Ferðafrásøgn
MFS á European Students' Union (ESU) Board Meeting 88 í Oslo, Norra
17. - 23. november 2024
Nevndarfundurin hjá ESU er ein hálvárligur fundur, har øll limafeløgini møtast og virkar sum evsta vald felagsins. Á hesum fundum tekur nevndin týdningarmiklar avgerðir viðvíkjandi politikkum, arbeiðsætlanum og vali av limum í starvsnevndina. Hvørt land hevur tvær atkvøður. Heili fýra føroyingar vóru við á nevndarfundinum:
• Anna Dam, altjóða skrivari
• Kári Ólason Danielsen, vara altjóða skrivari
• Heiðrun Hammer Erlingsson, varaforseti og limur í altjóða nevndini
• Jógvan Fríði Tróndarson, ráðsskrivari, álitisfólk og limur í altjóða nevndini
Hvat er ESU?
ESU (European Students' Union) er eitt meginfelag fyri lesandi í Evropa, sum fevnir um 44 landsdekkandi lestrarfeløg úr 40 ymiskum londum. Felagið umboðar tilsamans uml. 20 milliónir lesandi. ESU varð stovnað í 1982 við tí endamáli at umboða og tala fyri útbúgvingarligum, samfelagsligum, búskaparligum og mentanarligum áhugamálum hjá lesandi á evropeiskum støði. Hetta er serliga rættað móti stovnum sum ES (Evropasamveldið), Bologna Follow Up Group, Evroparáðnum og UNESCO.
ESU arbeiðir eitt nú við góðskutrygging av hægri útbúgving, altjóða samstarvi og mobiliteti, trivnaði og sálarheilsu hjá lesandi. Nevndarfundirnir hjá ESU fevna vanliga um fimm dagar, har teir fyrstu tveir dagarnir eru seminarar, og teir tríggir síðstu eru sjálvur nevndarfundurin.
Dagur 1 og 2
Seminardagarnir eru ætlaðir at læra hvønn annan at kenna, at geva innleiðslu til nýggjar luttakarar og at fyrireika nevndarfundin.
Dagur 1:
Vit byrjaðu dagin við morgunmati og fóru síðani til Oslo Universitet, fakultetið hjá løgfrøðilesandi. Har fingu vit eina innleiðslu frá Kaju Ingdal Hovdenak, forkvinnuni hjá NSO (Norsk studentorganisasjon), sum var vertur fyri tiltakinum.
Oddmund Hoel, ráðharri fyri gransking og hægri útbúgving, helt eina røðu um sítt arbeiði, og síðan var pallborðsorðaskifti við luttøku av Selma Bratberg (SAIH), Eivind Vad Petersson (skrivari í uttanríkisráðnum) og Iris Kimiszoglu (forkvinna í ESU), sum umrøddu demokrati fyri lesandi.
Vit fingu eina løtu at hyggja runt í Oslo, áðrenn vit fóru aftur á universitetið til eina framløgu um fígging og limaskap. Um kvøldið var galla, har NSO skipaði fyri undirhaldi.
Dagur 2:
Vit vitjaðu Utøya og høvdu dagin um evnini demokrati og altjóða samstarv. Vit høvdu workshops og framløgur, umframt eina rundvísing á oynni. Vit fingu eisini eina gjølla frágreiðing um ræðuligu hendingina 22. juli 2011 og hennara avleiðingar. Hetta var ein sterkur, læruríkur og ógloymandi dagur.
Dagur 3-5: Nevndarfundir
Dagur 3:
Á fyrsta degi av nevndarfundinum góðkendu vit frásagnirnar hjá leiðsluni hjá ESU og gjøgnumgingu uppskot til broytingar í viðtøkum. Vit viðgjørdu eitt tryggingarskjal, "Fundamental Values and Solidarity Policy Paper". Fundurin endaði seint um kvøldið.
Dagur 4:
Raksturin hjá ESU varð góðkendur. Fíggjarligir trupulleikar hjá ESU vórðu umrøddir, og loysnir vórðu lagdar fram. Eisini varð eitt skjal, "Statement on Sustainability of Higher Education", viðgjørt.
Hvørt sjeynda ár skulu limafeløg endurmetast. Øll feløgini, ið skuldu endurmetast, vórðu góðkend. MFS fekk tvær yvirlýsingar góðkendar:
1. Erasmus+ til Føroyar (framlagt av Annu)
2. Rættur hjá føroyingum til eyka tíð til skrivligar royndir í donskum útbúgvingum (framlagt av Heiðruni)
Dagur 5:
Á síðsta fundardegi varð tryggingarskjalið "Strategic Political Priorities 2025-2029" viðgjørt og góðkent. Vegna væl fyrireika arbeiði hjá NSO og ESU, vóru vit liðug fyrr enn ætlað og gjørdu okkum síðani fyrr klár til Intercultural Night, ið er ein siðvenja hjá ESU Board meetings. MFS hevði aftur turran fisk við – saman við øðrum góðum drekkilsi afturvið.