top of page
MFS_Logo_Ugla_Bitmap.png

Starvsskipan

Samtykt á aðalfundi tann 22. juli 2021

Inngangur

Starvsskipanin hjá MFS er innanhýsis regluverk felagsins. Endamálið við starvsskipanini er at nágreina: 

  • hvussu felagsskapurin yvirskipað verður rikin 

  • hvørjar uppgávurnar hjá valdum og útnevndum ábyrgdarpersónum eru 

  • hvørjar heimildir og skyldur knýta seg at ymisku skipanarligu gøgnunum í felagnum – eitt nú aðalfundinum og føstu nevndunum

  • hvussu felagið verður rikið á effektivan og skilagóðan hátt

  • hvørjar meginreglur galda í mun til hóskandi umboðan og atburð í tænastu vegna felagið

  • hvussu ósemjur og trætur verða loystar.

Starvsskipanin er altíð undir viðtøkum felagsins. Starvsskipanin hevur til endamáls at útgreina nærri, hvussu viðtøkurnar skulu útinnast í gerandisliga virkseminum.

 

Aðalfundurin

Aðalfundurin er evsti myndugleiki felagsins. Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið, og allar týðandi avgerðir um virksemi felagsins verða lagdar fyri aðalfundin at viðgera og samtykkja. Viðtøkurbroytingar og broytingar í starvsskipanini – eins og eitt nú útblakan av limum og misálit á forseta felagsins – kunnu bert fremjast á aðal- ella eykaaðalfundi. felagsins, eins og ráð felagsins bert kann veljast av aðalfundinum.

Til aðalfundin hava allir limir felagsins rætt at senda inn uppskot, møta og taka lut á fundinum, eins og teir kunnu stilla upp til forsetasessin ella ráðið og atkvøða um innkomin mál, viðtøku- og ráðsskipanarbroytingar og til val av forseta og ráðið. 

Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá 15 limir eru møttir. 

Aðalfundurin skal helst haldast í juli ella august mánaði, tá ið flest lesandi eru í Føroyum og hava møguleika at møta á fundi um hetta mundi.

Aðalfundurin kann haldast lutvíst ella heilt umvegis alnótina, um ráðið samtykkir hetta. Luttakarar umvegis alnótina hava somu rættindi sum luttakarar á staðnum. 

Aðalfundurin er opin fyri almenninginum, men luttakandi limir hava rætt til at skjóta upp, at partar ella allur fundurin verður bert fyri limir. Uppskot um at lata fundin aftur, verða avgreidd við vanligum meiriluta. 

Skrá til aðalfund skal altíð í minsta lagið fevna um:

  • Val av fundarstjóra og skrivara

  • Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni

  • Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.

  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.

  • Val av grannskoðara

  • Framløga og viðgerð av innkomnum málum

  • Val av ráði

  • Ymiskt

 

Mannagongd á aðalfundinum

Val av fundarstjóra og skrivara (formansskapur)

  • Ráðið skjýtur upp fundarstjóra og fundarskrivara til aðalfundin. Hesi eru í felag formansskapur fyri aðalfundin.

  • Ráðið skal stremba eftir at skjóta upp fundarstjóra og -skrivara, hvørs trúðvirði er høgt í metum millum limir felagsins. Ráðið skal stremba eftir at skjóta upp fundarstjóra og -skrivara, ið ikki eru ráðslimir ella starvsfólk í MFS.

  • Allir limir kunnu skjóta upp limir til formansskap aðalfundsins. 

  • Atkvøtt verður fyrst um uppskotið hjá ráðnum umvegis opið álitisval. 

  • Fellir uppskotið, er virkandi forsetin fundarstjóri og stendur fyri vali av formansskapi fyri fundin.

 

Uppgávur hjá formansskapinum

Uppgávur hjá fundarstjóra

Fundarstjórin hevur skipanarligu ábyrgdina av aðalfundinum. Hann stýrir fundinum og hevur ábyrgd av tíðarætlan og røðaralista. 

Fundarstjórin hevur heimild til stýra viðgerð av málum sambært mannagongdini í “viðgerð av málum” undir “fundir” í starvsskipanini.

Uppgávur hjá fundarskrivara

Fundarskrivarin ger frágreiðing frá aðalfundinum. Ráðið góðkennir frágreiðingina. Frágreiðing skal taka saman um týdningarmesta orðaskifti á fundinum eins og allar niðurstøður, ið fundurin hevur tikið.

Fundarskrivarin hevur harafturat ábyrgd av atkvøðugreiðslum. 

Tá ið talan er um opnar atkvøðugreiðslur, so skal fundarskrivarin saman við fundarstjóranum telja atkvøður og notera hesar.

Tá ið talan er um afturlatnar/loyniligar atkvøðugreiðslur, so hevur fundarskrivarin ábyrgd av, at atkvøðugreiðslan fer fram sambært galdandi ásetingum í starvsskipanini.

Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni

Ráðið ger uppskot til skrá og raðfylgju. Allir limir kunnu skjóta upp punkt at seta á skrá og broytingaruppskot til raðfylgjuna í skránni, ið ráðið hevur skotið upp.

Fundarstjórin tekur støðu til, um atkvøðast skal um uppskot at seta á skrá og broytingaruppskot til raðfylgjuna. 

Uppskot til mál at seta á skrá og broytingaruppskot til raðfylgjuna verða avgjørd við opnari atkvøðugreiðslu við vanligum meiriluta.

Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.

Ráðið skal á aðalfundi greiða frá virksemi felagsins í farna ráðsskeiði. 

Ynskiligt er, at forsetin greiðir frá, men hetta er ikki krav.

Tíð skal setast av til umrøðu av frágreiðingini, og limir skulu kunnu seta spurnignar til frágreiðingina.

Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.

Ynskiligt er, at fíggjarstjórin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri seinasta roknskaparár, men annar ráðslimur ella starvsfólk kann gera hetta.

Tíð skal setast av til umrøðu av roknskapinum, og limir skulu kunna seta spurnignar til frágreiðingina.

Atkvøðast skal fyri góðkenning av roknskapinum. Fundarstjórin tekur støðu til, hvussu hendan atkvøðugreiðslan fer fram.

Val av grannskoðara

Ráðið skjýtur grannskoðara upp, og grundgevur fyri uppskotinum. 

