hendan løgna heim við verðsins enda.
Jógvan Fríði Tróndarson



