Arbeiðsætlan
Samtykt tann 9. september 2025
Trivnaðar- og útbúgvingarpolitikkur
Útbúgving fyri øll
MFS skal virka fyri at økja um atgongdina til hægri útbúgving, uttan mun til um ein hevur skerdan førleika ella ei. Vit vilja yvir tað næsta árið samstarva meira við felagsskapum sum arbeiða við fólki sum hava skerdar førleikar, um hvussu vit kunnu økja atgondina til útbúgving. Eisini vilja vit arbeiða móti øllum mismuni mótvegis lesandi við skerdum førleikum og tryggja at núverandi kæruskipan er nøktandi.
Altjóða útbúgvingarskipan
MFS skal arbeiða fyri, at útbúgvingarstovnar í Føroyum liva upp til altjóða krøv, soleiðis at lesandi í Føroyum kunnu fáa eina góða útbúgving, á sama støði sum útbúgvingar uttanlanda. Ein partur av hesum kann vera at fáa fleiri lesandi at fara á skiftislestur. Hetta gevur lesandi í Føroyum møguleikan at fara út í heim at savna sær nýggjar førleikar og vitan, sum tey kunnu taka við sær á føroyska arbeiðsmarknaðin. Hetta kann gera tað lættari hjá lesandi í Føroyum at fara á skiftislestur og hjá lesandi uttanlands at koma til Føroya á skiftislestur. Eisini meina vit at tað skal vera lættari hjá føroyingum, ið lesa uttanlanda at gera skiftislesnað, verkætlanir og annað líknandi, heima í Føroyum. Hetta er við til at styrkja akademisku og sosialu bondini heim.
Erasmus+ skipanin er við til at betra um hesi viðurskifti. Tí gleðast vit í MFS um at landsstýrið hevur byrja mannagongdina at fáa Føroyar uppí skipanina, og vit stuðla hesum. Í fall at eitt nýtt landsstýri kemur til, fara vit at eggja teimum til at halda fram við mannagongdini.
Lestrarstuðul
Tað er munur á, hvat lesandi fáa um mánaðin, og hvørji livikorini eru, um tey fáa lestrarstuðul frá Studna ella SU. Harafturat er livikostnaðurin hægri í Føroyum enn í okkara grannalondum, bæði í leigu og matvørum. Tí vilja vit í MFS arbeiða fyri at studningurin verður hægri enn SU.
Meira ítøkiliga fara vit at arbeiða fyri at uppskotið hjá landsstýrinum um hækking av lestrarstuðlinum kemur ígjøgnum løgtingið, við einari upphædd sum er hægri enn SU.
Vit meina eisini at lestrarstuðulin hjá lesandi foreldrum eigur at hækka, so eingin lesandi skal seta síni børn í fátækradømi.
Hækkandi prísir á gerandisvørum og inflatión ger, at byrðan á lesandi veksur. Lestrarstuðulin eigur tískil at prístalsviðgerast, eins og staðfest er í lógini um lestrarstuðul.
Vit arbeiða fyri at man fær stuðul í skiftinum milllum bachelor og master. Tað gera vit tí at útreiðslurnar ikki steðga, fyri tí um man bíðar eftir at masterlesnaðurin byrjar.
Ferðastuðulin, sum áður varð lækkaður, eigur at verða endurskoðaður, vegna hækkandi prísir á flogferðaseðlum.
Bústaðarpolitikkur
Í MFS meta vit, at mangulin á lestrarbústøðum er ein av størstu forðingunum fyri at taka útbúgving í Føroyum. Tí halda vit, at 300 nýggir bústaðir eiga at verða bygdir í næsta valskeiðnum. Hetta er ein felags uppgáva hjá almenna, kommunala og privata geiranum.
