top of page

Vit bjóða inn til Aðalfund
 

KOM VIÐ!🥳
Ert tú forvitin at hoyra um hvat MFS ger, kom so við á aðalfund 24. juli. Kom og hoyr hvat MFS arbeiðir fyri og fá góð prát við onnur lesandi. Vit fara at taka samanum árið ið fór og eftir hetta verður hugni og nógv spennandi á skránni.


🤩VINNINGAR
Øll sum møta til aðalfundin eru við í lutakastinum um feitar vinningar. Atlantic Airways stuðla við einum gávukorti og Betri Banki við Airpods Pro og einum lekkrum termokoppi frá Eva Solo.

SKRÁ:
17:00 Vælkomst og matur
17:30 Yauheni frá Hvítaruslandi heldur framløgu
17:50 Framløga um MFS
18:00 Setan av fundi
- Val av fundarstjóra og fundarskrivara
- Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni
- Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.
- Val av grannskoðara
- Framløga og viðgerð av innkomnum málum
- Val av ráði
19:00 Hugni

🙋Til aðalfundin kunnu øll lesandi í Føroyum og øll føroysk lesandi uttanlands stilla upp, og hesi hava eisini atkvøðurætt.

📧Ynskir tú at stilla upp, men hevur ikki møguleika at møta til fundin, kanst tú boða frá við at senda teldupost til mfs@mfs.fo. Møguleiki verður eisini fyri at luttaka umvegis Teams.
Uppskot til viðtøkubroytingar og broytingar í starvsskipanini skulu verða send inn 14 dagar áðrenn. Onnur mál skulu verða send inn 7 dagar áðrenn. Uppskot kunnu sendast til mfs@mfs.fo

📍Niels Finsensgøta 14

🍺Tá aðalfundurin er av verður sjálvandi hugni, spøl og samansjóving. So tak tín lestrarvin við undir armin og kom ein túr forbíð! Vit síggja fram til eitt rimmar kvøld og vóna at síggja fleiri nýggj andlit.


GG! Boða frá tínari luttøku við at trýsta á "going" á facebook tiltakinum, so vit vita hvussu nógvan mat vit skulu bíleggja.

bottom of page