MFS í Helsinki
MFS greiðir frá 89. NOM-fundinum í Helsinki, har altjóða lestrarmøguleikar, samstarv og avbjóðingar hjá lesandi í Norðurlondum og Baltalondum vóru á skránni.

MFS í Helsinki
MFS greiðir frá 89. NOM-fundinum í Helsinki, har altjóða lestrarmøguleikar, samstarv og avbjóðingar hjá lesandi í Norðurlondum og Baltalondum vóru á skránni.

NOM89 - Finland, Helsinki
Frá 1. til 4. oktober 2026 luttóku Frida Brockie Davidsen og Karin Elisa L. Larsen vegna Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) á 89. NOM-fundinum, sum hesa ferð varð hildin í Helsinki í Finlandi. NOM er eitt samstarvsforum hjá lestrarfeløgum úr Norðurlondum og Baltalondum, har umboð hittast fyri at umrøða felags avbjóðingar, deila royndir og styrkja samstarvið tvørtur um landamørk. Hesa ferð var eisini serligt høvi at hátíðarhalda 80 ára samstarvið hjá NOM.
Fundurin varð skipaður av finsku lestrarfeløgunum SYL og SAMOK, og høvuðsevnið var Internationalization, Migration and Mobility within Higher Education. Á skránni vóru millum annað altjóðagerð av hægri útbúgvingum, møguleikarnir hjá lesandi at taka part av útbúgvingini uttanlands og hvussu lond kunnu skapa betri umstøður fyri at taka ímóti útlendskum lesandi.
Fýra dagar í Helsinki
Hósdagin byrjaði skráin á University of Helsinki, har finsku lestrarfeløgini SYL og SAMOK bjóðaðu okkum vælkomnum. Eisini helt varaforsetin á universitetinum eina framløgu um arbeiðið hjá universitetinum við altjóðagerð og altjóða samstarvi. Síðani var ein pallborðssamrøða við fyrrverandi NOM-luttakarum og eini rundvísing á universitetinum. Kvøldið varð brúkt til sosiala samveru, har vit fingu høvi at læra hinar luttakararnar at kenna og leggja grundarlag fyri einum góðum samanhaldi.
Fríggjadagin vitjaðu vit finska tingið, har vit vóru gestir hjá tingliminum Alviina Alametsä, og seinni hittu vit finska undirvísingarmálaráðharran, Anders Adlercreutz. Vitjanirnar góvu okkum innlit í finskan útbúgvingarpolitikk og týdningin av politiskum arbeiði fyri at betra um viðurskiftini hjá lesandi. Seinnapartin hittust vit á Haaga-Helia University of Applied Sciences, har lestrarfeløgini løgdu fram um høvuðsevnið á ráðstevnuni.
Leygardagin hildu framløgurnar og kjakið fram, áðrenn tann formligi NOM-fundurin varð hildin. Her vóru felags viðurskifti og samstarvið millum lestrarfeløgini umrødd. Sunnudagin varð NOM-fundurin tikin upp aftur í stuttum, har seinastu viðurskiftini vóru avgreidd, áðrenn fundurin varð rundaður av. Síðani fóru flestu luttakararnir, teirra millum vit, hvør til sítt eftir fýra dagar við framløgum, kjaki og samstarvi.
Sosiala samveran
Umframt fakligu skránna var eisini pláss fyri sosialari samveru. Fríggjakvøldið vóru vit heppin at uppliva finska saunamentan, og leygarkvøldið varð skipað fyri Intercultural Night í sambandi við eina siðbundna finska lestrarveitslu, nevnda sitsit. Her høvdu luttakararnir ymiskt við sær úr sínum heimlondum, eitt nú mat, góðgæti og drykkjuvørur, sum vit deildu við hvønn annan. Hetta var ein góður møguleiki at fáa innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum.
Føroyska sjónarhornið
Í framløguni hjá MFS løgdu vit dent á serstøðu Føroya, har tað at lesa uttanlands hjá nógvum ikki einans er eitt val, men ein neyðsyn, tí útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru avmarkaðir. Vit vístu á fyrimunirnar við at lesa uttanlands, eitt nú atgongd til fleiri útbúgvingar, ymisk faklig umhvørvi og altjóða netverk, umframt at tær royndir og førleikar, sum lesandi fáa við sær, eisini kunnu koma føroyska samfelagnum til góðar. Vit umrøddu eisini avbjóðingarnar við, at Føroyar ikki eru partur av Erasmus+, og forðingarnar fyri at fáa fleiri útlendsk lesandi til Føroya, eitt nú í sambandi við lestrarskifti. At enda undirstrikaðu vit týdningin av betri atgongd til altjóða lestrarmøguleikar og at varðveita sambandið við føroysk lesandi uttanlands.
Í framløgunum hjá hinum lestrarfeløgunum kom fram, at fleiri lond uppliva avbjóðingar við lestrarskifti, og at færri lesandi nýta henda møguleikan. Hóast orsøkirnar vóru ymiskar frá landi til land, var avleiðingin tann sama: færri lesandi fara í lestrarskifti.
NOM 89 gav okkum sostatt høvi at deila føroyska sjónarhornið, fáa innlit í royndirnar hjá hinum londunum og knýta nýggj sambond. Hetta er ein týdningarmikil partur av altjóða samstarvinum hjá MFS og arbeiðinum fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyskum lesandi.











