top of page

Ársfrásøgn
 


MFS hevði aðalfund 24. Juli 2024 í Tórshavn, har nýtt ráð varð valt. Eisini var vitjan av gestarøðara Yauheni frá Hvítaruslandi. 


MFS hevur havt vaksandi virksemi á bæði útbúgvingarpolitiska pallinum heima í Føroyum og á altjóða pallinum, og hetta hevur seinasta ráðsárið verið merkt av. Komandi kampus í Føroyum, atgongd til stóru evropeisku lestrarsamstørvini Bologna, EHEA og Erasmus+ og limaskapur í ESU, hava nevniliga verið føst punkt á fundarskránni hjá nevndini. Afturat hesum ynskir og væntar MFS eitt støðugt vaksandi samstarv við bæði Ráð Teirra Lesandi (RTL) og Fróðskaparsetur Føroya.


Umframt hetta hevur fokus hjá MFS í ráðsárinum 2023 – 2024 verið at savna sær fleiri limir, skipa skottryggar mannagongdir til virksemið felagsins og framleiða umsókn um hægri rakstrarjáttan.

 


1.    Virksemi
Føroyar standa nú á gáttini at sleppa uppí stóru evropeisku lestrarsamstørvini Bologna, EHEA og Erasmus+. Hetta er ein sera spennandi tíð fyri hægri útbúgving í Føroyum og krevur stóra raðfesting frá bæði Landsstýrinum, Fróðskaparsetrinum og teimum lesandi. Tað er sostatt eisini týdningarmikið, at allir hesir partar arbeiða saman. MFS hevur seinastu mánaðirnar verið hoyringspartur til lógaruppskot um góðskutrygging og førleikarkarmar, hevur hildið framløgur til stór politisk tiltøk um Bologna-tilgongdina, havt fundir við Fróðskaparsetur Føroya, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og landsstýrismann Djóna Nolsøe Joensen og mangt annað. Hetta hevur verið sera spennandi at síggja sum lestrarfelag, tí vit hava merkt, at áhugamál fyri hægri útbúgving í Føroyum verða raðfest. 


Vit í MFS eru glað fyri at síggja áhugan fyri útbúgvingarpolitikki í Føroyum og vaksandi altjóða virksemi, av tí at vit sum felag fáa prógv fyri, at okkara arbeiði ger mun. Við vaksandi áhuga og virksemi verður tað lættari hjá okkum at umboða áhugamálini hjá føroyskum lesandi, tí vit sleppa at gera vart við hesi áhugamál til teir aktørar, sum beinleiðis ávirka lestrarviðurskiftini hjá okkum øllum.

 


1.1.    Altjóða økið
MFS stendur í dag sera sterkt sum fullur limur í European Students Union (ESU). Hesum takka vit MFS eldsálunum fyri, sum settu sera nógva orku í tilgongdina og eydnaðust við málinum  í 2021. Vit eru bjóðað við til fleiri altjóða tiltøk árliga, har vit hava møguleika at læra um nýggjastu rákini innan Bologna, EHEA og Erasmus+, og vit hava beinleiðis ávirkan og valrætt til nevndarfundirnar. MFS leggur stóran dent á at vera frammi á altjóða pallinum, so áhugamálini hjá føroyskum lesandi verða umboðaði.


Hetta ráðsárið hevur leiðin gingið til Estland, Sveis og Týskland. Í ár legði MFS ývirlýsingar fram til nevndarfundin í Estlandi. Eina yvirlýsingin snúi seg um at hækka aldurin fyri tey, sum hava rætt til ókeypis sálarheilsutilboð. Eisini legði MFS yvirlýsing fram um ókeypis menstruatiónsvørir á hægri lestrarstovnum. Báðar yvirlýsingarnar blivu góðtiknar til nevndarfundin.


MFS byrjaði at samstarva við DUF í 2022 (Dansk Ungdoms Fællesråd) í samband við SJÓMAQ-verkætlanina. Verkætlanin – sum uttan at leggja dent á loysing ella samband – hevur til endamáls at kunna ung í Grønlandi, Danmark og Føroyum um hvønn annan. MFS gjørdi sáttmála við DUF um at vera virkin partur í hesi verkætlan fyri at gera bæði donsk og grønlendsk ung meira tilvitað um føroyska mentan, mál og lestrarviðurskifti. MFS luttók tí í tveimum umførum í ráðstevnum og tiltøkum í Grønlandi og til tiltak í Danmark. 