Allir limir kunnu skjóta grannaskoðara upp.

Fundarstjórin tekur støðu til, hvussu hendan atkvøðugreiðslan fer fram.

Framløga og viðgerð av innkomnum málum

Uppskot um viðtøkubroytingar og broytingar í starvsskipanini skulu vera send skrivstovuni í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Onnur mál skulu verða send inn 7 dagar áðrenn. Uppskot skulu skrivast á føroyskum ella enskum.

Fundarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju innkomnu málini verða viðgjørd, og hvussu nógv tíð verður sett av til hvørt.

Fundarstjórin ger av, hvussu atkvøtt verður um innkomnu málini

Val av ráðið

  • Veljast skulu í minsta lagi 6 og í mesta lagi 11 umboð í ráðið.

  • Valt verður á einum lista, og limir skriva í mesta lagið 11 nøvn í prioriteraða raðfylgju á seðilin.

  • Stendur á jøvnum, verður umval millum tey valevni, tað stendir á jøvnum millum

  • Til ber at stilla upp til ráðið við at lata fulltrú til annan lim á fundinum.
     

Ymiskt

Undir ymiskt hava limir møguleika at skjóta ymiskt upp, ið ikki frammanundan er sett á skrá. 

Fundastjórin ger av, um neyðugt er at atkvøða um uppskot frá limum til ymiskt.

Ikki ber til at taka avgerðir undir punktinum ymiskt (til tess skulu uppskotini sendast inn áðrenn ásettu freist), men bert umrøða og viðgerða spurningar.

Misálit á fundarstjóran og/ella fundarskrivaran

Metir limur, ið tekur lut á aðalfundinum, at fundarstjórin ella fundarskrivarin ikki stýra fundinum sambært góðum fundarsiði ella á annan hátt eru óreiðiligir, so kann hesin reisa misálit á fundarstjóran og/ella fundarskrivaran. 

Verður mislálit á fundarstjóra og/ella -skrivara reist, verður beinavegin atkvøðugreiðsla um misálitið, ið aðrir persónar enn verandi fundarstjóri og -skrivari standa fyri. 

Verður misálitið samtykt, so skjýtur ráðið nýggjan fundarstjóra og -skrivara upp.

Verður nýggja uppskotið um fundarstjóra og -skrivara felt, verður fundurin niðurlagdur, til fundurin kann semjast um nýggjan formansskap fyri fundin.

Eydnast tað ikki ráðnum at fáa undirtøku fyri nýggjum formansskapi fyri fundin, skal fundurin slítast og kallast skal inn til eykaaðalfund.

 

Eykaaðalfundurin

Eykaðalfundur hevur somu heimildir sum aðalfundur.

Eykaaðalfundurin verður stjórnaður eftir somu reglum sum aðalfundurin.

Eykaaðalfundur kann verða umbiðin av meiriluta av ráðslimum ella av limi, um umbønin hevur stuðul av meiriluta í ráðnum.

Tá ið limur ella ráðslimur biðja um eykaaðalfund, skal fundarskrá fylgja við umbønini. Skráin kann víkja frá skránni til vanliga aðalfund.

Eykaaðalfundurin skal verða lýstur í seinasta lagi 14 dagar áðrenn hann verður hildin.

Broytingaruppskot og onnur mál skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn eykaaðalfundurin verður hildin.

Ráðið

MFS ráðið er hægsti myndugleiki felagsins millum aðalfundir.

Í MFS ráðnum sita forsetin, varaforsetin, ráðsskrivarin, fíggjarstjórin, altjóða skrivarin og samskiftis- og marknaðarførslustjórin, umframt vanligar ráðslimir og tiltakslimir. Tá ið atkvøtt verður í ráðnum hava ráðslimir eina atkvøðu í part og avgerðir verða, um ikki annað er ásett, tiknar við vanligum meiriluta.  Ráðslimir hava rætt at møta á ráðsfundum. Ráðið er viðtøkuført, tá helvtin av ráðnum er møtt. Tiltakslimir hava rætt at møta á fundum, men hava ikki rætt at atkvøða. Møtir ráðslimur ikki á fundi, fellur  atkvøða hansara til tiltakslim. 

Ráðsfundir

Forsetin kallar ráðið saman og stýrir fundinum. Berst honum frá, er varaforsetin tiltaksfólk hansara. Ráðsskrivarin skal festa á blað alt, sum fer fram á fundi.

Fíggjarstjórin skal leggja fíggjarstøðuna fram á hvørjum ráðsfundi, ella syrgja fyri, at annar ráðslimur ella starvsfólk ger tað.

Forsetin skal kalla ráðið saman, um minst helvtin av ráðnum krevur tað.

Ráðsfundurin skal lýsast skrivliga við skrá og við 7 daga freist.

Á lógliga lýstum fundi kann ráðið viðgera øll mál, ið eru lýst í fundarskránni og taka avgerð í somu málum, um minst helvtin av øllum ráðslimunum atkvøður fyri málinum.

Um tað stendur á jøvnum við atkvøðugreiðslu í ráðnum, er atkvøða formansins avgerandi.

Til ber at leggja fram mál, ið ikki eru lýst í fundarskránni, um ráðið samtykkir hetta.

Limir í ráðnum hava tagnaðarskyldu viðvíkjandi kjakinum til ráðsfund, men ikki viðvíkjandi niðurstøðum, ið verða tiknar til fundirnar. Tó kann ráðið, um meiriluti er fyri tí, krevja tagnaðarskyldu til serliga viðkvæmar niðurstøður. Limir í ráðnum hava altíð tagnaðarskyldu viðvíkjandi niðurstøðum, ið innihalda persónsupplýsingar, ið ikki skulu almannagerast sambært Dátuverndarlógini. 

Ráðsfundir kunnu verða hildinir umvegis alnótina. Somu mannagongdir eru galdandi, um fundurin verður hildin umvegis alnótina. 

 

Forseti (President)

  • Forsetin verður valdur av ráðnum fyri eitt ár í senn.

Uppgávur og skyldur

  • Forsetin er andlit felagsins úteftir og hann skal tryggja felagnum góða og virðiliga umboðan í hóskandi fora

  • Forsetin skal hava yvirlit yvir alt virksemi felagsins og samskipa arbeiðsætlan felagsins.