Vit vilja, at tað almenna skal byggja nýggjar lestrarbústaðir, og umvæla gamlar bygningar til lestrarbústaðir. Eisini eiga skipanir at verða settar í verk, ið eggja privatum aktørum til at byggja ella broyta bústaðir til lestrarbústaðir. Hesar skipanir skulu tó bert fevna um langtíðar leigumál, og leigarar skulu hava somu rættindi sum í almennum lestrarbústøðum. Um byggistuðul verður veittur, skulu greið krøv setast um, at bústaðirnir ikki kunnu brúkast til annað enn lestrarbústaðir í eitt ávíst tíðarskeið.
Ein definitión fyri lestrarbústøðum eigur at vera sett, ið skal vera galdandi fyri almennar og privatar bústaðir. Vit halda at ein lestrarbústaður hægst skal kosta 50% av mánaðarliga lestrarstuðlinum.
Lestrarbústaðir í Føroyum skulu fevna um bústaðartørvir hjá øllum lesandi. Eisini skal nøktandi busssamband vera millum lesandi og útbúgvingarstovnar.
ÚSUN
Av tí at Føroyar eru ein smátjóð, so viðurkennir MFS, at tað ikki ber til at bjóða út eins fjølbroyttar útbúgvingar sum í útlondum. MFS viðurkennir eisini, at tað er jaligt fyri føroyska samfelagið, at føroyingar fara í útlond at fáa sær eina útbúgving. Tískil eigur landskassin at rinda skúlagjald fyri útbúgvingar í útlondum, fyri at eggja føroyingum til at taka útbúgvingar aðrastaðnis. ÚSUN er tó seinastu árini lækkað í mun til inflatiónina, og lesandi fáa tískil ikki altíð nokk til at gjalda skúlagjaldið. Bert seinastu 10 árini er mongdin av fólki ið lesa uttanfyri kongaríkið lækkað við umleið 70%. Um tað enn skal vera praktiskt møguligt at lesa uttanfyri kongaríkið, eigur ÚSUN stuðulin tí at vera hækkaður.
Í MFS meina vit at stuðulin eigur undir ongum umstøðum at vera umlagdur til eitt lán.
Sálarheilsa og kanning um sálarheilsu
Lesandi kunnu fáa sálarligar trupulleikar, sum mugu viðgerast, og MFS metir tað vera av alstórum týdningi at raðfesta nøktandi stuðulsskipanir og hjálp til lesandi við sálarligum avbjóðingum. MFS fegnast um átakið, har fólk millum 15 og 25 ár hava møguleika at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Fatanin hjá MFS er, at fleiri lesandi uppliva stress, einsemi og tunglyndi. Hetta kann vera ein forðing í lestrartíðini hjá tí einstaka. MFS metir tískil, at atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð er neyðug til tess at tryggja betri kor fyri lesandi í Føroyum.
Í MFS meina vit at lógarkrav skal gerast um regluligar trivnaðarkanningar millum lesandi á Setrinum. Hesar kanningarnar skulu brúkast til at forma átøk sum skulu styrkja trivnaðin og tað fysiska og psykiska lestrarumhvøvið.
Trivnaður
Í MFS meina vit at meira fígging skal gevast til sosialar felagsskapir millum lesandi á Setrinum og felagsskapir millum føroysk lesandi í útlandinum. Vit halda at hetta er alneyðugt fyri at styrkja um trivnaðin. Kanningar hava víst at lesandi sum gerast partur av felagsskapum í lestrarumhvørvinum, hava minni fráfall.
Løgtingsval
Vit fara at arbeiða við at gera MFS klárt til tað komandi løgtingsvalið. Tað er týdningarmikið at lestrarpolitikkur verður settur á dagsskránna fyri valið, so hetta eisini verður viðgjørt aftaná valið. Tí fara vit at gera eina ætlan fyri okkara virksemi uppundir valið og undir valinum. Vit skulu t.d. gera lestrarbrøv klár, gera SoMe klárt og finna útav um vit ætla at halda nøkur tiltøk. Við støði í okkara politikki fara vit at skumpa politikkararnar til ein meira lestrarvinarligan politikk.