1.1.2. NAIS ráðstevnan í Keypmannahavn
Samstarvið millum norðuratlantisku lestrarfeløgini (NAIS) helt eina ráðstevnu á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 17.-19. mai 2024. 
Hetta relativt unga samstarvið millum lestrafeløgini frá Grønlandi (ILI ILI og Avalak), frá Føroyum (MFS) og Íslandi (LÍS) varð stovnað í januar 2019. Endamálið við NAIS er at styrkja um útbúgvingarøkið í londunum í útnorði. Afturat hesum gagnnýta lestrarfeløgini hvønn annan við at deila royndir. Týdningurin av NAIS sást serliga aftur, tá tað kom til at deila royndir á altjóða økinum. Serliga Grønland (ILI ILI og Avalak) og Føroyar (MFS) deildu royndir sínar viðvíkjandi avbjóðingarnar, sum stinga seg upp, tá aðrir aktørar á altjóða pallinum meta at Føroyar og Grønland eru ríkiligt umboðaði av donsku lestrarfeløgunum. Ein greið misskiljing. 
Umframt hestta varð NAIS ráðstevnan serliga brúkt til at byggja relatiónir millum lestrarfeløgini.

1.2.     Arbeiðsvikuskifti og eyka aðalfundur
Til eyka aðalfundin, sum var í Keypmannahavn í februar 2024, fingu vit tveir nýggjar ráðslimir í MFS. Tey eru Frida Brockie Davidsen og Magni Steintún. Á túrinum fingu vit eisini vitjan av danska lestrarfelagnum DSF. Tey fortaldu okkum um teirra arbeiði, og hvat tey fáast við. Til hendan túrin var forsetin í MFS Keypmannahavnar- nevndini eisini til staðar. Her var fokus á at; samanssjóva nýggja ráðið, leggja ætlan fyri at fáa fleiri limir í Ráðið og skipa mannagongdir til virksemið felagsins, fyri at gera felagið meira effektivt og loyva einari bleytari innflúgving fyri nýggjar limir. Hetta gjørdi Ráðið m.a. við at savna øll skjøl á einum Drev og at framleiða mannagongdir til ymsu leiklutirnar hjá ráðslimunum. 
Umframt alt hetta byrjaði ráðið uppá eina umsókn til BUMR viðvíkjandi hækkaða rakstrarjáttan.

1.3.    Umsókn um hækkaða rakstrarjáttan
MFS sendi inn umsókn um hækkaða rakstrarjáttan til BUMR í mars 2024 og hildu framløgu og greiddi nærri frá hesi umsókn á fundi í apríl 2024 við BUMR og Landsstýrismann Djóna Nolsøe Joensen. Her vóru avgerandi grundgevingarnar:
 

 

  • Fleiri føroysk lesandi velja at lesa í Føroyum, og vit eiga at kanna teirra umstøður og viðurskiftir sum ávirkast av vaksandi lestrartalinum. 
     

  • Síðani MFS gjørdist partur av ESU, er altjóða virksemið økt nógv.
     

  • MFS arbeiðir saman við politisku skipanini fyri at styrkja um útbúgvingarskipanina, eitt nú sum týdningarmikil hoyringspartur í hesum málum. 
     

  • Í løtuni er stórur partur av arbeiðinum hjá MFS sjálvboðið, og hetta avmarkar virksemi felagsins. Samsýning til ráðslimir hevði gjørt tað møguligt at tikið meira arbeiði á seg.
     

  • MFS stuðlar føroyskum lestarrfeløgum í útlondum til sosial tiltøk og ynskir vaksandi samstarv við RTL, MFS Keypmannahavn og Føroyingafelagið í Aalborg.
     

MFS fekk ikki endaligt svar á fundinum, men mettu at BUMR virkaðu positiv. MFS ætlar tí at framhaldandi at halda dialog við politiskar myndugleikar fyri at arbeiða fyri hægri rakstrarjáttan.