  • Forsetin skal kalla inn til ráðsfundir, gera fundarskrá og vera fundarstjóri á ráðsfundum.

  • Forsetin skal í allari starvsrøkt síni vera óheftur, fevnandi og umboða limirnar í MFS

  • Forsetin skal kunna seg um bygna felagsins, innanhýsis mannagongdir, arbeiðsætlanir og starvsskipan umframt árfrásagnir, politiskar útsagnir og politikkskjøl.

  • Forsetin er føddur formaður/forkvinna í útbúgvingar- og trivnaðarpolitisku nevndini. Forsetin kann eisini velja at lata annan ráðslim røkja hesa uppgávuna.

 

Varaforseti (Vice President)

  • Varaforsetin verður valdur av ráðnum fyri eitt ár í senn

Uppgávur og skyldur

  • Varaforsetin traðkar til í stað forsetans, um hesin hevur forfall ella er í farloyvi

  • Varaforsetin skal – eins og forsetin – kunna seg um, hvussu felagið virkar og grundarlagið undir virkseminum.

  • Varaforsetin hjálpir forsetanum við skyldum hansara, eitt nú við at kalla inn til fundir, stjórna teimum og gera fundarskráir.

  • Varaforsetin er føddur formaður/forkvinna í nevndini fyri lógarbroytingar.

  • Varaforsetin hevur til uppgávu at kalla inn til fundir í nevndini fyri lógarbroytingar, gera fundarskrá og stjórna fundunum. Varaforsetin skal eisini tryggja, at fundarfrágreiðingar verða skrivaðar og samtyktar av nevndini.

Ráðsskrivari (Council Secretary)

  • Ráðið velur á skipanarfundinum ráðslim at vera skrivari í ráðssetuni.

  • Ráðsskrivarin er 2. varaforseti.

Uppgávur og skyldur

  • Skrivarin hevur til uppgávur at skriva frásagnir frá ráðsfundum og arbeiðs- og temadøgum. 

  • Fundarfrásagnir skulu sendast ráðslimum í seinasta lagi eina viku eftir hildnan ráðsfund. Fundarfrásagnir verða góðkendar á næstkomandi ráðsfundi.

  • Skrivarin uppskrivar hjá- og fráveru hjá ráðslimum í fundarfrásagnirnar.

 

Fíggjarstjóri (Financial Officer)

  • Ráðið velur á skipanarfundinum ráðslim at vera fíggjarstjóri í ráðssetuni

  • Fíggjarstjórin er 3. varaforseti

Uppgávur og skyldur

  • Fíggjarstjórin hevur til uppgávu at hava yvirlit yvir og eftirlit við fíggjarviðurskiftum felagsins.

  • Fíggjarstjórin skal á ráðsfundi kunna um fíggarstøðu felagsins, og loyva ráðslimum at seta spurningar. Um ikki fíggjarstjórin fær møtt, skal hann bera so í bandi, at varafólk leggur fram hansara vegna.

  • Fíggjarstjórin skal innan ein mánaða eftir, at ráðið hevur gjørt arbeiðsætlan, gera uppskot til fíggjarætlan fyri ráðssetuna. Hendan skal gerast í samstarvi við forseta, altjóða skrivara og samskiftis- og marknaðarførslustjóra. Ætlanin kann broytast leypandi.

  • Fíggjarstjórin hevur ábyrgd av, at serlig mannagongd fyri atgongd til kontur felagsins verður gjørd og samtykt av ráðnum.

 

Altjóða skrivari (International Officer)

  • Ráðið velur á skipanarfundinum ráðslim at vera altjóða skrivari í ráðssetuni.

Uppgávur og skyldur

  • Altjóða skrivarin røkir altjóða virksemi felagsins, samskifti við lestrarfelagsskapir í øðrum londum og studentameginfeløg í Evropa og longur víða úti í heimi.

  • Altjóða skrivarin skal kunna ráðslimir og limir um týðandi og viðkomandi lestrarpolitiskar hendingar í granna- og samstarvslondum.

  • Altjóða skrivarin skal í seinasta lagi 30 dagar eftir, at hann er kosin, leggja eina arbeiðsætlan um altjóða samstarv fyri ráðið, ið nágreinar mál og ætlanir á økinum. Ætlanin kann broytast leypandi.

  • Altjóða skrivarin hevur til uppgávu at tryggja, at MFS er umboðað við týðandi NAIS-, NOM- og ESU-fundir. Hann skal tryggja, at kostnaðurin ikki gerst ov høgur og skal tí samstarva tætt við fíggjarstjóran og skrivstovuna.

  • Altjóða skrivarin skal seta seg væl inn í virksemið hjá samstarvsfelagsskapunum hjá MFS, herundir serliga NOM og ESU, og hevur eisini til uppgávu at kunna ráðslimir og limir felagsins um hesar.

  • Altjóða skrivarin er natúrligt umboð hjá MFS á millum- og altjóða fundum, men eigur at stremba eftir, at fundarumboðanin hjá MFS verður so fjølbroytt sum møguligt.

  • Altjóða skrivarin skal tryggja, at frágreiðingar altíð verða gjørdar, tá ið MFS er umboðað uttanlands.

  • Altjóða skrivarin er føddur formaður/forkvinna í altjóða nevndini hjá MFS.

  • Altjóða skrivarin hevur til uppgávu at kalla inn til fundir í altjóða nevndini, gera fundarskrá og stjórna fundunum. Altjóða skrivarin skal eisini tryggja, at fundarfrágreiðingar verða skrivaðar og samtyktar av nevndini.

 

Samskiftis- og marknaðarførslustjóri (Communications Officer)

  • Ráðið velur á skipanarfundinum ráðslim at vera samskiftis- og marknaðarførslustjóri fyri eitt ár í senn.

Uppgávur og skyldur

  • Samskiftis- og marknaðarførslustjórin hjá MFS hevur ábyrgd av øllum samskifti og allari marknaðarføring felagsins. Saman við samskiftis- og marknaðarførslunevndini er tað uppgáva hansara at samskipa lýsingar- og samskiftisvirksemi felagsins og tryggja, at felagsskapurin er sjónligur, verður lýstur og sæddur sum eitt seriøst og virðiligt umboð limir felagsins.