Eyka tíð til lesandi við føroyskum sum móðurmál
Síðsta ráðsár tosaðu vit við føroysku fólkatingslimirnir um at geva føroyskum lesandi í Danmark eyka tíð til royndir. Núverandi lóggáva sigur at man hevur rætt til hetta, um man hevur annað móðurmál enn danskt. Tað hevur tó verið munur frá útbúgving til útbúgving, um man sum føroyingur hevur fingið eyka tíð. Í MFS meina vit at føroyingar hava rætt til eyka tíð. Vit ætla tí at halda fram við arbeiðinum næsta ráðsár.
Økt fígging
Økta virksemið hjá MFS krevur økta fígging. Millum annað tí at:
-
Fleiri føroysk lesandi velja at lesa í Føroyum, og vit burdu kanna meira um tey og viðurskifti teirra.
-
Síðani MFS gjørdist partur av ESU, er altjóða virksemið økt nógv.
-
MFS arbeiðir saman við politisku skipanini fyri at styrkja um útbúgvingarskipanina, eitt nú sum týdningarmikil hoyringspartur í hesum málum.
-
Í løtuni er stórur partur av arbeiðinum hjá MFS sjálvboðið, og hetta avmarkar virksemi felagsins. Samsýning til ráðslimir hevði gjørt tað møguligt at tikið meira arbeiði á seg.
Tískil eigur MFS at fara í dialog við politiskar myndugleikar til tess at økja um okkara rakstrarjáttan, so at hon samsvarar við arbeiðið okkara.
Samstarv
Vit eiga at hava betri samstarv við ymiskar aktørar í føroyska samfelagnum, so vit kunnu økja okkara politisku ávirkan. Vit vilja tí styrkja um okkara lobbyarbeiði, við at møtast regluliga við umboðum frá politisku flokkunum. Vit eiga eisini at styrkja samstarvið við aðrar áhugafelagsskapir, soleiðis at vit standa sterkari tá vit arbeiða við okkara politisku málum.
Altjóða samstarv
Umboðan og kynsbýti
MFS er yvirskipað í trimum altjóða samstørvum. Hesi eru North-Atlantic Islands’ Students’ Cooperation (NAIS), Nordisk Ordförande Møte (NOM) og European Students’ Union (ESU). Miðað verður eftir at senda í minsta lagi tvey umboð til ráðstevnurnar hjá NAIS, NOM og ESU, og í minsta lagi tvey umboð til nevndarfundirnar hjá ESU. MFS skal raðfesta eitt javnt kynsbýti, tá vit senda umboð til ráðstevnur og nevndarfundir uttanlands.
Evropeiskt samstarv
MFS skal á tvær ráðstevnur og tveir nevndarfundir hjá ESU komandi ráðsár. Umboðini, sum verða send til nevndarfundirnar, skulu hava fyrireikað seg frammanundan. Harumframt skal altjóða nevndin saman við fyrrverandi altjóða skrivarum fáa mannagongdina til ESU klára og framhaldandi hava tætt samskifti við hesi.
Til nevndarfundin í desember hetta ráðsárið, skal umboð frá MFS leggja fram okkara virksemi og avrik. Hendan framløgan skal fyrireikast við dygd og skili, tí eftir framløguna verða vit eftirmett og tað verður stemmað um vit sleppa at halda fram í evropeiska samstarvinum.
Norðurlendskt samstarv
Komandi ráðsár fer MFS at luttaka á tveimum NOM-ráðsstevnum, fyri at dagføra vitanina um lestrarviðurskifti og fyrireika seg til nevndarfundirnar hjá ESU.
Samstarv í útnorðri
MFS fer áhaldandi at arbeiða við at styrkja um NAIS, sum er eitt samstarv millum tað íslendska lestrarfelagið LÍS og tað grønlendska lestrarfelagið Avalak. Hetta ráðsárið verður NAIS-fundurin hildin í Føroyum frá 16 okt. til 19 okt., sum MFS skipar fyri.