1.4.     Fjølnir
Fjølnir hevur fylt nógv hettar ráðsárið. Vit sum felag, ynsktu at seta fokus á, hvat hevur týdning fyri eitt sunt og gott lestrarlív. Tí er evnið hjá Fjølnir 2024 felagsskapur. Fjølnir nevndin hevur valt hetta sum evni, tí felagsskapur er ein av høvuðsorsøkunum til trivnað, og tí vit mettu tað vera eitt av týdningarmiklastu elementunum í einum sunnum lestrarumhvørvi. 
Afturat hesum er felagsskapur drívmegin og ein av høvuðsorsøkunum handan luttøku í ungmannafeløgum. MFS virðismetir felagsskapin, og mann kann við vissu siga, at uttan tann felagsskapin, sum fylgir við lestrarpolitiska ítrivinum, hevði MFS sæð væl øðrvísi út í dag. 
Fjølnir 2024 hyggur at felagsskapi frá ymsum vinklum við vón um at veita lesaranum eina breiða fatan av, hvat felagsskapur kann vera. Fjølnir 2024 hátíðarheldur tískil felagsskapin, og blaðið hevur spennandi greinar við vísindaligum, filosofiskum og politiskum sjónarhornum. 

2.    Tiltøk og annað
MFS hevur luttikið í nógvum ymiskum tiltøkum í farna árinum. MFS luttekur m.a. hvørt ár til Markleys útbúgving og Betri Pisudagar fyri at fyrireika nýggj lesandi uppá at byrja hægri lesna. Fyrrverandi forseti helt afturat hesum, framløgu um týdningin av, at Føroyar gerst limur í Bologna-tilgongdini til tiltakið “Føroyar í Evropa – Hægri útbúgvingar skipast eftir altjóða leisti” í novembur 2023. Í hesum sambandi varð fundur eisini hildin við Fróðskaparsetur Føroya. Umframt hetta valdi MFS í novembur 2023 at longja samstarvið við Betri Banka til 2028.

3.    Nýggja Ráðið 2024 – 2025
Fokus var m.a. hjá Ráðnum at savna sær fleiri limir og hetta eydnaðist væl. Nýggja ráðið hjá MFS er mannað við 10 ráðslimum; Magni Steintún, Heiðrun Hammer Erlingsson, Jógvan Fríði Tróndarson, Tórálvur Mohr, Anna Dam, Kári Ólason Danielsen, Frida Brockie Davidsen, Andrias Nolsøe Jacobsen, Annika Jespersdóttir Petersen og Sigmund V. P. Zachariassen. 
Nýggja ráðið er soleiðis skipað: 


Forseti: Magni Steintún, Bachelor í Medicin, Københavns Universitet, Keypmannahavn, Danmark.

Varaforseti: Heiðrun Hammer Erlingsson, Løgfrøði, Københavns Universitet, Keypmannahavn, Danmark.

Ráðsskrivari og álitisfólk: Jógvan Fríði Tróndarson, Bachelor in Business, Asian Language and Culture - Chinese track,  CBS, Keypmannahavn, Danmark.

Fíggjarstjóri: Tórálvur Mohr, Medicin á Københavns Universitet, Keypmannahvan, Danmark.

Altjóða skrivari og álitisfólk: Anna Dam, Bachelor í sálarfrøði á Universitet í Bergen, Bergen, Noreg.

Vara altjóða skrivari: Kári Ólason Danielsen, Byggifrøði, KEA, Keypmannahavn, Danmark

Samskiftis- og marknaðarførslustjóri: Frida Brockie Davidsen, Bachelor í Interaction Design, Aalborg Universitet, Aalborg, Danmark.

Ráðslimur og MFS umboð í SJÓMAQ-verkætlanini: Annika Jespersdóttir Petersen, Løgfrøði, Københavns Universitet, Keypmannahavn, Danmark.

Ráðslimur: Sigmund V. P. Zachariassen, Stjórnmálafrøði, Fróðskaparsetur Føroya, Føroyar.

Ráðslimur: Andrias Nolsøe Jacobsen, Nanoscience, Keypmannahavn, Danmark

bottom of page