Arbeiðsætlan
Samtykt tann 20. august 2022
Trivnaðar- og útbúgvingarpolitikkur
Útbúgving fyri øll
MFS skal virka fyri at økja um atgongdina til hægri útbúgving, uttan mun til um ein hevur skerdan førleika ella ei. Fyritíðarpensjónistar hava ikki eins og góðar møguleikar at hava eitt starv afturat lesnaðinum. Her kann eitt møguligt samstarv við MEGD og Gigni vera gott, har vit kunnu arbeiða fyri lesandi við skerdum førleika. Her kann ein útbúgving m.a. gera, at fyritíðarpensjónistar kunnu koma aftur í arbeiðsmarknaðin, og harvið skapa inntøkur til landskassan.
Altjóða útbúgvingarskipan
MFS skal arbeiða fyri, at útbúgvingarstovnar í Føroyum liva upp til altjóða krøv, soleiðis at tey lesandi í Føroyum kunnu fáa eina góða útbúgving, eins og tey í Evropa og kring heimin. Ein partur av hesum kann vera at fáa fleiri lesandi at fara á skiftislestur. Hetta gevur lesandi í Føroyum møguleikan at fara út í heim at savna sær nýggjar førleikar og vitan, sum tey kunnu taka við sær á føroyska arbeiðsmarknaðin. MFS fer tískil at raðfesta at geva lesandi í Føroyum atgongd til Erasmus+, sum kann gera tað lættari hjá lesandi í Føroyum at fara á skiftislestur og hjá lesandi uttanlands at koma til Føroyar á skiftislestur. Útbúgvingarstovnar mugu tískil eisini kanna krøvini til at gerast viðurkend altjóða, sum t.d. málpolitikkur, góðskutrygging og møguleikar at fáa fleiri granskarar og lesandi úr øðrum londum. Her kann talan vera um møguliga samstarv við altjóða nevndina.
Lestrarstuðul
Har er munur á, hvat lesandi fáa um mánaðin, um tey fáa frá Studna ella SU. Her fer MFS at raðfesta, at lesandi í Føroyum, ið fáa stuðul til lestur í Føroyum, verða javnsett við tey, ið fáa SU, soleiðis at har ikki er mismunur millum lesandi í Føroyum og lesandi í Danmark. Hækkandi prísir á gerandisvørum og inflatión ger, at byrðan á lesandi veksur. Lestrarstuðulin eigur tískil at prístalsviðgerðast, eins og staðfest er í lógini um lestrarstuðul. Ferðastuðulin, sum áður varð lækkaður, eigur at verða endurskoðaður, vegna hækkandi prísir á flogferðaseðlar. MFS skal eisini varpa ljós á lesandi í Føroyum. Hetta við eitt nú at vísa á hvussu er at vera lesandi við Studna í Føroyum, lestraríbúðir, støk lesandi foreldur. Hetta kann fáast í lag við samstarvi við samskiftis- og marknaðarførslunevndina.
Lestraríbúðir
Vit vita, at fleiri bústaðir í Havn standa tómir, sum m.a. rakar tey lesandi í Føroyum. Í hesum sambandi skal felagið leggja trýst á politikarar um at betra um hetta og um mong onnur viðurskifti innan útbúgvingarskipanina. Hetta serliga, tá nógvir bústaðir standa tómir, og skjóta upp, at Venjingarskúlin kann gerast til lestaríbúðir.
Sálarheilsa og kanning um sálarheilsu
Lesandi kunnu fáa sálarligar trupulleikar, sum mugu viðgerast, og MFS metir tað vera av alstórum týdningi at raðfesta nøktandi stuðulskipanir og hjálp til lesandi við sálarligum avbjóðingum. MFS fegnast um, at fólk millum 15 og 35 ár hava møguleika at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Játtanin til tilboðið var kortini uppi eftir stutta tíð, ið staðfestir tørvin á sálarfrøðiligari viðgerð til ung, umframt at meira peningur má setast av til endamálið. MFS leggur áherðslu á, at neyðugt er tryggja, at tilboðið heldur fram. Fatanin hjá MFS er, at fleiri lesandi uppliva stress, einsemi og tunglyndi. Hetta kann vera ein forðan í lestrartíðini hjá tí einstaka. MFS metir tískil, at atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð er neyðugt til tess at tryggja betri kor fyri lesandi í Føroyum. MFS skal gera eina spurnarkanning um sálarheilsuna hjá lesandi í Føroyum og spyrja Setrið og RTL um innlit til trivnaðarkanningar. Kanningarnar skulu brúkast til at fremja politisk átøk og at kunna myndugleikar og almenningin um hesi hagtøl. Her kunnu vit hava eitt møguligt samstarv saman við Sinnisbata, Ráð Teirra Lesandi og Fróðskaparsetur Føroya.
