top of page

MFS SØKIR AMBASSADØRAR

Í fjør stovnaði MFS Ambassadørskipanina: eitt ráð av umboðum – ella ambassadørum – frá londum har 10 ella fleiri føroyingar lesa. Endamálið við skipanini er at geva MFS eitt betri innlit í umstøðurnar hjá lesandi í hesum londum. Hetta tryggjar, at lesandi hava eina rødd umvegis MFS, hóast lestrarland teirra ikki hevur eins og nógv føroysk lesandi sum onnur støð.
 

 Í MFS meina vit, at tað er ein fyrimunur, at føroyingar nema sær vitan úr mongum pørtum av heiminum, tí hetta gevur okkum nýggj sjónarmið og hugskot, sum kunna koma øllum í Føroyum til góðar. Vit vóna, at Ambassadørskipanin kann fáa ungar føroyingar at umhugsa at taka antin alla útbúgvinga ella part av henni í øðrum londum enn Føroyar og Danmark. Við at vísa á upplivingarnar hjá føroyskum lesandi í útlondum, bæði tær góðu og tær ringu, fáa føroysk ung eina breiðari fatan av, hvørjar møguleikar tey hava.
 

 Vit søkja tískil eftir ambassadørum frá Íslandi, Póllandi, Noregi og Onglandi. Vit hava frammanundan ambassadørar fyri Skotland og Svøríki. Ambassadørarnir hava eisini møguleika at gerast virkin í øðrum virksemi hjá MFS. Vit lurta fegin eftir uppskotum frá ambassadørunum, um hvussu vit kunna arbeiða fyri at betra um korini hjá føroyskum lesandi í teirra lestrarlandi. Í fjør hava vit arbeitt við at stovna eina skipan, har ambassadørar kunna søkja um fíggjarligan stuðul frá MFS til tiltøk fyri føroyskum lesandi í lestrarlandi teirra. Vit miðja eftir at gera stuðulsskipanina virkna sum skjótast. Endamálið við stuðulsskipanini er at styrkja um samanhaldið og sosiala lívið hjá føroyskum lesandi innan teirra landamørk.
 

 Vanligt er at ambassadørarnir eru við til viðkomandi tiltøk, millum annað Betri Pisudagar, Markleys Útbúgving, har tey greiða frá upplivingum og viðurskiftum í teirra lestrarlandi. Eisini plaga ambassadørar at verða við til samansjóðingardagin hjá MFS.
 

 Um tú hevur hug at gerast ambassadørur fyri eitt av omanfyrinevndu londum, kann tú senda eina umsókn til international@mfs.fo. Í umsóknini skal tú nevna títt lestrarland, lestrarstovnin tú lesur á, og hvørja útbúgving tú ert í holt við. Eisini er tað hóskandi at skriva ein lítlan tekst, har tú greiðir frá, hví tú ert áhugaður í leiklutinum og hví tú ynskir at gerast ambassadørur fyri títt lestrarland. Um tú hevur spurningar um Ambassadørskipanina, ert tú eisini vælkomin at skriva til hendan teldupostin.

bottom of page