Flaggdagshald 2022: flaggrøða og myndir

Flaggdagin 2022 skipaði MFS fyri flaggdagshaldi í Regensen, har Merkið í 1919 varð evnað av føroyskum lesandi í Keypmannahavn. Fleiri fólk vóru savnað til hátíðarhaldið við hugna, røðu og sangi. Niðanfyri kanst tú lesa flaggrøðuna, ið Alda Mohr Eyðunardóttir bar fram.

press to zoom

press to zoom

press to zoom

press to zoom
1/9

Góðu áhoyrarar.

 

Hetta er fyrstu ferð, at eg eri við á einum flaggdagshaldi í Keypmannahavn. 

 

Orsøkin til hetta er sjálvandi tann, at eg eri ein av teimum sum havi lisið fyrsta partin av míni útbúgving, í meðan heimurin annars hevur verið meir ella minni avmarkaður orsaka av eini heimsfarsótt.

 

Hetta hevur í stóran mun eisini merkt føroyska lestrarumhvørvið  og okkara møguleikar at savnast hava sjálvandi eisini verið  avmarkaðir hetta tíðarskeiðið.

 

Uppaftur størri er heiðurin tí at sleppa at bera fram flaggdagsrøðu her á Regensen 25. apríl 2022. Eitt stað sum hevur havt so stóran týdning fyri føroysku flaggsøguna.

1000 takk fyri tað.

 

At vinda eitt flagg á stong er í okkara mentan ein háttur at samskifta. Ein gerð, ið endurtekur seg, men skiftur alt eftir hvat neyðugt er at samskifta um.

 

Og aftur í ár verður flaggsdagshald hildið runt á oyggjum okkara, og eisini her mitt  í Keypmannahavn.

Ein serføroyskur dagur á tann hátt, at hetta er ein siðvenja, vit sjálvi hava skapt sum ikki kemur úrgrannalondum okkara.

 

Mentanarligar siðvenjur og súmbol ( ímynd ) sum Merkið og flaggdagur okkara eru til fyri, at vit kunnu kenna okkum sjálvi aftur í teimum. Fyri at vit sum bólkur kunnu skilja hvørji vit eru, hvørji vit vóru og ikki minst finna útav, hvørji vit vilja vera.

 

Hetta sæst aftur í býarmyndini hjá okkum eins og í øllum Evropa, har Ukrainsk fløgg veittra og minna okkum á órættin, ið er framdur í móti tjóð teirra. Ukrainska flaggið umboðar nú: samanhald og mótstøðu móti einum áleypandi fremmandavaldi. Vit veittra fyri at vísa samhuga við ukraniska fólkið.

 

Hvørt ár fær tað føroyska flaggið sín dag at verða hátíðarhildið. 

 

Hetta hátíðarhaldið verður sæð sum ein háttur at varðveita nakað, men kanska er orsøkin til endurtøkuna av hesum siði eisini, at hetta gevur okkum tryggleika.

 

Endurtøkur skapa tryggleika - nakað vit kenna aftur - og tað hava vit menniskju brúk fyri í alskyns lívsviðurskiftum.

 

Men vit skulu eisini minnast til at bjóða tryggleikanum av. Bjóða fortíðini og søguni av fyri at skapa grundarlagið undir eini betri framtíð. Merkið er fyri meg ein áminning um okkara søguligu stremban eftir egnari viðurkenning og sjálvbjargni.

 

Tað var her frá vindeyganum í kamari 16 á 7. gongd, at føroysk lesandi veitraðu við Merkinum fyrstu ferð í 1919.

 

Tey høvdu uppliva 1. heimsbardaga og vóru ávirkað av tankum, ið hareftir komu um sjálvavgerðarrætt hjá hvørjum landi sær. Tey høvdu sæð íslendsku lestrarfelagarnar stolt (við stoltleika?) fegnast um, at land teirra fekk egið flagg longu í 1913, og fullræði(fullveldi) 5 ár seinni í 1918. Hetta hevur allarhelst givið (føroyingum)teimum íblástur og áræði til at stríðast fyri einum føroyskum flaggi.

 

Tey høvdu dreymin um eitt føroyskt flagg eftir norðurlendskum leisti, ið skuldi savna og mynda okkum sum ein sjálvstøðug tjóð javnsett við aðrar.

 

Tað var fyri tey, eins og tað er fyri okkum í dag, týdningarmikið at savnast. At kenna seg hoyra til ein bólk við felags siðvenjum, fatanarringi, máli, og mentanarbakgrund. Tí at vit tráða øll eftir at verða sædd og skilt uppá ein máta sum er í samsvar við, hvussu vit skilja okkum sjálvi. Vit síggja okkum sum føroyingar, og vit vilja eisini at onnur síggja okkum sum føroyingar.

 

Besti vinur mín Høgni og eg sótu eitt kvøldið og skrivaðu hesi orðini:

Vit vilja flyta heim til Føroya.

Vit vilja flyta heim til eitt land, ið skal virða okkum menniskju og náttúru, sum vit eru.

 

Vit komu ikki víðari við tí manifestinum, men eg haldi, at tað sum vit meintu, var, at vit ungu mugu savnast og ganga fremst fyri at fáa ávirkan á land okkara.

 

Tey føroysku lesandi, ið vóru við til at skapa flaggrørsluna fyri 100 árum síðani, skipaðu seg sum ein bólk, tí tey vistu, at einasti mátin at finna styrkina er at savnast sum bólkur – sum fólk. Ikki fyri at halda onnur uttanfyri, men fyri at finna okkara egnu virði, okkara egna grundarlag fyri at kunna gerast sjálvstøðug tjóð.