Ambassadørskipanin
Nevndin fyri altjóða samstarv skal søkja eftir nýggjum ambassadørum til komandi ráðsár.
Samstarv við VSS-UNES-USU um ERASMUS+
Vit samstarva við sveisiska lestrarfelagið VSS-UNES-USU og aðrar viðkomandi áhugapartar um at fáa limaskap í Erasmus+. MFS er partnari í einari venjingarlegu í Sveis, har ein lærir at gera politisk átøk og ávirka ERASMUS+. MFS skal senda í minsta lagi eitt umboð til venjingarleguna. Vit skulu vera betri fyrireikaði til komandi venjingarlegur.
Minka um arbeiðsbyrðuna hjá altjóða skrivaranum
Altjóða nevndin skal endurskoðast, soleiðis at arbeiðsbyrðan hjá altjóða skrivaranum ikki verður ov stór.
Innanhýsis viðurskifti (lógarbroytingarnevndin)
Bygnaður
Bygnaðurin í felagnum eigur at endurskoðast. Serliga, tá tað kemur til støðuna hjá lokalnevndum, ambassadørum, og hjánevndum. Vit vilja arbeiða fyri einum tættari samstarvi millum MFS, RTL, Keypmannahavnarnevndini og lokalu nevndunum.
Starvsfólkapolitikkur
MFS hevur ongan starvsfólkapolitikk enn, hóast vit hava eitt skrivstovufólk til arbeiðis. Hetta má dagførast, soleiðis at starvsfólkið kennir síni rættindi og skyldur.
Fíggjarstýring
Fíggjarstjórin skal í samstarvi við altjóða skrivaran gera eina mannagongd fyri, hvussu MFS í samband við limagjald váttar sína samlaðu tøku inntøku til ESU. MFS skal stovna eina skipan, har lesandi og lestrarfeløg kunnu søkja um fíggjarligan stuðul frá felagnum til tiltøk fyri lesandi. Reglugerð og mannagongd fyri hesa skipan má tryggja, at stuðulin verður brúktur skilagott og at so mong lesandi fáa gagn av tí sum gjørligt.
Samsýning til ráðslimir
Skipanin við samsýningum skal endurskoðast og hugt eigur at vera eftir, um vit kunnu geva fleiri ráðslimum samsýning.
Flyta freist nær vit kunnu lata roknskap inn
Møguleikin fyri at flyta freistina fyri at lata Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum roknskap okkara frá apríl til august skal kannast. Miðað verður eftir at flyta freistina soleiðis, at vit kunnu góðtaka roknskapin á aðalfundinum í juli, tá flest lesandi eru í Føroyum.
Aðalfundur
Vit ætla áðrenn næsta vanliga aðalfund, at koma við uppskotum til hvussu vit kunnu betra fundin. Serliga ætla vit at hyggja eftir, hvussu luttakarar kunnu fáa meira ávirkan á okkara politikk, og gera eina mannagongd har tað er møguligt at gera og stilla broytingaruppskot.
Yvirlýsingar
Vit vilja definera hvønn leiklut yvirlýsingarnar spæla í mun til onnur politisk skjøl, og hvussu leingi tær eru í gildi.
Samskifti og marknaðarføring
Marknaðarføring
MFS skal í framtíðini arbeiða enn meira miðvíst við at gerast sjónligari í almenna rúminum. Vit fara at leggja dent á at brúka allar hentleikar innan samskifti og marknaðarføring, bæði á netinum og í vanligum miðlum, so vit tryggja okkum, at vit náa út til so nógv sum gjørligt. Vit hava nógv týdningarmikið virksemi, sum vit vilja deila, bæði fyri at kunna um okkara átøk og tiltøk, men eisini fyri at fáa okkara vitan út til eina breiðari fjøld. Endamálið er ikki bert at deila vitan, men eisini at røkka nýggjum limum, sum hava áhuga fyri okkara arbeiði.