  • Samskiftis- og marknaðarførslustjórin skal í seinasta lagi 30 dagar eftir, at hann er kosin, leggja eina samskiftis- og marknaðarførsluætlan fyri ráðið.

  • Samskiftis- og marknaðarførslustjórin er føddur formaður/forkvinna í samskiftis- og marknaðarførslunevndini hjá MFS.

  • Samskiftis- og marknaðarførslustjórin hevur til uppgávu at kalla inn til fundir í samskiftis- og marnkaðarførslunevndini, gera fundarskrá og stjórna fundunum. Samskiftis- og marknaðarførslustjórin skal eisini tryggja, at fundarfrágreiðingar verða skrivaðar og samtyktar av nevndini.

 

Fastar nevndir undir ráðnum

Nevndin fyri altjóða samstarvi (Committee for International Affairs)

Nevndin fyri altjóða samstarvi hevur til uppgávu at umsita alt samskifti felagsins við samstarvsfelagsskapir uttanfyri landoddarnar. Altjóða skrivarin er føddur formaður í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar.

 

Lógarbroytingarnevndin (Committee for Legislative Changes)

Lógarbroytingarnevndin hevur til uppgávu at leypandi eftirmeta viðtøkur og starvsskipan felagsins. 

Varaforsetin er føddur formaður í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar.

Nevndin skal leypandi kunna ráðið um møguligar broytingar, og skal í seinasta lagi tveir mánaðir áðrenn regluligan aðalfund leggja uppskot um eventuellar broytingar í viðtøkum ella starvsskipan felagsins fyri ráðið til viðgerðar.

 

Samskiftis- og marknaðarførslunevndin (Committee for Communication and Marketing)

Samskiftis- og marknaðarførslunevndin hevur til uppgávu at samskipa alt kunningarvirksemið hjá felagnum. Nevndin ger saman við samskiftis- og marknaðarførlsustjóranum eina samskiftisætlan, tá ið nýggja ráðið hevur skipað seg, og skal útinna og leypandi eftirmeta hesa ætlanina.

Samskiftis- og marknaðarførslustjórin er føddur formaður/forkvinna í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar.

 

Útbúgvinar- og trivnaðarpolitiska nevndin

Útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin hevur til uppgávu at viðgera og miðla politisku sjónarmiðini hjá ráðnum. Nevndin samskipar politiska arbeiðið hjá MFS – eitt nú leiklutin hjá MFS í lógararbeiði og arbeiðið at orða politisku hugsan felagsins í politiskum skjølum og yvirlýsingum. Somuleiðis kann nevndin taka mál upp, sum eru aktuell í samfelagskjakinum. Nevndin hevur eisini til uppgávu, saman við samskiftis- og marknaðarførslunevndini, at miðla politisku sjónarmið felagsins – eitt nú í lesarabrøvum, tíðindaskrivum, á heimasíðu, sosialum miðlum og á annan hátt.

Forsetin er føddur formaður/forkvinna í útbúgvingar- og trivnaðarpolitisku nevndini og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar, men kann velja at lata annan ráðslim røkja hesa uppgávu.

 

Stevnumið

Stevnumið felagsins eru yvirskipaðu hugmyndir og hugsjónir felagsins. Tær eru tey meiri tíðarleysu virðini, ið felagið er grundað á og altíð strembar eftir at virka fyri. Tey eru ikki ætlað sum ítøkilig uppskot um átøk, ið eiga at fremjast, men tær yvirskipaðu meginreglurnar, ið felagið altíð skal stiðja seg til í virksemi sínum.

Stevnumiðini kunnu bert samtykkjast av og broytast á aðalfundi.

Stevnumiðini skulu miðja eftir at vera so tíðarleys sum til ber, men tey skulu endurskoðast í øllum førum eina ferð hvørji 10 ár. 

Arbeiðsætlan

Til tess at tryggja, at ráðið arbeiðir skipað og málrættað, so skal ráðið altíð arbeiða við eini arbeiðsætlan. 

Tá ið nýtt ráð er valt, hevur ráðið 30 dagar at gera eina arbeiðsætlan fyri ráðssetuna.

Fundir

Eins og í øðrum áhugafeløgum og fyritøkum, eru fundir týðandi partur av virkseminum hjá MFS. Allar týðandi avgerðir verða tiknar á fundum. Til tess at tryggja, at fundirnir eru regluligir, fíggjarliga skynsamir og effektivir, eru fastar mannagongdir og ávísar reglur fyri, hvussu fundarvirksemið í MFS verður skipað. Gevið gætur, at hesar mannagongdir eru galdandi fyri alt alment fundarvirksemi hjá MFS, og eigur at virka sum vegleiðing til fundir, ið ikki eru skipanarligir partur av virksemi felgasins.

Forsetin er fundarstjóri á fundum í høvuðsstjórnini.

Nøkur yvirskipað góð ráð til fundir:

  • Drúgv og góð fyrireiking eru lykilin til góðar fundir. Endamálið við fundinum má vera púra greitt, fundarskráin skal vera gjørd í góðari tíð og send fundarluttakarunum, so teir kunnu fyrireika seg. Fundurin skal somuleiðis vera lýstur í góðari tíð, so at fundarluttakarar fáa tryggjað sær, at teir fáa møtt.

  • Við fundarbyrjan lýsir fundarstjórin endamálið við fundinum, gjøgnumgongur fundarskránna og tryggjar sær, at fundarumboð skilja hana og taka undir við henni. Eisini skal fundarfrásøgn frá seinasta fundi viðgerast og góðkennast (um ein slík finst). 

  • Er talan um fund, har ongin fundarstjóri og/ella fundarskrivari eru, ið skipanarliga hava ábyrgd av at stjórna fundinum og røkja skrivarauppgávuna, mugu hesir veljast sum tað fyrsta.

  • Fundarstjórin skal tryggja sær, at fundurin er lógliga lýstur ella innkallaður.

 

Fundarstjórin

Forsetin er fundarstjóri á ráðsfundum. Formenn/forkvinnur í nevndnum eru fundarstjórar á nevndarfundum hvør í síni nevnd. Fundarstjórin røkir ein týðandi leiklut, tá ein úrslitagóður fundur er treytaður av einum dugnaligum og virknum fundarstjóra.

