top of page

Minst til at skráseta teg til løgtingsvalið

Lesandi uttanlands ? MFS vil tryggja, at lesandi hava ávirkan á politisku avgerðirnar í Føroyum. Tí heita vit á øll lesandi uttanlands um at skráseta seg og greiða sína atkvøðu til komandi løgtingsval.

Minst til at skráseta teg til løgtingsvalið

Lesandi uttanlands ? MFS vil tryggja, at lesandi hava ávirkan á politisku avgerðirnar í Føroyum. Tí heita vit á øll lesandi uttanlands um at skráseta seg og greiða sína atkvøðu til komandi løgtingsval.

Fyri at atkvøða skalt tú vera á vallistanum.  Ert tú búsitandi uttanlands, skalt tú sjálv/ur søkja um upptøku á vallistanum. Tú søkir um upptøku hjá kommununi, har tú seinast var skrásett/-ur í Føroyum.

Tú hevur valrætt, um tú áðrenn fráflyting úr Føroyum hevur verið skrásett/-ur í fólkayvirlitinum í Føroyum í minst 5 ár tilsamans, og samstundis ikki hevur havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.

Soleiðis greiðir tú atkvøðu:

Vit hava verið í sambandi við fleiri kommunur og stovnar.  Mannagongdin er ikki eins í øllum kommunum, og freistir kunnu vera ymiskar.


Tí mæla vit til, at tú setir teg í samband við kommununa, har tú seinast var skrásett/-ur, fyri at fáa neyvari kunning um freistir og mannagongd.

Her eru nakrir møguleikar:

  • Lesandi uttanlands kunnu verða upptikin á vallistanum í kommununi, har tey seinast vóru skrásett í fólkayvirlitinum. Tú kanst søkja um hetta umvegis umsóknarblað ið kommunan letur tær.

  • Í summum kommunum ber til at skráseta seg á Vanganum. Tú ritar inn og velur tína kommunu undir tænastuveitarum. Sum nú er, ber hetta til í Eiðis, Fuglafjarðar, Fugloyar, Nes, Runavíkar, Sjóvar, Skúvoyar, Tórshavnar, Vágs og Vestmanna kommunu.

  • Tú kanst greiða atkvøðu við brævatkvøðu á sendistovum, føroysku viðskiftastovunum og kommunukontórum.

Tín atkvøða ger mun. Nýt hana!

bottom of page