 

Tey megnaðu at gera heimlongsulin brúkiligan og dugdu at ímyndað sær seg sjálvi sum ein avgerandi partur av framtíðini hjá Føroyum.

 

Vit kunna fegnast um, at alsamt fleiri velja at útbúgva seg í Føroyum. Síðani  2018 hava fleiri lesandiføroyingar verið í Føroyum enn í Danmark. Hetta er týdningarmikið, tí í Føroyum skulu vit hava føroyskar loysnir, og ein væl útbygd føroysk útbúgvingarskipan skapar betri fyritreytir fyri hesum - og harafturat verða fortreytirnar fyri at ungdómurin verður umboðaður í samfelagsligum viðurskiftum alsamt betri.

 

Tíbetur er vend eisini komin í fólkafráflytingina úr Føroyum, og aftur síggjast flestu útisetar flyta heimaftur eftir loknan lesnað. Vit útisetar koma eins og útisetar fyri 100 árum síðani framhaldandi at hava stóran týdning fyri menningina og framtíðina í Føroyum.

 

Vit, ið enn fara uttanlands at nema okkum útbúgving, vilja antin læra okkurt, ið ikki kann lærast í Føroyum, ella ynskja vit, at uppliva okkurt annað -  fáa íblástur til aðrar hættir at liva og virka eftir. Síggja ta stóru verð, -og tí eru vit jú savnaði her í Keypmannahavn í dag - hehe :)

 

Onkur vil verða við, at vit frásiga okkum rættin at mynda føroysku framtíðina. At um vit vilja broyta nakað í føroyska samfelagnum, so skulu vit bara verða verandi í Føroyum og arbeiða fyri teimum broytingum, sum vit ynskja framdar.

 

Men onkuntíð er tað, tá ið ein kemur heimanifrá, at ein sær, hvat  er týdningarmikið at verja, hvat er týdningarmikið at broyta og hvat arbeiðast skal fram ímóti. Tað er, tá ið ein flytur frá tí kenda til tað ókenda at ein verður noyddur at definera seg sjálvan av álvara. Finna útav, hvør man veruliga vil vera.

 

Eg haldi, at vit eins og tey lesandi, ið teknaðu merkið, skulu verða forvitin. Forvitin eftir ókendum rákum, og lata heiminum geva okkum nýggjar tankar, ið vit síðani kunnu bera við okkum heimaftur og soleiðis geva okkara íkast til einar framtíðar Føroyar. Tí Føroyar hava eisini brúk fyri okkum.

 

Sjálvbjargni kemur av at kenna egið virðið, viðurkenna egnar dygdir og avbjóðingar. Sjálvbjargni er at tora at siga: - hetta eru vit, og at hetta eru ikki vit. Kenslan av at verða føroyingur gerst betri og sunnari, um vit tora at vera vit, úti sum heima.

 

Heima skulu vit halda áfram við siðvenjum okkara, ið hava týdning fyri okkara sjálvsfatan, hóast tað ikki altíð hóvar øðrum. Varðveita, men endurhugsað okkara hættir at skipa okkum, soleiðis at vit altíð arbeiða fyri at allir føroyingar hava javnbjóðis atgongd til okkara felags tilfeingið og ríkidømi. Føroyar eru ov ríkar, til at summi eru fátøk.

 

Úti, skulu vit tora at taka støðu til umheimin sum ein tjóð á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Í hesum tíðum er tað t.d. alneyðugt, at vit vilja viðurkenna veðurlagskreppuna, sum eina avbjóðing sum vit skulu taka í størsta álvara. Eina avbjóðing, ið kanska ikki enn hevur rakt meint í okkara landi, men sanniliga hevur ræðuligar avleiðingar aðrastaðni. Ein fullkomilig hugburðbróting skal til.

 

Veðurlagsflóttar og fólk, ið rýma undan kríggi verða eins og í dag, partur av framtíðini, og tí hevur tað eisini stóran týdning, at vit taka fulla ábyrgd av okkara útlendingapolitikki. Vit mugu skapa egnar skipanir, har vit tora at fordøma øll kríggj og taka ímóti øllum sløgum av fløttum. Harvið steðga vit?konservativa og rasistiska retorikkin og politikkin hjá føroyska løgtinginum.

 

Hetta merkir, at øll, ið kenna seg sum føroyingar uttan mun til húðarlit, religión ella kynsliga/seksuella sannføring, skulu hava loyvi at bera Merkið við stoltleika og kenna seg at hoyra til tjóðina.

 

Føroyar er eitt fátækt land uttan ymiskleika.

 

Vit ungu mugu ganga fremst, at vilja skapa eitt samfelag, sum rúmar okkum øllum. Tí í 2022 eru vit noydd at skapa eina ábyrgdarfulla og favnandi tjóðarbygging.

 

Vit skulu duga at virðismeta tað, sum er at virðismeta, og tora at vraka og broyta tað, sum vit eru ónøgd við. Vit skulu ikki halda fast við siðvenjur fyri at halda fast við siðvenjur, men brúka tær at minna okkum á at stríðast fyri einum betri samfelag eins og tey, ið teknaðu Merkið av fyrstan tíð, gjørdu.

 

Vit eru tey sum ímynda Merkið, líka so væl sum tað ímyndar? okkum. Vit mugu minnast til, at vit eru tey, ið skulu skapa komandi siðvenjur.

 

Takk fyri og framhaldandi góðan flaggdag.