Marknaðarførslulutir
Marknaðarførslulutirnir skulu dagførast og kannað verður um tørvur verður á øðrum marknaðarførslulutum. Við økta altjóða virkseminum er tað týdningarmikið, at vit eisini stremba eftir at økja um marknaðarførslulutirnir, soleiðis at vit kunnu styrkja okkara felag á altjóða marknaðinum. Sum undanfarin ár skulu vit eisini nýta marknaðarførslulutir til tiltøk, eitt nú aðalfund og Pisudagar, har teir kunnu halda fram við at styrkja sjónligheitina millum føroysk lesandi og tryggja, at okkara tilvera er sjónling og viðkomandi í longri tíðarskeið.
MFS fer fyribils at raðfesta at kunna við starvslýsingum á starvsportalinum á heimasíðu felagsins, heldur enn á LinkedIn.
MFS fer at halda fram við at røkka út til øll lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Hetta skal felagið gera við at skipa tilfar, ið bæði er viðkomandi fyri lesandi og lýsir virksemi felagsins. MFS hevur tveir Instagram vangar. @Mfstudenta er ætlaður til nevndarvirksemi og virksemi hjá ráðnum, har ið vit skulu halda áfram at verða sjónlig. Harafturat er vangin @mfslesandi, har ið føroysk lesandi í Føroyum og uttanlands greiða frá teirra lestrarlívi. Samskiftis- og Marknaðarførslunevndin skal fara undir arbeiðið at gera hendan vangan aktivan aftur.
Heimasíða
MFS fer undir arbeiðið at almannakunngera heimasíðu við nýggjum sniði og dagføringum, soleiðis at hon verður meira atkomilig og viðkomandi fyri øll. Hetta er ein liður í okkara ætlan um at betra um samskifti og at gera virksemi felagsins sjónligt. Vit skulu framvegis kunna um virksemi felagsins, viðkomandi tiltøk og kunna tey lesandi um lestrarstørv á okkara portali. Sum liður í hesum verður ein dátuverndarpolitikkur eisini gjørdur, soleiðis at heimasíðan er í tráð við dátuverndarlógina og vit tryggja álítandi viðgerð av persónsupplýsingum.
Eisini fer Samskiftis- og Marknaðarførslunevndin at menna eina enska týðing av heimasíðuni. Hetta er fyrst og fremst soleiðis at heimasíðan er atkomulig fyri lesandi, ið ikki duga føroyskt, men eisini soleiðis at virksemi felagsins kann leggjast fram á einum altjóða palli.
Tiltøk
Markleys Útbúgving
MFS hevur verið við á Markleysari Útbúgving í mong ár, og vit fara at halda fram við hesum. Vit mugu eisini stremba eftir at vera meira sjónlig, og hava marknaðarførslulutir hjá MFS við.
Fjølnir
Fjølnir hevur verið ein partur av MFS í nógv ár, men nú verður blaðið flutt í talgildan form. Í tí sambandi ynskir MFS at endurskoða, hvussu arbeiðið verður skipað, hvussu tað verður marknaðarført, og hvør hevur ábyrgdina av dagliga virkseminum av Fjølnir.
Vit vilja kanna møguleikan fyri at digitalisera gomul Fjølnir bløð og leggja hesi út á heimasíðuna.
Pisudagar
MFS hevur verið við á Pisudøgum í mong ár, og vit fara at halda fram við hesum.
Innleiðsluvikan á Setrinum
MFS skal vera sjónligt, tá tey nýggju lesandi á Setrinum fara undir útbúgving. Her kunnu vit t.d. kunna tey um arbeiði okkara og hvussu tey kunnu søkja um pening frá MFS til at skipa fyri tiltøkum fyri føroyskum lesandi.
Lestrargongan
Vit vilja kanna møguleikan fyri at fáa ein bás til Lestrargonguna.
Ymiskt
NAIS tiltak
Eitt NAIS tiltak skal haldast í Føroyum heystið 2025.