top of page

MFS á Board Meeting 89 hjá European Students’ Union (ESU)

Banja Luka, Bosnia og Herzegovina, 12.–18. mai 2025

Nevndarfundurin hjá ESU (European Students’ Union) er ein hálvárligur fundur, har øll limafeløgini møtast. Fundurin er hægsta avgerðartakandi vald felagsins og har verða týðandi politiskar avgerðir tiknar, millum annað viðvíkjandi politikki, arbeiðsætlanum og vali av starvsnevndarlimum. Hvørt limaland hevur tvær atkvøður.

mynd 1.jfif

Føroyar vóru umboðaðar av trimum luttakarum frá Meginfelag Føroya Studenta (MFS):

  • Kári Ólason Danielsen, vara altjóða skrivari

  • Tórálvur Mohr, fíggjarstjóri og limur í altjóða nevndini

  • Petur Simonsen, limur í altjóða nevndini

mynd 2.jfif

Hvat er ESU?

ESU er meginfelagið fyri lesandi í Evropa og telur 45 landsfevnandi limafeløg úr 40 ymiskum londum. Felagið umboðar tilsamans umleið 20 milliónir lesandi. Tað varð stovnað í 1982 við endamálinum at umboða áhugamálini hjá lesandi í evropeiskum samanhangi. ESU samskiftir millum annað við Evroparáðið, UNESCO, Bologna Follow-Up Group og ES (Evropasamveldið).
Høvuðsarbeiðsøki hjá ESU eru góðskutrygging í hægri útbúgving, internationalisering, mobilitetur og trivnaður hjá lesandi og starvsfólki í hægri lærustovnum.

Fundarskráin – Dag fyri dag

Dagur 1: Vælkomuhald og kjakpanel

Bosniska lestrarfelagið SURS bjóðaði vælkomin við einum setanarhaldi. Her var framførsla við siðbundnum dansi og sangi, og rektarin og ráðharrin úr útbúgvingarmálaráðnum heilsaðu luttakarunum.
Eftir hetta var eitt áhugavert panelorðaskifti um evnið:
“Bridge to EU: Higher Education, European University Alliances & Student Leadership”, sum serliga fevndi um, hvussu Bosnia og Herzegovina arbeiðir við at nærkast ES.

Seinnapartin varð tosað um, hvussu val til nevndina í ESU kann skipast í framtíðini. Kynskvotur eru galdandi í dag, og hetta var eitt heitt evni í kjakinum. Eisini fingu tey, sum stillaðu upp til nevndar- og forsetaval, høvi at leggja fram sína visjón áðrenn sjálva atkvøðugreiðsluna.

Dagur 2: Útferð og politisk skjøl

SURS skipaði fyri einum túri til bygdina Pecka, har luttakararnir fingu høvi at uppliva vøkru náttúruna kring Banja Luka.
Dagurin varð nýttur til at viðgera politisk skjøl, m.a. viðvíkjandi góðskutrygging av ECTS-skipanini, betri viðurskiftum hjá lesandi við breki og yrkisútbúgvingum á hægri útbúgvingarstigi.

Eisini varð farið ígjøgnum fíggjarskølini hjá ESU, og boðað varð frá, at limagjaldið kundi hækka vegna inflatión. Hetta skuldi atkvøðast um seinni í vikuni.

mynd 6.jfif
mynd 7.jpg
mynd 8.jfif

Dagur 3: Frágreiðingar og limagjald

Tann triðja dagin byrjaði sjálvur nevndarfundurin. Her greiddu forsetin og nevndarlimir frá arbeiðinum í farna árinum. Lestrarfeløgini skuldu góðkenna frágreiðingarnar.
Seinnapartin varð uppskotið um hægri limagjald samtykt við meira enn tveimum triðingum av atkvøðunum. Hækkingin fær gildi frá 2026 og skal tryggja betri fíggjarstøðu hjá ESU.

 

Dagur 4: Avgerðir og nevndarval

Fjórði dagurin byrjaði við, at yvirlýsingar og uppskot frá limafeløgum vórðu viðgjørd og góðkend. Lestrarfeløgini løgdu síðstu broytingar í skjølini, áðrenn tey vórðu samtykt.

 

Tíðliga seinnapartin vitjaðu Luigi Soreca, ES-umboðsmaður, saman við 12 sendiharrum, sum starvast í Bosnia og Herzegovina. Millum ambassadørarnar var eisini danski sendiharrin, Åge Sandal Møller, sum var virkin í kjakinum. Vit fingu høvi at tosa beinleiðis við hesar diplomatisku umboð og spyrja teir um teirra arbeiði, og hvussu teir virka fyri at betra um rættindi og umstøður hjá lesandi í landinum.

Luigi Soreca hevur, frá 1. september 2024, verið leiðari fyri ES-delegatiónina í Bosnia og Herzegovina við eini fýra ára arbeiðsskipan. Samstundis er hann eisini serstakur umboðsmaður ES í Bosnia og Herzegovina, við eini fyrstu skipan á tvey ár. Hann greiddi frá leiklutinum hjá ES í arbeiðinum við at stuðla ES-limalagsætlanini (EU Ascension) hjá Bosnia og Herzegovina.

Seinnaparturin bleiv brúktur uppá at hava nevndarvalið, ið endaði soleiðis:

  • Lana Par úr Kroatia varð vald til forseta.

  • Arno Schrooyen úr Belgia og Daciana Pop úr Rumenia vórðu vald sum varaforsetar.

  • Fyrir Norðurlond og Baltikum varð Katariina Järve úr Estlandi vald í nevndina (av 7 plássum).

 

Dagur 5: Endurmetingar og Intercultural Night

Síðsti fundardagur varð nýttur til 5 endurmetingar av limafeløgum – ein skipan har feløg fáa høvi at uppdatera ESU um sítt virksemi og kervi í heimlandinum. MFS fær møguleikan at hava sína fyrstu endurmeting í desember 2025, tá fundurin verður í Wien.
Atkvøðugreiðsla var eisini um at broyta kynskvotuna í nevndini, men hetta varð felt, tí tað fekk ikki neyðugu ¾ meirilutuna.

Áðrenn kvøldsskránna byrjaði, varð farið undir at takka teimum nevndarlimum, ið fóru frá. Millum annað gavst Iris Kimizoglu sum forseti og Jens Bartnes úr Noregi sum nevndarlimur. Øll fingu høvi at halda røðu og takka fyri seg.

 

Intercultural Night

Kvøldið endaði við Intercultural Night, har limafeløgini høvdu básar við mati og drekka úr egnum londum. MFS umboðaði Føroyar við turrum fiski og føroyskum snapsi – eitt høvi at fagna einari innhaldsríkari viku og menna sambond við lesandi úr øllum Evropa.

Takk fyri okkum!

MFS

mynd 9.jfif
mynd 10.jfif
mynd 11.jfif
mynd 12.jfif
mynd 13.jfif
mynd 14.jfif

© 2024 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 |  100 - Tórshavn

bottom of page