Fundarstjórin eigur at hava hetta í huga:

  • Hann má hava gott innlit í viðtøkur og formligar skipanir og mannagongdir (hesi skjøl mugu eisini vera tøk á fundinum, um nú ivamál stinga seg upp, ið greiða má fáast á).

  • Hann má lýsa endamálið við fundinum greitt og tryggja sær, at allir fundarluttakarar skilja og eru samdir um endamálið við fundinum

  • Fundarstjórin lesur upp fundarskránna og tryggjar sær, at hon verður samtykt.

  • Fundarstjórin hevur ábyrgd av orðinum og leiðir fundin.

  • Fundarstjórin má vera rættvísur og diplomatiskur. Hann má ikki gera mismun á fundarluttakarum ella lata seg ávirka, og hann má stremba eftir at skapa eitt virðiligt orðaskifti við javnvág millum mótstríðandi sjónarmið og tryggja, at allar avgerðir eru lógligar.

  • Fundarstjórin skal tryggja, at góður fundarsiður verður hildin. Um ófriður er, og um fundarluttakarar ikki virða átalur frá fundarstjóranum, so kann fundarstjórin slíta fundin, til friður aftur er, ella – um heilt illa vil við – áseta nýggjan fundardag. 

  • Fundarstjórin tryggjar sær, at øll skráin er gjøgnumgingin til fulnar við fundarlok. 

  • Fundarstjórin undirskrivar fundarfrásøgnina saman við skrivaranum.

 

Viðgerð av málum

Tá ið fundarluttakari ynskir orðið, ger hann tekin til fundarstjóran munnliga, ella við hondini, um annar fundarluttakari hevur orðið. Fundarstjórin noterar tey, ið biðja um orðið á røðaralistanum og letur teimum orðið í raðfylgju. Fundarstjórin skal tryggja, at fundarluttakarar, ið taka orðið, halda seg til evnið og halda seg til eina rímiliga talutíð. Um orðaskiftið verður ov langt, ella um avmarkað tíð er til umrøðu, má talutíðin skamtast. Tveir góðir hættir eru til hetta:

  1. Fundarstjórin avmarkar talutíðina hjá hvørjum einstøkum fundarluttakara (til dømis 2-3 minuttir hvør) ella

  2.  Fundarstjórin boðar frá, at hann læsir røðaralistan. 

Fundarlimir mugu tó fáa rímiliga tíð at tekna seg til røðaralistan – og um kjakið framvegis dregur út, so er eisini møguligt at skamta talutíðina hjá teimum á røðaralistanum.

Møguleiki er eisini at útseta umrøðu av einum máli. Fundarluttakarar kunnu umbiðja, at eitt mál verður útsett, um teir meta, at viðkomandi kunning, ið er avgerandi fyri eina rættvísandi og skilagóða viðgerð av málinum, kann útvegast. Slík umbøn kann setast fundinum, ið tekur støðu til umbønina.

Tá ið røðararlistin er tómur og ongin biðjur um orðið, kunngerð fundarstjórin, at umrøðan er lokin og afturlatin.

 

Atkvøðugreiðslur

Atkvøðugreiðslur á fundum hjá MFS kunnu fara fram eftir tveimum ymiskum leistum: 

1) opin atkvøðugreiðsla ella 2) loynilig atkvøðugreiðsla. 

Um ikki annað er ásett, verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta.

 

Opin atkvøðugreiðsla

  • Fundarstjórin biðjur tey, ið eru ímóti uppskotinum rætta hendurnar upp. Síðani biðjur hann tey, ið eru fyri uppskotinum rætta hendurnar upp. Síðan kann hann spyrja, um nakrar blankar atkvøður eru.

  • Fundarstjóri og fundarskrivari telja atkvøðurnar í felag. Eru tað ivamál ella mótmæli, kann fundarstjórin tó velja tveir aðrar persónar at vera partur av uppteljingini.

  • Um fundarstjórin sær, at opinbærur meiriluti er fyri uppskotinum, er ikki neyðugt at telja atkvøður. Limir kunnu tó altíð krevja, at atkvøðurnar verða taldar.

 

Loynilig atkvøðugreiðsla

  • Fundarluttakarar atkvøða við atkvøðuseðlum, ið verða handaðir út millum limirnar.

  • Einhvør fundarluttakari kann biðja um eina loyniliga atkvøðugreiðslu, men um fundarstjórin metir tað vera óneyðugt, so kann hann lata fundin taka avgerð um umbønina.

 

Fundarskrivari

Fundarskrivarin er næstevsti myndugleiki á fundinum, næstur fundarstjóranum.

Uppgávan hjá fundarskrivaranum.

  • Fundarskrivarin skrivar niður høvuðstættirnar úr umrøðuni av málum, ið eru fyri á fundinum og noterar høvuðsniðurstøðurnar. Tað er ikki neyðugt (ella ynskiligt), at fundarskrivarin roynir at fella alt, ið fyriferst á fundinum orðarætt, men heldur tekur samanum tað týdningarmesta.

  • Fundarfrásagnir skulu vera sannar, óheftar og rættvísandi í mun til tað, ið fyrifórst á fundinum. Av tí at fundarfrásagnirnar hava stóran søguligan týdning er umráðandi, at tær eru sannar og at tær verða goymdar.

  • Fundarskrivarin brúkar standard-skabelónina til fundarfrásagnir, ið liggur á drive’inum hjá MFS

  • Fundarskrivarin skrivar upp, hvørji eru hjá- og fráverandi á fundinum

  • Fundarskrivarin festir á blað, hvørji mál vórðu sett á fundarskránna og viðgjørd á fundinum og noterar eisini høvuðstættirnir í málsumrøðuni undir hvørjum punkti á skránni.

  • Fundarskrivarin skal skriva upp øll uppskot, ið vórðu sett fram á fundinum, og hvørjar niðurstøður vórðu gjørdar. Allar atkvøðugreiðslur eiga eisini at verða skrásettar í fundarfrásøgnum, uttan so at talan er um einmæltar samtyktir.

  • Við fundarlok eigur fundarskrivarin beinanvegin – ella í seinasta lagi eina viku eftir fundarlok – at bera so í bandi, at fundarfrásøgnin er atkomulig hjá fundarluttakaranum, soleiðis at hesir fáa møguleikar at gera viðmerkingar og rættingar til hesa. Á næstkomandi fundi eigur fundarfrásøgnin at verða viðgjørd og samtykt.

