NOM 88 í Tartu, Estlandi 🇪🇪🤖📚
MFS hevur verið í Tartu og luttikið á NOM 88 - ráðstevna fyri norðurlendsk og baltisk lestrarfeløg.
Í ár var høvuðsevnið Artificial Intelligence in Higher Education, eitt evni, sum hevur fingið alsamt størri týdning á universitetum kring allan heimin.

NOM 88 í Tartu, Estlandi 🇪🇪🤖📚
MFS hevur verið í Tartu og luttikið á NOM 88 - ráðstevna fyri norðurlendsk og baltisk lestrarfeløg.
Í ár var høvuðsevnið Artificial Intelligence in Higher Education, eitt evni, sum hevur fingið alsamt størri týdning á universitetum kring allan heimin.

Í døgunum 6. – 9. mai luttók Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) á NOM 88 í Tartu í Estlandi. NOM (Nordiskt Ordförande Møte) er eitt árligt samstarv millum landsfeløg hjá lesandi í Norðurlondum og Baltikum, har umboð hittast fyri at kjakast um felags útbúgvingarpolitisk mál og styrkja altjóða samstarvið. Í ár var høvuðsevnið Artificial Intelligence in Higher Education, eitt evni, sum fyllir meira og meira á universitetum kring allan heimin.
Komin til Tartu
Ráðstevnan byrjaði 6. mai, tá luttakararnir komu til Tartu úr øllum Norðurlondum og Baltikum. Eftir innskriving á hotellinum var felags móttøka, har høvi var at heilsa upp á bæði kend og nýggj andlit. Um kvøldið varð skipað fyri einum serligum upplivilsi við bátsferð eftir ánni Emajõgi, sum endaði við sauna og felags døgurða – ein góð byrjan upp á nakrar spennandi dagar saman.
AI í hægri útbúgving
Høvuðsskráin byrjaði dagin eftir á Universitetinum í Tartu við almennari setan og fleiri verkstovum um vitlíki innan hægri útbúgving. Kjakið snúði seg um, hvussu vitlíki longu verður brúkt í undirvísing og gransking, men eisini um hvørjar avbjóðingar fylgja við, eitt nú innan etikk, dátuvernd og rættvísa atgongd til nýggju tøknina.
Seinnapartin varð skipað fyri býartúri í Tartu og vitjan á Estonian National Museum, har vit fingu innlit í estiska søgu, mentan og sjálvsfatan. Dagurin endaði við felags døgurða og sosialum tiltøkum í livandi lestrarumhvørvinum í býnum.
Framløgur og NOM-fundur
Triðja dagin løgdu lestrarfeløgini fram um støðuna í sínum heimlondum. Hvørt felag greiddi frá, hvussu AI verður nýtt á universitetunum, hvørjar politiskar støður eru tiknar, og hvørjar avbjóðingar lesandi uppliva í dagligdegnum. Tað var serliga áhugavert at síggja, hvussu ymisk lond arbeiða við teimum somu spurningunum, men á ymiskan hátt. Hóast ymiskar skipanir, var greitt, at nógv av teimum avbjóðingunum eru felags.
Seinnapartin varð sjálvur NOM-fundurin hildin, har limafeløgini umrøddu felags átøk og framtíðar samstarv. Um kvøldið var Intercultural Night, har øll londini høvdu møguleika at deila mat, siðvenjur og mentan úr sínum heimlondum. Hetta er altíð eitt av hæddarpunktunum á NOM og gevur góðar møguleikar at styrkja vinabond og samstarv tvørtur um landamørk.
Endin á ráðstevnuni
Seinasti dagurin varð nýttur til at taka samanum ráðstevnuna og umrøða niðurstøður og næstu stig í samstarvinum. Eftir lokafundin søgdu luttakararnir farvæl og fóru hvør til sítt við nýggjari vitan, nýggjum sambondum og nýggjari íblástri til arbeiðið heima í sínum egnu lestrarfeløgum.
MFS vil takka EÜL fyri at hava skipað fyri eini væl fyriskipaðari og gevandi ráðstevnu, og øllum luttakandi lestrarfeløgunum fyri góð kjak, gott samstarv og nakrar sera hugnaligar dagar í Tartu. NOM vísir enn einaferð, hvussu týdningarmikið tað er, at lesandi hittast tvørtur um landamørk fyri at læra hvør av øðrum og arbeiða saman fyri einari betri framtíð hjá hægri útbúgving.

