Dreymurin um at gerast flogskipari varð veruleiki
Les um leiðina frá A320-flúgvusimulatorinum í Keypmannahavn til flogskiparaútbúgvingina í Tromsø.

Dreymurin um at gerast flogskipari varð veruleiki
Les um leiðina frá A320-flúgvusimulatorinum í Keypmannahavn til flogskiparaútbúgvingina í Tromsø.

Frá simulatorinum í Keypmannahavn til flogskiparaútbúgving í Tromsø
Tá boðini frá UiT komu, var Zoran til arbeiðis í einum flúgvusimulatori í Keypmannahavn.
Hann hevði leingi arbeitt fyri dreymurin um at gerast flogskipari, men tá hann sá boðini á
telefonini, gjørdist dreymurin brádliga eitt sindur meira veruligur.
„Tað føldist óveruligt. Eg var til arbeiðis í simulatorinum tá, og mín pulsur fór á 200, tá ið eg
sá, at eg hevði fingið boð frá skúlanum, sum vísti seg at vera tey, ið eg ynskti.“
Nú er Zoran fluttur til Tromsø í Norra, har hann er byrjaður á bachelorútbúgvingini í
Luftfartsfag á UiT – The Arctic University of Norway. Men leiðin frá dreymi til útbúgving
hevur ikki verið bein.
Ein dreymur, sum krevur fyrireiking
Zoran hevur leingi havt áhuga fyri flogskiparayrkinum. Fyrstu ferð hann søkti inn á
útbúgvingina var summarið 2024, eftir at hann hevði lisið eitt ár á Copenhagen Business
School (CBS).
Upptøkutilgongdin er krevjandi. Fyrst skal umsøkjarin lúka ávís krøv til
miðnámsútbúgvingina, millum annað støddfrøði og alisfrøði á B-stigi. Síðani verður ein
heimaroynd gjørd, har sansalig og støddfrøðilig evni verða kannað. Um úrslitið er nøktandi,
verður umsøkjarin boðaður til Tromsø til fleiri upptøkuroyndir og samrøðu.
Fyrstu ferð kom Zoran ígjøgnum allar royndirnar og slapp til samrøðuna, men hann fekk ikki
eitt lestrarpláss.
„Eg misti vónina eitt sindur, men hugsaði, at eg mátti prøva aftur, tí tað vóru fleiri, sum
høvdu søkt inn fleiri ferðir, áðrenn tey vóru sloppin inn.“
Hann valdi tí at halda fram við lesnaðinum á CBS.og samstundis arbeiða fyri at styrkja sínar
royndir.
Ein partur av hesum var at finna arbeiði, sum hevði samband við flogferðslu.
Frá Facebook-lýsing til A320-simulator
Eftir at hava sæð eina lýsing á Facebook fekk Zoran samband við ein A320-flúgvusimulator í
Keypmannahavn. Hann hevði tá longu fleiri túsund tímar av royndum við A320-
simulatorinum heima og valdi tí at senda ein teldupost.
Tað vísti seg at verða byrjanin upp á eina roynd, sum skuldi vísa seg at vera sera viðkomandi
fyri hansara víðari leið.
Sum Flight Instructor arbeiddi hann bæði við fólki, sum bara vildu royna, hvussu tað kendist
at flúgva eitt A320-flogfar, og við veruligum flogskiparum, sum fyrireikaðu seg til
simulatorroyndir hjá eitt nú SAS.
Við teimum seinastu fór arbeiðið nógv meira niður í smálutir, og teir kundu millum annað
venja at flúgva uttan autopilot.
Zoran arbeiðir framvegis parttíð í fyritøkuni. Harumframt tekur hann sær av kundatænastu og
týðir lýsingar og marknaðartilfar frá enskum til danskt.
Arbeiðið í simulatorinum hevur eisini givið honum eina aðra fatan av, hvat tað veruliga
merkir at vera flogskipari.
„Fólk halda kanska, at tað bara er autopiloturin, sum tekur yvir, aftaná at man er farin á flog,
men tað at flúgva einum flogfari krevur nógv meira enn tað.“
Ein flogskipari skal alla tíðina hava skil á nógvum ymiskum viðurskiftum, eitt nú veðri,
hædd, ferð og kós. Samstundis skal man vera førur fyri at handfara óvæntaðar støður.
Fyri Zoran hevur simulatorarbeiðið tí eisini gjørt tað greitt, hvussu nógv ábyrgd og vitan
fylgja við yrkinum.
