Ferðafrásøgn
Tann 29. – 1. august var SJÓMAQ námskeiðið hildið í Danmark. Her luttóku ráðslimur Annika Jespersdóttir Petersen og samskiftis- & marknaðarførslustjóri Frida Brockie Davidsen.
Sjómaq er ein verkætlan ið hevur til endamál at styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum. MFS hevur verið partur av verkætlanini síðan hon byrjaði. Her sita vit bæði í nevndini í verkætlanini og í bevilligsudvalget, sum avgerð hvørjir felagsskapir kunnu fáa fíggjarligan stuðul frá verkætlanini.
Undanfarnu árini hevur SJÓMAQ bæði verið í Grønlandi og í Føroyum. Umframt sjálvt námskeiðið, sluppu luttakarar at uppliva alt frá vøkru náttúruni til matmentanina í teimum báðum londunum.
Hesaferð møttust vit í Keypmannahavn í Danmark, áðrenn leiðin gekk til Slettestrand í Norðurjútlandi. Hetta var millum annað fyri at royna at bróta nakrar av teimum fordómum sum kunnu verða um Danmark sum eitt stórbýarsamfelag. Tí afturat stórbýar-resinum er Danmark eisini kent fyri sín fiskiskap, sterka landbúna og sítt flata og grøna landslag við langum sandstrendum.
Á Slettistrand høvdu vit góðar hentleikar at síggja ta donsku náttúruna. Herfrá vóru vit eisini útferð bæði til Bulbjerg, har veðrið var av tí allarbesta, og ein gongutúr ígjøgnum Fosdalen. September hevur tó verið serliga heitur í Danmark, so áin var ikki so sjónlig hendan dagin.
Evnið hesaferð var "Bæredygtig Frivillighed", eitt aktuelt evni fyri okkum, ið eru virkin í felagsskapum og foreiningum.
Vit byrjaðu við at umrøða, hvussu støðan er við sjálvbodnum arbeiði í teimum trimum londunum. Tað var áhugavert at hoyra um avbjóðingarnar við at fasthalda sjálvboðin, serliga tá vit tosaðu um hvussu ymiskt hetta verður handfarið bæði í Grønlandi, Føroyum og Danmark, men eisini í teimum ymsu felagsskapunum.
Sambært "Ungeanalysen", sum DUF (Dansk Ungdoms Fællesråd) hevur gjørt, hava fleiri ung havt tað sosialt trupult aftaná koronufarsóttina. Kanska er tað vorðið meira góðtikið at siga nei, og her verður eisini tosa um hetta møguliga er blivið til eina mentanarbroyting. Hendan broytingin var umrøtt í sambandi við sjálvboðið arbeiði, tí tað tykist at verða eitt skifti í áhaldandi luttøku, serliga í teimum leiklutunum við stórari ábyrgd. Fleiri felagsskapir merkja av tí sama ein vaksandi tørv á sjálvbodnum leiðarum.
Í samband við koronu, nevndu fleiri á námskeiðinum seg eisini verða rakt av einum "erfarings blackout" har garvaði sjálvboðin ikki hava verið til staðar at vegleiða tey nýggju. Hetta hevur skapt avbjóðingar, tí fleiri felagsskapir mugu nú nærum endurnýggja arbeiðsbygnaðin.
Tvørsagnir:
Summar av hesum avbjóðingunum, kunnu vit kalla fyri eitt "paradoks", ella eina tvørsøgn. Hetta eru, í hesum sambandi, avbjóðingar har ið loysnin ella arbeiðisframgongdin er hvør sín og kunnu tykjast mótstríðandi. Samstundis eru hesar báðar tengdar at hvørjum øðrum, so tað snýr seg um at finna javnvág millum hesar pólar. Ímynda tær eitt vøgufjøl, har tú mást halda vektina javna á fleiri ymiskum punktum, fyri ikki at missa stigið.
DUF legði 10 dømir fram um paradoksar í leiðslu av sjálvbodnum arbeiði. Nøkur av teimum vit umrøddu vóru hesi:
-
At taka atlit til einstaklingin og samstundis tryggja felagsskapin.
-
At skapa møguleika fyri smidleika og samstundis tryggja ábyrgd og áhaldni í arbeiðinum.
-
At tryggja ognarrættin, frían kreativan arbeiðshátt og samstundis stilla upp fastar karmar.
Í smærri bólkum fingu vit eisini møguleikan at viðgera hesar tvørsagnir, har ið ótrúliga nógvir góðir vinklar og dømir stungu seg fram. Er tú forvitin og hevur hug at lesa meira um burðardygt sjálvboðið arbeiði, so hevur DUF gjørt eitt blað ið bæði greiðir frá og viðger hesar tvørsagnirnar ið arbeitt varð við á skeiðnum. Útgávan eitur "Paradokser i ledelse af frivilligt engagement" og kann lesast her .
Sjálvboðið arbeiði
Sjálvboði arbeiði hevur ein ómetaliga stóran týdning fyri bæði samfelagið og einstaklingarnar, ið luttaka. Fyrst og fremst er frívilligt arbeiði ein grundarsteinur í mongum felagsskapum, sum veita tænastur og tilboð, ið annars ikki høvdu verið tøkar. MFS er bert eitt dømi av einum felagsskapi, har ið mest sum allar rekandi kreftir eru stuðlaðar av sjálvbodnum arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri eitt nú hjálparfelagsskapir og ítróttarfeløg. Uttan sjálvboðið arbeiði høvdu nógvir av hesum felagsskapunum verið ómøguligir at rikið, og tað hevði skert tey sosialu tilboðini og vælferðina í samfelagnum. Haraftrat er sjálvboðið arbeiði ein møguleiki hjá tí einstaka at menna seg sjálvan. Við sjálvbodnum arbeiði læra fólk nýggjar førleikar, fáa nýggjar royndir og skapa nýggj sambond.
Týdningurin av sjálvbodnum arbeiði er av tí sama ómetaliga týdningarmikil. Vit hava tikið nógv við okkum frá hesum læruríka vikuskiftinum, har vit bæði fingu íblástur og praktisk amboð at arbeiða við. Tað var ein góður møguleiki at umrøða felags avbjóðingar og loysnir við onnur úr Ríkisfelagsskapinum, og við hesum í viðførinum, eru vit væl betri fyrireikað at menna okkara felagsskap og stuðla sjálvbodnum arbeiði í framtíðini.
Tiltakið riggaði ótrúliga væl og komandi ár gongur leiðin til Føroyar. Her kunnu øll ung søkja um at sleppa við, og vit koma sjálvandi við dagføringum til tað tíð. So fylg við her á heimasíðuni hjá okkum ella á øðrum plattformum har ið vit halda til.