Tá lestrarlívið røkkur út um undirvísingarhølini
Eitt kvøld á gongu við Setrinum

Tá lestrarlívið røkkur út um undirvísingarhølini
Eitt kvøld á gongu við Setrinum

Tá lestrarlívið røkkur út um undirvísingarhølini
Ein týðandi partur av lestrarlívinum er eisini tað, sum hendir uttan fyri undirvísingarhølini. At hitta onnur lesandi, skapa nýggj sambond og kenna seg sum part av einum størri felagsskapi hevur nógv at siga fyri trivnaðin á Setrinum.
Ráð teirra lesandi (RTL) arbeiðir tí við at skapa tiltøk, sum savna lesandi tvørtur um deildir, útbúgvingar og árgangir. Tvey av størri tiltøkunum eru Setursgongan og SeturSamanShow, sum verða hildin hvør sín part av lestrarárinum.
Setursgongan
Í mars 2026 varð Setursgongan hildin á fyrsta sinni. Tiltakið varð sett á stovn fyri at skapa eitt størri sosialt tiltak í várhálvuni, har lesandi frá øllum deildum á Fróðskaparsetrinum kunnu koma saman.
Setursgongan hevur millum annað til endamáls at taka ímóti teimum, ið byrja lesturin við vetrarbyrjan. Samstundis gevur tiltakið øllum lesandi á Fróðskaparsetrinum høvi at hugna sær saman uttan fyri lesturin og koma í samband við lesandi úr øðrum flokkum og útbúgvingum.
Tiltakið byrjar við, at øll savnast til eina felags byrjan. Her eru røður, undirhald og ymisk samansjóðandi innsløg á skránni. Eftir felags byrjanina fara luttakararnir á pub crawl. Á leiðini vitja tey ymisk støð, spæla spøl, og fáa høvi at koma í prát við lesandi, sum tey møguliga ikki høvdu hitt í gerandisdegnum. Tá pub crawlið er liðugt, savnast øll aftur, har konsert og sosialt kvøld eru á skránni.
Fyrsta Setursgongan varð sera væl móttikin millum tey lesandi. Nógv lesandi tóku lut, og RTL fekk góðar afturmeldingar eftir tiltakið. Hetta bendir á, at tørvur er á sosialum tiltøkum, sum savna lesandi. Ætlanin hjá RTL er tí, at Setursgongan skal gerast eitt afturvendandi tiltak í várhálvuni.
Fyrsta Setursgongan vísti eisini, hvussu stóran týdning tað kann hava at skapa karmar, har lesandi hittast uttan fyri sín egna flokk og sína egnu útbúgving. Í gerandisdegnum er tað ikki altíð, at ein sjúkrarøktarfrøðilesandi, læraralesandi og verkfrøðilesandi koma í samband hvør við annan. Við einum felags tiltaki verður møguleiki fyri júst hesum – at hittast tvørtur um fakbólkar og kenna seg sum part av einum størri lestrarfelagsskapi.
SeturSamanShow
Í august verður SeturSamanShow hildið í sambandi við innleiðsluna og byrjanina á nýggja lestrarárinum. SeturSamanShow hevur verið ein partur av innleiðsluni á Fróðskaparsetrinum í nógv ár.
Endamálið við SeturSamanShow er at geva nýggjum lesandi eina góða og sosiala byrjan á lestrarlívið, samstundis sum verandi lesandi fáa høvi at hittast aftur eftir summarfrítíðina.
Kvøldið er merkt av undirhaldi og felagsskapi. Á skránni eru millum annað tónleikaframførslur, pubquiz, felagssangur og annað undirhald.
Týdningurin av tiltakinum er, at lesandi hava eitt fast tiltak, sum tey kunnu gleða seg til á hvørjum ári. Her fáa tey høvi at koma saman, práta og knýta bond, samstundis sum tey síggjast aftur eftir summarfrítíðina. Fyri nýggj lesandi er tað eitt høvi at koma inn í lestrarfelagsskapin frá byrjan, og fyri tey, sum longu eru í lestri, er tað ein góður máti at byrja eitt nýtt lestrarár saman. Soleiðis er SeturSamanShow við til at seta ein góðan og sosialan dám á lestrarárið heilt frá byrjan.
Felagsskapur alt lestrarárið
Setursgongan og SeturSamanShow verða hildin hvør sín part av árinum, men endamálið er tað sama: at savna lesandi og styrkja felagsskapin á Fróðskaparsetrinum. Tiltøkini geva sostatt lesandi eina sosiala byrjan á lestrarárið, bæði eftir summarfrítíðina og við vetrarbyrjan.
Við hesum tiltøkunum ynskir RTL at skapa eitt lestrarumhvørvi, har lesandi ikki bert kenna tey á síni egnu útbúgving, men eisini fáa møguleika at knýta bond tvørtur um fakbólkar, deildir og árgangir.
Málið er, at Setursgongan og SeturSamanShow skulu vera afturvendandi tiltøk, sum lesandi kunnu gleða seg til, og sum eru við til at gera lestrartíðina á Fróðskaparsetrinum bæði sosialari og minnisverdari.
Ráð teirra lesandi (RTL)