552 umsøkjarar til 24 pláss
At sleppa inn á útbúgvingina í Tromsø er heldur ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum.
Tá Zoran søkti inn í 2026, vóru 552 umsøkjarar til 24 pláss.
Eftir upptøkuroyndirnar verður ein listi gjørdur við úrslitunum hjá øllum umsøkjarunum, og
samrøðan kann eisini ávirka endaliga úrslitið. Tey 24 hægst settu fáa eitt lestrarpláss.
Fyrstu ferð Zoran søkti, kom hann ígjøgnum allar royndirnar, men fekk ikki nóg høgt úrslit til
at sleppa inn.
Hann valdi tó at royna aftur.
Síðani fyrstu umsóknina hevði hann fingið fleiri royndir, sum hann metir hava styrkt
umsóknina. Hann hevði millum annað verið formaður í Samvinnuni, føroyska
lestrarfelagnum á CBS, og hevði fingið royndir við sjálvari flúgvingini í Roskilde og arbeitt
sum instruktørur í A320-flúgvusimulatorinum.
Tá hann søkti aftur í 2026, kendist upptøkutilgongdin eisini eitt sindur lættari.
„Eg føldi, at upptøkuroyndirnar vóru eitt sindur lættari, tí eg hevði verið ígjøgnum tær áður
og visti betur, hvat eg kundi vænta.“
Hesa ferð gekk tað.
Longu somu vikuna, sum hann hevði gjørt royndirnar, fekk hann boð um, at hann var sloppin
inn.
Hóast royndirnar frá simulatorinum og flogferðsluni hava styrkt umsóknina, fekk Zoran at
vita frá upptøkutoyminum, at tað fyrst og fremst eru upptøkuroyndirnar, sum telja, tá ið
avgjørt verður, hvør sleppur inn.
Frá Keypmannahavn til Tromsø
At flyta úr Danmark til Norra var tó ikki ein eins stór broyting, sum tað kanska kundi ljóða.
Zoran og unnustan høvdu longu búð í Danmark, meðan tey lósu á CBS, og tí vóru tey von við
at búgva uttanlands. Tey høvdu eisini funnið íbúð í Tromsø umleið tveir mánaðir, áðrenn tey
fluttu.
Ein stór orsøk til, at Zoran valdi UiT, er, at flogskiparaútbúgvingin er ókeypis. Tað er
sambært honum rættiliga serligt, tí bert fá støð í heiminum bjóða eina slíka útbúgving uttan
skúlagjald.
Hann hevur higartil ikki verið serliga stúrin um, hvussu sjálv útbúgvingin verður. Hann sigur
seg vera ein forvitnan persón og hevur brúkt nógva tíð frammanundan upp á at kanna
útbúgvingina og lesa seg inn á hana.
Hann væntar tó, at tað veruliga fer at seta seg inn, tá teir byrja við flúgvitástøðiligu fakunum
og sjálvari flúgvingini.
Ein framtíð í føroyskum loftrúmi?
Hóast leiðin nú gongur gjøgnum Norra, er framtíðarætlanin hjá Zoran ikki neyðturviliga
norðanfyri.
Sum føroyingur hevur hann altíð hildið tað vera serliga spennandi at flúgva til og úr
Føroyum. Veðrið, vindurin og landslagið kring flogvøllin í Vágum gera flúgvingina til
Føroya serliga áhugaverda fyri hann.
Og dreymurin er greiður.
Um fimm ár vónar Zoran at arbeiða sum stýrimaður hjá Atlantic Airways og hava basa í
Føroyum. Hann hevði serliga hildið tað verið spennandi at arbeitt hjá einum føroyskum
flogfelagi og samstundis búð í Føroyum.
„Tað eru nógv fleiri møguleikar, enn tú kanska heldur“
Hvat hevði hann so sagt við ein ungan føroying, sum sjálvur gongur við dreymi um at gerast
flogskipari?
Fyri Zoran er tað týdningarmikið at byrja tíðliga at kanna møguleikarnar og finna út av,
hvørji krøvini eru. Tað kann vera ein fyrimunur at seta seg inn í ymiskar útbúgvingar,
læknagóðkenning og kostnaðin, áðrenn ein velur sína leið.
Men tað týdningarmesta er kanska at vita, at tað ikki bara finst ein leið.
„Tað eru nógv fleiri møguleikar, enn tú kanska heldur.“
Og fyri Zoran er ein av teimum leiðunum nú farin úr Keypmannahavn til Tromsø – við einum
dreymi um, at næsta flogferðin verður úr Føroyum.