Økt fígging
MFS slapp inn í ESU í fjør, hevur fingið umboð til ESU, og hava ætlnir um at gerast sjónligari á sosialu miðlunum. Fleiri føroysk lesandi velja at lesa í Føroyum, og vit burdu kanna meira um tey og viðurskifti teirra. Hetta hevur við sær m.a. at virksemi hjá okkum fer at økjast. Tískil eigur MFS at fara í dialog við politiskir myndugleikar til tess at økja um okkara rakstrarjáttan, so at hon samsvarar við arbeiði okkara.
ÚSUN
Av tí at Føroyar eru ein smátjóð, so viðurkennir MFS, at tað ikki ber at bjóða út eins fjølbroyttar útbúgvingar sum í útlondum. MFS viðurkennir eisini, at tað er jaligt fyri føroyska samfelagið, at føroyingar fara í útlond at fáa sær eina útbúgving. Tískil eigur landskassin at rinda skúlagjald fyri útbúgvingar í útlondum, fyri at eggja føroyingar at taka útbúgvingar aðrastaðnis. Hesin stuðulin eigur undir ongum umstøðum at vera umlagdur til eitt lán.
Altjóða samstarv
Umboðan og kynsbýti
MFS er yvirskipað í trimum altjóða samstørvum. Hesi eru North-Atlantic Islands’ Students’ Cooperation (NAIS), Nordisk Ordförande Møte (NOM) og European Students’ Union (ESU). Miðað verður eftir at senda í minsta lagi tvey umboð til ráðstevnurnar hjá NAIS, NOM og ESU og í minsta lagi trý umboð til nevndarfundirnar hjá ESU. MFS skal raðfesta eitt javnt kynsbýti, tá vit senda umboð til ráðstevnur og nevndarfundir uttanlands.
Evropeiskt samstarv
MFS skal á tvær ráðstevnur og tveir nevndarfundir hjá ESU komandi ráðsár. Umboðini, sum verða send til nevndarfundirnar, skulu hava fyrireikað seg frammanundan. Harumframt skal altjóða nevndin saman við Tór Marna, sum situr í starvsnevndini hjá ESU, gera eina mannagongd til ESU. Altjóða nevndin skal miða eftir at hava tætt samskifti við hann og stuðla hansara nevndararbeiði í ESU.
Norðurlendskt samstarv
Komandi ráðsár fer MFS at luttaka á tveimum NOM-ráðsstevnum fyri at dagføra vitanina um lestrarviðurskifti og fyrireika seg til nevndarfundirnar hjá ESU.
Samstarv í útnorðri
MFS fer áhaldandi at arbeiða við at styrkja um NAIS, sum er eitt samstarv millum tað íslendska lestrarfelagið (LÍS) og tey grønlendsku lestrarfeløgini Avalak og Ili Ili. Hetta ráðsárið vera tveir NAIS-fundir - NAIS4, sum MFS skal skipa fyri í oktober í Keypmannahavn, og NAIS5, har LÍS er vertur. Harumframt fer NAIS at skipa fyri einum pallborðsfundi komandi vár.
Ambassadørskipanin
Nevndin fyri altjóða samstarv skal søkja eftir nýggjum ambassadørum til komandi ráðsár. MFS skal endurskoða ambassadørskipanina og gera greitt, hvat endamálið við henni er.
Samstarv við VSS-UNES-USU um ERASMUS+
Vit skulu samstarva við sveisiska lestrarfelagið VSS-UNES-USU og aðrar viðkomandi áhugapartar um at fáa limaskap í Erasmus+. MFS er partnari í einari venjingarlegu í Sveis, har ein lærir at gera politisk átøk og ávirka ERASMUS+. MFS skal senda í minsta lagi eitt umboð til venjingarleguna. Altjóða nevndin skal vera samd um eitt politiskt átak, áðrenn venjingarlegan byrjar.
Minka um arbeiðsbyrðuna hjá altjóða skrivaranum
Altjóða nevndin skal umskipast, soleiðis at arbeiðsbyrðan hjá altjóða skrivaranum ikki verður ov stór.
Innanhýsis viðurskifti (lógarbroytingarnevndin)
Samskifti og fílagoymslu
Arbeiðast skal við at fáa flutt alt innanhýsis samskifti og fílugoymslu hjá MFS á ávísar pallar, t.d. Messenger ella Slack, og Microsoft Teams ella Google Drive. Hetta so at skipanirnar á netinum eru betri samskipaðar, og at skjøl og annað, sum er goymt á netinum er meira atkomiligt fyri nevndarlimunum.
Dátuvernd
Krevja at endurskoða mannagongdir á hesum økinum vegna nýggju dátuverndarlógina frá í fjør.
Bygnaður
Bygnaðurin í felagnum eigur at endurskoðast. Serliga, tá tað kemur til støðuna hjá lokalnevndum, ambassadørum, og hjánevndum.
Starvsfólkapolitikkur
MFS hevur ongan starvsfólkapolitikk enn, hóast vit hava eitt skrivstovufólk og eitt umboð til ESU til arbeiðis. Hetta má dagførast, soleiðis at starvsfólkið kennir síni rættindi og skyldur.
