Nais
Í oktober 2017 savnaðust lestrarfelagsumboð úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum fyri at kjakast um møguleikan at stovna eitt nýtt samstarv millum tey trý landslestrarfeløgini.
Hetta varð byrjanin á NAIS – North Atlantic Islands’ Student cooperation.
Limafeløgini í NAIS eru:
• LÍS – Landslestrarfelag Íslands
• MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta
• Ili ili – Landslestrarfelag Náttariavísindaliga í Grønlandi
• Avalak – Grønlandskt lestrarfelag í Danmark
Endamálið við NAIS er at styrkja útbúgving í arktisku smáríkjunum.
Sostatt er sjónin hjá NAIS at fremja eitt altjóða og globaliserað lestrarumhvørvi innan hægri útbúgving í norðuratlantiska økinum.
NAIS hevur til endamál at savna lesandi í eitt netverk, har feløgini kunnu spegla seg í hvørjum øðrum og fáa møguleika at deila royndir og vitan um arbeiðið at verja rættindi lesandi í norðuratlantisku londunum.
NAIS miðar eisini eftir at skapa nýggjar og nýhugsandi arbeiðshættir, serliga lagaðar til lestrarfeløg av í smærri londum, sum virka í stórum og avbyrgingum landafrøðiligum økjum. Í hesum føri Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Harafturat vil NAIS varpa ljós á týdningin av gransking í økinum, við serligum denti innan útbúgving. NAIS er sannført um, at gransking er ein týðandi hornasteinur í hesum trimum londum. Orsøkin er, at smáríki sum okkara, ofta hava avbjóðingar, ið eru munandi øðrvísi enn hjá størri londum. Hetta skapar sjálvsagt tørv á serligum og skikkaðum loysnum.
NAIS heldur, at við gransking kunnu vit menna og styrkja tað grundarlag, politiskar avgerðir verða tiknar á, og á tann hátt skapa eina betri og sterkari hægri útbúgvingarskipan.
Umframt at vera ein samstarvspallur og eitt netverk fyri lesandi, er NAIS eisini ein sameind rødd hjá lesandi í øllum trimum londunum. Tað er av sera stórum týdningi, at vit varðveita eina sterka og sjónliga uttanhýsis rødd, og at týdningurin av hesi rødd støðugt verður undirstrikaður í øllum kjaki, ið snýr seg um áhugamál og viðurskifti hjá lesandi.