Setursgongan 2026
Setursgongan 2026 gjørdist eitt sera væl eydnað og livandi tiltak, sum savnaði lesandi úr øllum landinum til ein dag og eitt kvøld við felagsskapi, undirhaldi og góðum upplivingum.

Setursgongan 2026
Setursgongan 2026 gjørdist eitt sera væl eydnað og livandi tiltak, sum savnaði lesandi úr øllum landinum til ein dag og eitt kvøld við felagsskapi, undirhaldi og góðum upplivingum.

Tiltakið byrjaði við, at vit í Ráð teirra lesandi (RTL) bjóðaðu vælkomin. Síðani setti Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tiltakið. Sjúrður Skaale var konferencier fyrra part av degnum og leiddi skránna á ein greiðan og undirhaldandi hátt.
Í auluni høvdu okkara stuðlar básar, har tey bæði skipaðu fyri kappingum við góðum vinningum og veittu upplýsandi tilfar til tey lesandi. Hetta skapti eitt livandi og jaligt umhvørvi, har nógv samspæl var millum fyritøkur og luttakarar.
Seinni á degnum var undirhald á skránni, har m.a. Marianna Winther framførdi saman við bólki, og luttakarar hugnaðu sær við ymiskum aktivitetum, sum til dømis beerpong.
Barr grulvið var ein stórur partur av tiltakinum, har luttakarar vitjaðu fleiri barrir í býnum, herímillum Glitnir, Tórshøll, Hvonn og Essabar. Barrirnar bjóðaðu góð tilboð, og hetta var við til at skapa eitt sera gott og lívligt lag.
Seinni um kvøldið tók Danny Baldursson yvir sum konferencier. Faroe5 hevði eina sera góða konsert, sum skapti nostalgi og góðan stemning við kendum sangum sum “Sig mær”, “Sjeikurin” og “Eina langa nátt”. Aftaná hetta kom Swangah á pallin við einari framførslu, sum fekk fjøldina at kóka. Kvøldið endaði við DJ Haraldsen, sum syrgdi fyri einum ógloymandi enda.
Vit í Ráð teirra lesandi vilja hervið takka tykkum, ið luttóku fyri sera góða móttøku av tiltakinum.
Serlig tøkk til okkara stuðlar, uttan tykkum hevði tað ikki verið møguligt at skipa fyri einum so væl eydnaðum tiltaki:
Tórshavnar kommuna, Føroya Banka, Hugskotið, Atlantic Airways, Nema, SEV, Trygd, Hotel Djurhuus, Hilton Garden Inn, Poul Michelsen, Effo, Magn, Sendistovan, Landshandilin, Rit & Rák, Grafikmaster, Burn, Føroya Bjór, Smyril Line, MFS, Elektron og Føroya Prent.
Vit gleða okkum til at menna Setursgonguna víðari sum eitt afturvendandi tiltak, og vóna at halda fram við góða samstarvinum frameftir.
Vinarliga,
Ráð teirra lesandi (RTL)
























