top of page

Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur hjá Meginfelag Føroyskra Studenta (hereftir MFS)

MFS viðger upplýsingar, ið tú letur okkum, ella sum vit innheinta, í samsvari við galdandi reglur. Tínar upplýsingar verða viðgjørdir við virðing fyri trúnaðinum á upplýsingunum og fyri tínum privatlívi.

Fjarskiftiseftirlitið sum dátuábyrgdari

MFS er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, vit fáa frá tær ella um teg í sambandi við eitt mál ella eina áheitan. MFS viðger tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, ella sum vit fáa frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum. 

Grundarlagið hjá MFS at viðgera persónupplýsingar

Høvuðsuppgávan hjá MFS er at umboða føroysk lesandi. Vit viðgera tínar upplýsingar, tá:

-    Tú skrásetur teg sum lim í MFS
Tá ið tú skrásetur teg sum lim innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er:
•    skráseta teg í su
•    avgreiða limagjald
•    at fáa fatur á tær til viðkomandi kunning
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

-    Tá tú stuðular MFS
Tá ið tú stuðlar MFS innsavna vit upplýsingar um teg ella um ein kontaktpersón, um talan er um eina fyritøku. Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er:
•    avgreiða stuðulsgjaldið
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

-    Tá tú meldar teg til tiltøk hjá MFS
Tá ið tú meldar teg til tiltøk hjá MFS innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er:
•    avgreiða tiltakið
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.


 

Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?

Limir í MFS ráðnum hava atgongd til tínar persónupplýsingar. Tó verða upplýsingar eisini bólkarir í mappur við avmarkaðari atgongd, soleiðis at upplýsingar bara verða viðgjørdir, í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av tínum máli/áheitan.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum almennur myndugleiki og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.
Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at MFS hevur tikið avgerð í málinum. Upplýsingar, ið verða brúktir til bókahald verða goymdir í 5 ár, sambært verandi lóggávu.

Hvørji rættindi hevur tú?

Dátuverndarlógin gevur tær hesi rættindi:
•    Rætt til kunning (§§ 23-25)
•    Innlitsrætt (§ 26)
•    Rætt til rætting (§ 27)
•    Rætt til striking (§ 28)
•    Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
•    Fráboðanarskyldu í samband við rætting ella striking av persónupplýsingum ella avmarking av viðgerð (§ 30)
•    Rætt til dátuflutning (§ 31)
•    Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
•    Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering (§ 35)
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.

Kann eg klaga?

Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina hjá MFS av tínum upplýsingum, um tú metir, at viðgerðin ikki er í samsvari við dátuverndarlógina.

Dátuverndarfólk

Varaforfólki í ráðnum er dátuverndarfólk fyri MFS. Í ráðsárinum 2024-2025 er Heiðrun Hammer dátuverndarfólk.
Tú kanst venda tær til dátuverndarfólkið á teldupostadressu heidrun@mfs.fo ella á telefon (+298) 737080 

Okkara samskiftisupplýsingar

Meginfelag Føroyskra Studenta 
J. C. Svabosgøta 7
FO-100 Tórshavn
Telefon: (+298) 737080 
Teldupostur: mfs@mfs.fo

bottom of page