 

Aðrir fundarluttakarar

Fundarluttakarar, ið ikki eru fyriskiparar ella eru bodnir á fund við ávísum uppgávum, hava í útgongustøði ongar serligar uppgávur. Kortini eiga teir at halda sær hesar meginreglur fyri eyga:

  • Teir eiga at fyrireika seg væl til fundin og seta seg inn í øll mál, ið sett eru á skrá á fundinum

  • Teir møta stundisliga

  • Teir fylgja væl við á fundinum og órógva ikki ella gera óneyðugan larm á fundinum

  • Teir halda seg til reglur fyri fundarvirksemi og góðan fundarsið

  • Fundarluttakarar, ið luttaka á fundi umvegis fjarskiftistøkni, eiga at vera klárir til fundin í seinasta lagi 10 minuttir áðrenn

Skipanarfundur

Nývalda ráðið tekur við á skipanarfundi, ið eisini er avhendan av stjórnarábyrgd ráðsins. 

Í seinasta lagi 14 dagar eftir aðalfundin skulu nývalda og fráfarandi ráðið á avhendingarfundi møtast. 

Endamálið við hesum fundinum er at tryggja eina glíðandi yvirgongu frá fráfarandi og tiltraðkandi ráðum, soleiðis at virksemi felagsins er støðugt.

Skipanarfundur fylgir somu mannagongd sum vanligur ráðsfundur.

Dømi um skrá fyri skipanarfund:

  • Fundurin verður settur av fráfarandi forseta, ið kunnar um virksemi ráðsins. Hann biðjur síðani nýggja forsetan koma upp og taka við forsetasessinum

  • Nýggi forsetin tekur við sum fundarstjóri og heldur eina stutta røðu

  • Kunning um MFS og virksemi og arbeiði hjá MFS fyri nýggjum limum

  • Kunning um verandi arbeiðsætlan og virksemi, ið er í gongd

  • Kunning um ábyrgdarsessir og uppgávurnar, ið fylgja við teimum

  • Ráðið skipar seg, og teir sessir, ið ikki beinleiðis eru valdir av aðalfundinum verða mannaðir

  • Annað

  • Fráfaringarrøða hjá fráfarandi forseta.

 

Leiðreglur fyri etiskan atburð og javnrættindi

Endamálið við hesum reglum er at tryggja javnrættindi, javnstøðu, javnbjóðis atgongd og sínamillum viðurkenning og virðing í øllum virksemi hjá MFS. Endamálið er at fyribyrgja óhóskandi atburði millum limir í felagnum og at nágreina tilgongdirnar, ið fylgjast skulu, tá brot verða framd. Luttakarar í arbeiðinum hjá MFS og á tiltøkum, ið MFS skipar fyri, skulu øll kenna til reglurnar. Umframt hesar reglur er týdningarmikið, at ráðslimir og onnur, ið eru virkin í felagnum, eru væl kunnað um innihaldið í skjalinum Útgreinan av leiðreglunum fyri etiskan atburð og javnrættindi, har týdningarmikil hugtøk verða skilmarkað, og har leikluturin hjá álitisfólki, mannagondir fyri viðgerð av klagum og møgulig revsitiltøk verða lýst.

 

Reglur fyri virksemi hjá umboðum hjá MFS

  • Umboð hjá MFS skulu altíð taka fullan lut í tiltøkum, skeiðum, pallborðsorðaskiftum og líknandi, ið tey taka lut á vegna MFS. MFS umboð eru til staðar til alt, ið er sett á skrá av fyriskiparunum og virða tíðarætlanina, ið fyriskipararnir hava valt.

  • Luttakarar mugu virða hølini, ið MFS ger brúk av í umboðan síni og í øðrum virksemi og sostatt fylgja teimum reglum, ið eru galdandi fyri hølini, ið verða brúkt. 

  • Luttakarar mugu harafturat verða greiðir yvir tær avleiðingar, virksemið hjá MFS hevur á samfelag, náttúru og umhvørvi  - og sína medábyrgd hesum viðvíkjandi. 

 

Almennar reglur

  • Øll fólk skulu verða viðfarin við somu virðing uttan mun til sosialt upphav, kyn, aldur, tjóðskap, kynsliga orientering, kynssamleika, átrúnaðarliga sannføring, politiska sannføring, avbjóðingar við førleika ella breki.

  • Virðing skal altíð sýnast øðrum – bæði í atburði, talu og skriving. Ongin mismunur, beinleiðis ella óbeinleiðis, tíansheldur nakar ágangur, skulu fremjast í nøkrum virksemi felagsins.

  • Limir og luttakarar á tiltøkum hjá MFS skulu ongantíð koma við óhóskandi viðmerkingum ella skemta við fordómum, ið eru grundaðir á mismun. Tvøruturímóti eigur ein tryggur dámur og eitt positivt og stimbrandi huglag at verða skapt fyri allar luttakarar á bæði teimum formligu og óformligu tiltøkunum hjá MFS.

  • Reglurnar omanfyri eru ikki úttømandi og fráboðaði brot verða tikin upp til viðgerðar, hóast tey ikki eru nevnd í omanfyristandandi lista. 

 

Reglur um farloyvi og fráveru

Til tess at tryggja, at ráðið til eina og hvørja tíð er arbeiðsført, kunnu ráðslimir ikki hava óavmarkaða fráveru. 

Ráðslimir skulu sum meginregla altíð biðja um farlovyi, um teir vita, at teir í eitt tíðarskeið ikki fáa røkt uppgávur sínar í ráðnum, soleiðis at varafólk fær traðkað til.

Forsetin, ið fær samsýning fyri starv sítt, kann ikki vera fráverandi í longur enn ein mánað í senn. Er hann tað, verður hann mettur at vera í farlovyi og missir rættin til samsýning. Varaforsetin tekur við, til forsetin aftur kemur í starv sítt.

Ráðslimur, ið er fráverandi í tveir mánaðar verður mettur at vera í farlovyi, og tiltakslimur tekur við. Um ráðslimurin røkir ábyrgdarsess, skal ráðið gera av, hvør røkir sessin í tíðini, ráðslimurin er í farloyvi.