Fíggjarstýring
Fíggjarstjórin skal í samstarvi við altjóða skrivaran gera eina mannagongd, hvussu MFS í sambandi við limagjald váttar sína samlaðu tøku inntøku til ESU. MFS skal stovna eina skipan, har lesandi og lestrarfeløg kunnu søkja um fíggjarligan stuðul frá felagnum til tiltøk fyri lesandi. Reglugerð og mannagongd fyri hesa skipan má tryggja, at stuðulin verður brúktur skilagott og at so mong lesandi fáa gagn av tí sum gjørligt.
Samsýning til ráðslimir
Skipanin við samsýningum skal endurskoðast og hugt eigur at vera eftir, um vit kunnu geva fleiri ráðslimum samsýning.
Flyta freist nær vit kunnu lata roknskap inn
Møguleikin fyri at flyta freistina við at lata Uttanríkis- og Mentamálaráðið roknskap okkara frá apríl til august skal kannast. Miðjað verður ímóti at flyta freistina soleiðis, at vit kunnu góðtaka roknskapin á aðalfundinum í juli, tá flest lesandi eru í Føroyum.
Samskifti og marknaðarføring
Marknaðarføring
MFS skal miða eftir at gerast sjónligari í miðlunum. Hetta skal styrkja um okkara átøk innan trivnaðar- og útbúgvingarpolitisku økini, og samstundis tryggja at øll okkara átøk røkka so mongum av teimum lesandi í Føroyum og føroyskum lesandi uttanlands. Tað er ein vansi, at mong lesandi ikki vita, hvat MFS er og hvussu MFS arbeiðir teirra vegna, millum annað, tá leitað verður eftir nýggjum limum til ráðið hjá felagnum, og tá ið MFS skipar fyri ella stuðlar tiltøkum, sum eru til gagns fyri lesandi.
Marknaðarførslulutir
Vit mugu dagføra okkara marknaðarførslulutir, og kanna, um vit hava nóg mikið tilfar av t.d. pennum, og kanna, um tørvur er á øðrum marknaðarførslulutum.
MFS fer at halda fram við at kunna við lestrarstørvum á LinkedIn.
MFS má halda fram við at røkka til øll lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Hetta gera vit við at skipa tilfar, sum er viðkomandi fyri lesandi. Vit hava tveir Instagram vangar: @mfslesandi til lestrarlív og @mfstudenta til nevndarvirksemi og virksemi hjá ráðnum. Hetta er fyri at kunna tey lesandi um bæði innan- og uttanhýsis viðurskifti og virksemi hjá MFS. Møguliga skal samskiftis- og marknaðarførslunevndin sjálv velja fólk til @mfslesandi.
Heimasíða
Arbeiðið á heimasíðuni skal halda fram - vit skulu enn kunna tey lesandi um lestarstørv á okkara portali, og strika tey, tá umsóknarfreistin er farin. Eisini skal ein ensk týðing av heimasíðuni raðfestast, soleiðis at lesandi, ið ikki duga føroyskt, kunnu lesa hana. Fjølnir-greinar skulu eisini leggjast út so hvørt á heimasíðuni. Heimaíðan skal dagførast so hvørt.
Tiltøk
Løgtingsval 2023
Løgtingsvalið er í eygsjón, og sjálvandi skal MFS vera við at skipa fyri tiltøkum og møguliga eisini pallborðsfundum og skriva lestrarbrøv o.s.fr.
Tiltak um Bologna og/ella Erasmus+
Bologna tilgongdin og Erasmus+ hevur verið hjartamál hjá MFS í mong ár, og tískil eiga vit enn at varpa ljós á hetta, við at t.d. kunna fólk um hetta við eitt nú upplýsandi tiltøkum.
Markleys Útbúgving
MFS hevur verið við í mong ár á Markleysari Útbúgving, og vit fara at halda fram við hesum. Vit mugu eisini stremba ímótii at vera meira sjónlig, og hava marknaðarførslulutir hjá MFS við.
Jobmatch
MFS hevur verið við á Jobmatch fyrr, og kannast má, hvønn leiklut MFS hevur í hesum sambandi í ár.
Fjølnir
Ein arbeiðsbólkur verður settur at taka sær av Fjølnir, har vit fara at skriva um fjølbroytt evni. Vit mugu eisini stremba ímóti at prenta fleiri ritgerðir inn í Fjølnir.
Pisudagar
MFS hevur verið við á Pisudegnum í mong ár, og vit fara at halda fram við hesum.
Setrið “samansjóðing”
MFS skal vera sjónligt, tá tey nýggju lesandi á Setrinum fara undir útbúgving. Her kunnu vit t.d. kunna tey um arbeiðið okkara og hvussu tey kunnu søkja um pening frá MFS til at skipa fyri tiltøkum fyri føroysk lesandi.
Ymiskt
Umboð
Fáa fleiri umboð úr Keypmannahavnarnevndini, Ráð Teirra Lesandi og ambassadørarnir hjá MFS.