top of page

nevndin fyri altjóða samstarvi

Nevndin fyri altjóða samstarvi hevur til uppgávu at umsita alt samskifti felagsins við samstarvsfelagsskapir uttanfyri landoddarnar.

​

Altjóðaskrivarin er føddur formaður/forkvinna í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar.

MFS er partur av trimum altjóða samstørvum. Hesi eru:

​

The North-Atlantic Islands’ Student cooperation (NAIS) er eitt samstarv millum lestrarfeløgini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Endamálið við NAIS er at virka fyri hægri útbúgving og rættindum hjá lesandi í smátjóðum í Útnorði, og at viðgera avbjóðingar og møguleikar, ið londini hava til felags.

​

Nordiskt Ordförande Möte (NOM) er ein felagsskapur við norðurlendskum og baltiskum londum, sum savnast at viðgera útbúgvingarpolitikk og onnur viðkomandi evni og rák í umrøddu londunum. NOM varð stovnað í 1945 og síðan 1966 hevur MFS verið limur.

​

European Students’ Union (ESU) hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO. MFS gjørdist limur í ESU í 2021

bottom of page