lestrarstørv
Ert tú lesandi og ynskir at finna eitt starv, ið kann sameinast við tín lesnað? Á hesi síðuni finnur tú lestrarstørv, ið kunnu geva tær viðkomandi royndir, innlit í arbeiðslívið og møguleikar fyri fakligari menning. Vit leggja dent á at savna størv, sum eru serliga ætlað lesandi – bæði í Føroyum og uttanlands. Portalurin er ætlaður at gera tað lættari at finna arbeiði, ið stuðlar undir tína útbúgving og gevur íblástur til tína framtíðarleið.

Próvstovan
Freist: 10 apríl 2025
Próvstovan/Nám leitar eftir 4 lesandi í Keypmannahavnarøkinum til kotingararbeiði í sambandi við PISA 2025.

Demmus
Freist: 14 apríl 2025
Hevur tú áhuga fyri móta og skóm, og kundi tú hugsað tær at starvast í handli nakrar timar annaðhvørt vikuskifti? í Demmus/Skoringen sóknast tey eftir einum parttíðar handilsfólki.

Útlendingastovan
Freist: 22 apríl 2025
Útlendingastovan søkir eftir einum løgfrøðilesandi at byrja 1. mai ella sambært nærri avtalu. Í lestrarstarvi á Útlendingastovuni kemur tú í høvuðsheitum at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni.

MFS
Freist: Leypandi
Endamálið við skipanini er at geva MFS eitt betri innlit íumstøðurnar hjá lesandi í hesum londum. Hetta tryggjar, at lesandi hava eina røddumvegis MFS, hóast lestrarland teirra ikki hevur eins og nógv føroysk lesandi sumonnur støð.
Vit hava ikki altíð yvirlit yvir øll størv, ið eru tøk fyri lesandi. Um tú kennir til eitt lestrarstarv, ið kundi verið viðkomandi at deilt her, ella um tú umboðar eina fyritøku ella stovn, sum hevur møguleikar fyri lesandi, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit taka fegin ímóti boðum og vilja vera við til at knýta samband millum lesandi og arbeiðsgevarar.