Um ráðslimur í tríggjar fundir á rað ikki møtir á fundi – uttan frammanundan at senda fráboðan um fráveru – kann ráðið við vanligum meiriluta gera av, at viðkomandi er at meta sum verandi í farlovyi.

 

Fráfaring og burturvísing

Um ráðslimur ynskir at leggja frá sær ella taka seg úr ráðnum, skal hesin senda ráðnum skrivliga fráboðan um hetta. Fráboðanin verður viðgjørd á næstkomandi fundi. Uppsøgning kemur í gildi beint eftir, at hon er viðgjørd og góðkend av ráðnum.

Um mett verður, at starvsfólk ella annar ráðslimur enn forsetin virka í stríð við viðtøkurnar ella galdandi føroyska lóggávu, kann ráðið reisa misálit á viðkomandi starvsfólk ella ráðslim. 

Slíkt misálit skal góðkennast við meiriluta á 3/4 av ráðnum. 

Ráðslimur kann, um hann ynskir tað, reisa slíkt misálit dulnevndur.

Verður misálit móti ráðslimi samtykt av ráðnum, verður ráðslimurin, so skjótt uppskotið er samtykt, mettur at verða koyrdur úr embæti sínum og, um møguleiki er fyri tí, traðkar tiltakslimur til í stað hansara.

Er talan um ráðslim við serligum ábygdarsessi í ráðnum, tekur ráðið av nýggjum støðu til, hvør skal røkja ábyrgdarsessin framyvir.

 

Misálit á forsetan

Misálit kann setast á forsetan í MFS. Hetta kann gerast á tveir mátar:

  1. Um meiriluti av ráðnum ynskir hetta, ella 

  2. Um áheitan frá limi um seta fram misálit hevur stuðul av 1/3 av ráðnum

Verður uppskot um misálit sett fram móti forsetanum, so skal verða kallað inn til serligan eykaaðalfund beinanvegin, har bert uppskot um misálit verður sett á skrá. Hesin skal verða hildin í seinasta lagi 10 dagar eftir, at misálitið er reist.

Til tess at samtykkja uppskot um misálit krevst, at 2/3 av limunum til staðar atkvøða fyri uppskotinum.

Verður misálit á forsetan í MFS samtykt, so skal beinavegin kallast inn til serligan eykaaðalfund, har bert val av nýggjum forseta verður sett á skrá. Hesin fundurin skal verða hildin í seinasta lagi 30 dagar eftir at misálitisuppskotið er samtykt. Forsetaval á hesum fundinum fylgir mannagongdini fyri val av forseta á vanligum aðalfundi.

Varaforsetin røkir forsetaembætið til nýggjur forseti er valdur.

 

Gegnisreglur

Til tess at tryggja, at felagið verður rikið á ein slíkan hátt, at persónlig, vinnulig, politisk ella onnur áhugamál ikki ávirka virksemi felgasins, eru ávísar reglur um gegni, ið ráðslimir skulu kenna til og fylgja.

Sum meginregla, so eigur ráðslimur, um hann er í iva um gegni sítt, at boða frá, at hann ikki metir seg kunna viðgera málið vegna ógegni. 

Ráðið kann til eina og hvørja tíð meta um, hvørt ráðslimir eru ógegnigir við vanligum meiriluta.

Fylgjandi reglur eru annars galdandi í mun til ógegni:

  • Tá ið mál verða viðgjørd, har ráðslimur hevur persónligan ella fíggjarligan áhuga í málinum - ella í løtuni ella fyrr hevur umboðað persón ella felag, ið hevur áhuga í málinum - kann hesin ikki vera til staðar undir viðgerð og atkvøðugreiðslu. 

  • Ráðslimur kann eiheldur luttaka í viðgerðum, um ráðslimur hevur maka ella tættan familjulim, ið hevur áhuga í málinum, ella um ráðslimur situr í nevnd ella leiðslu í felagi ella fyritøku, ið hevur áhuga í málinum.

  • Ráðslimir kunnu ikki vera grannskoðarar hjá MFS.

  • Løgtingslimir kunnu ikki vera ráðslimir

  • Forsetin kann ikki røkja leiðsluuppgávur í øðrum politiskum flokki ella áhugafelagsskapi, ið arbeiðir ímóti málunum hjá MFS.

 

Ambassadørskipanin

Endamálið við ambassadørskipanini er at geva føroyskum lesandi úti í heimi eina styrkta rødd í MFS og í føroyska samfelagnum. Við skipanini økir MFS sína vitan um, hvat rørir seg millum lesandi uttanlands, og harvið verða fortreytirnar at virka fyri viðkomandi málum á einum upplýstum grundarlagi betraðar.

 

Uppgávan hjá ambassadørunum er at vegleiða MFS um mál, ið viðkoma føroyskum lesandi í lestrarlandi teirra. Tað er ikki uppgáva teirra at vegleiða øðrum føroyskum lesandi.

 

Altjóða skrivarin hevur høvuðsábyrgd av ambassadørskipanini. Altjóða skrivarin hevur ábyrgd av at kalla inn til fundir og samskifta við ambassadøranar. Altjóða skrivarin skal kunna ráðið um tey mál, ið hava verið viðgjørd í ambassadørskipanini. 

 

Á hvørjum ári skal ráðið endurskoða, hvørji lond skulu umboðast í skipanini. Sum meginregla skulu lond, har tíggju ella fleiri føroyingar lesa, umboðast. Havast skal í huga, at hagtølini hjá Studna ikki altíð eru eftirfarandi t.d. tá tað kemur til føroysk lesandi í Norðanlondum.

 

Søkt verður eftir ambassadørum á hvørjum árið. Øll føroysk lesandi í umboðaðu lestrarlondunum kunnu søkja. Saman við tveimum øðrum ráðslimum, velur altjóða skrivarin tey, ið eru best skikkað. Berst ambassadøri frá at sita alla setuna, skal nýggjur ambassadørur finnast til restina av setuni. 

 

Ráðslimir kunnu eisini vera ambassadørar. 

 

Ambassadørarnir eru ikki demokratiskt valdir, og kunnu tí ikki úttala seg vegna MFS, uttan so at ráðið gevur loyvi til hetta. 

