Flaggdagshald í Regensen
Flaggdagin 25. apríl 2022 kl. 17.00 skipar MFS fyri flaggdagshaldi í Regensen. Á skránni eru sangur, flaggdagsrøða og hugni, eins og áhugað fáa møguleika at vitja kamarið, har Merkið sá dagsins ljós á fyrsta sinnið fyri 103 árum síðani.
Seinastu tvey árini hevur koronafarsóttin forpurrað mongum góðum og afturvendandi tiltøkum. Eisini árliga flaggdagshaldið hjá MFS í Keypmannahavn hevur verið niðurlagt. Nú tað umsíðir aftur er gjørligt at hittast, taka vit sjálvandi táttin uppaftur og bjóða øllum at heiðra føroyska krossmerkið á flaggdegnum, 25. apríl.
So tak ein vin undir armin og kom við, tá vit aftur halda flaggdag í Regensen, har Merkið varð evnað til fyri eini góðari øld síðani!
MFS bjóðar kaffi, te og kakur, og eisini okkurt til børnini. Øl kann keypast via Mobilepay fyri 10kr. Alda Mohr Eyðunardóttir heldur flaggdagsrøðu. Høvi verður eisini at vitja kamarið, har Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson, Emil Joensen og Pauli Dahl í 1919 evnaðu Merkið til.
Skrá:
- MFS bjóðar vælkomin
- Mítt Føðiland
- Alda Mohr Eyðunardóttir heldur flaggdagsrøðu
- Sjá tú blánar
- Tú alfagra land mítt
- Kaffi/te og kakur
Øll eru hjartaliga vælkomin at fagna Merkinum í Regensen – á flaggdegnum kl. 17.