top of page

Yvirlýsing um felags digitala goymsluskipan

Samtykt á eykaaðalfundi tann 11. februar 2023

MFS og LÍS (Lestrarfelag Íslands) heita á Fróðskaparsetur Føroya og íslendsku universitetini at byggja eina felags digitala goymsluskipan fyri lesandi í Føroyum og Íslandi. Á goymsluskipanini kunna m.a. bachelor og master ritgerðir og granskingar frá akademiska starvshópinum verða savnaðar. www.skemman.is er ein heimasíða fyri íslendsk lesandi, sum bjóðar hesar tænastur, og nýggja heimasíðan www.ojs.setur.fo hevur savn av bókum og ritgerðum, sum Fróðskapur hevur útgivið, men hevur ikki bachelor ella master ritgerðir.

Vit heita á Føroysku og Íslendsku universitetini at bjóða lesandi, lærarum, granskarum og øðrum hesa deildu vitanina, sum kann eggja til samstarv millum universitetini og økja um vitanina millum Føroyar og Ísland.

bottom of page