 

Ambassadørarnir eru fevndir av rættindum og skyldum í leiðreglunum fyri etiskan atburð og javnrættindi. 

Valdsrøð á skjølum felagsins

Skjølini, ið eru grundarlag undir virkseminum hjá MFS, eru ikki øll líka tungtvigandi. Til tess at forða fyri, at ivamál stinga seg upp, um hvør valdsraðfylgjan er á skjølunum í MFS, sæst eitt yvirlit her:

1. Skjøl sum eru samtykt av aðalfundi

a. Viðtøkur felagsins
b. Starvsskipan felagsins
c. Stevnumið
d. Ársfrágreiðing ráðsins
e. Grannskoðaður roknskapur
f. Mál, samtykt á aðalfundinum
g. Frágreiðing og samtyktir frá aðalfundinum

2. Skjøl, samtykt av ráðnum

a. Arbeiðsætlan
b. Fundarfrásagnir og ráðssamtyktir
c. Arbeiðsætlanir fyri fastar nevndir
d. Arbeiðsætlanir fyri virkisøkir

 

3. Skjøl samtykt av ráðsnevndum

a. Fundarfrásagnir og samtyktir

 

Fíggjarmál

Roknskaparár felagsins er kalendaraárið.

Fíggjarstjórin skal gera útkast til ársroknskap fyri hvørt ár, ella syrgja fyri, at hetta verður gjørt av øðrum ráðslimi ella starvsfólki. Roknskapurin verður grannskoðaðaur av løggildum grannskoðara og skal samtykkjast av aðalfundinum.

Fíggjarstjórin skal gera uppskot til fíggjaræltan fyri ráðsskeiðið saman við ábyrgdarpersónum í ráðnum og forsetanum. Hendan kann verða leypandi tillaga.

Fíggjarstjórin hevur ábyrgd av kontum felagsins, men flytingar skulu altíð undirskrivast av einum øðrum persóni eisini.

Ráðið hevur í felag ábyrgd av fíggjarviðurskiftum felgasins.

Fíggjarstjórin skal regluliga kunna ráðið um fíggjarstøðu felagsins, ella syrgir fyri, at annar ráðslimur ella starvsfólk gevur ráðslimum hesa kunning.

Fíggjarstjórin hevur ábyrgd av, at útreiðsluskjøl verða váttaði við stempul og undirskrift frá tveimum heimilaðum persónum t.e. ráðslimum ella starvsfólki. Áðrenn váttað verður skal tryggjast, at felagið hevur móttikið vøruna. 

 

Ráðstevnur og fundir uttanlands

MFS umboð luttaka til tíðir á altjóða fundum og ráðstevnum. Tey, ið umboða MFS á slíkum fundum, skulu gera hetta greitt:

MFS umboð fáa ikki dagpening á ferðum, men fáa útreiðslur til mat og ferðing endurgoldið. Kvittanir fyri hesar útreiðslu skulu goymast.

MFS umboð mugu altíð hava eina evropeiska ferðatrygging, ið fevnir um heilsuviðgerð, meðan tey luttaka á fundum uttanlands. Harumframt eiga umboðini at hava við sær pass og gjaldskort hjá MFS.

Altjóða skrivarin skal saman við skrivstovu felgasins tryggja, at ferðaseðlar verða bílagdir í góðari tíð og so bíligt sum til ber. Atlit skulu harumframt takast til, í hvønn mun flogfelagið tekur sosial atlit og umhvørvisatlit. 

Umboð hjá MFS skulu altíð vera greið yvir og virða tær reglur, ið áseta hóskandi atburð fyri ráðstevnuna ella fundin. MFS umboð skulu sýna ein atburð, ið er professionellur og hevur virðing fyri øðrvísi sjónarmiðum og mentanarligum munum.

Umboð hjá MFS skulu virða tíðarætlanina, ið fyriskipararnir hava ásett fyri ráðstevnuna ella fundin, og skulu altíð møta til tíðina og so vælupplagdir, sum til ber.

Tað er harumframt umráðandi, at umboð hjá MFS taka virknan lut á ráðstevnuni ella fundinum, og serliga leggja dent á at tryggja, at teir eru røddin hjá føroyskum lesandi og umboða sjónarmiðini og áhugamálini hjá hesum á eini virðiligan hátt. Umboðini hjá MFS mugu eisini altíð stremba eftir at knýta bond og samstarv við umboð fyri onnur lestrarfeløg úr øðrum londum.

Tá ið MFS umboð kemur aftur av fundi ella ráðstevnu uttanlands, so skal frágreiðing skrivast um ferðina, ið tekur samanum tey mest týðandi viðurskiftini, ið vórðu umrødd á ráðstevnuni, og senda ráðnum hesa til viðgerðar og góðkenningar.

Umframt hesar ásetingar, er umráðandi, at umboð hjá MFS á altjóða fundum nærlesa og fylgja vegleiðingini hjá nevndini fyri altjóða samstarv: Mannagongd á fundum og ráðstevnum uttanlands.

 

Dátuvernd

MFS hevur greiðar reglur og mannagongdir fyri viðgerð og skráseting av persónsupplýsingum samsvarandi galdandi dátuverndarlóg. Í skjalinum Dátuverndarkunning verða hesar lýstar. Skjalið liggur alment frammi á heimasíðuni, og tað er týdningarmikið at ráðslimir, starvsfólk og onnur eru kunnað um innihaldið í hesum. 

 

Broytingar av starvsskipan

Broytingar í starvsskipan felagsins kunnu bert fara fram á aðalfundi og eykaaðalfundi.

Starvsskipanin skal árliga eftirmetast av lógarbroytingarnevndini.

Uppskot um broytingar í starvsskipan felagsins skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfund og 7 dagar áðrenn eykaaðalfund.

Uppskot frá ráðnum um broytingar í starvsskipanini skulu vera góðkend á ráðsfundi.

 

Broytingar av viðtøkum

Viðtøkubroytingar kunnu einans fara fram á aðalfundi og eykaaðalfundi.

Viðtøkurnar skulu árliga eftirmetast av lógarbroytingarnevndini.

Uppskot um viðtøkubroytingar skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfund og 7 dagar áðrenn eykaaðalfund.

Uppskot um viðtøkubroytingar frá ráðnum skulu vera góðkendar á ráðsfundi.

bottom of page