top of page

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Freist: 

25. september 2026

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er, at veita føroyingum í Danmark ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og útbúgvingarligum viðurskiftum. Í Ráðgevingini starvast tveir sosialráðgevar.


Ráðgevingin hevur skrivstovu á Norður Bryggjuni, Strandgade 91, 4., Keypmannahavn.


Ráðgevingin ynskir at miðla meira vitan og kunning á sosialu miðlunum, og okkum tørvar íblástur, vitan og amboð til hesa uppgávu.


Vit ynskja okkum ein lesandi, sum hevur innlit í og førleikar at skapa og brúka sosialar miðlar við fakligum innihaldi.


Talan er um eitt lestrarstarv áleið 25-30 tímar um mánaðin í eitt avmarkað tíðskeið, fyribils í seks mánaðir. Løn sambært sáttmála.


Hevur hetta tín áhuga er tú vælkomin at senda okkum eina umsókn til radgevingin@radgevingin.dk í seinasta lagi 25. september 2026. Hevur tú spurningar er tú vælkomin at ringja til Bjørg Svartá ella Ingrid Jensen á 33239980.

bottom of page