top of page

Havnará. Kann man skriva um tað? 

thumbnail (5).jpeg

Tráin Petursson Nónklett 
 

Søgufrøðingur og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum 

Hendan spurningin fekk eg javnan, meðan eg skrivaði mína kandidatritgerð í søgu. Helst eru tað fá, ið hugsa um eina rennandi á sum eitt søguligt evni. Stutta svarið er “ja, tað kann man”. Spurningurin rúmar tó eisini einum størri kjaki, sum snýr seg um leiklutin hjá t.d. humaniora. Vit eru bæði í einari veðurlagskreppu og einari kreppu innan lívfrøðiliga margfeldið; báðar kreppurnar skaptar av menniskjaligari atferð. Hetta eiga humanistar og onnur eisini at fyrihalda seg til. 
 

Lat meg byrja við at greiða frá, hvat eg skrivaði um. Yvirskipað lýsti eg samspælið millum Havnará og fólkini í býnum frá áleið ár 1800 – 2000.  
 

Havnará var bæði matará og tváttá í gamlari tíð. Matará er ein á, haðani vatn varð tikið til matgerð og til drekkivatn, meðan tváttá er ein á, har tey m.a. vaskaðu klæðir. Í 1898 fær Havnin vatnveiting, og Havnará verður nú ikki longur brúkt sum matará, tó sum tváttá í nøkur ár enn. Áin verður í alt størri mun brúkt sum kloakk. Tá bilar koma til býin í 1920unum, verður mett neyðugt at fáa nýggjar vegir. Dálkingin av ánni og teir nýggju bilarnir hava við sær, at partar av ánni verða lokaðir frá seinast í 1920unum og upp í 1970ini. Síðani 1980ini er kjakast um, hvørt partur av Havnará skal “opna” ella “endurskapast”, og hetta er aftur frammi í løtuni. Samspælið millum ánna og fólkini er eitt dømi um, hvussu nýtslan og fatanin av ánni broytti og tillagaði seg eftir ymsum tørvum og ynskjum. 
 

Endamálið við ritgerðini var at viðgerða samspælið millum menniskju og eitt náttúrufyribrigdi. Hetta skrivar seg inn í søgugreinina, ið kallast umhvørvissøga. Líknandi greinar finnast innan onnur humanistisk og samfelagsvísindalig fakøkir. 


Hesar umhvørvisgreinar eru onkursvegna ein viðurkenning av, at tað ikki er nóg mikið, at bert tey náttúruvísindaligu fakini fáast við tað, sum er rundan um menniskju. Tann amerikanski umhvørvissøgufrøðingurin Donald Worster hevur lagt stóran dent á at samantvinna søgufakið og náttúruvísindi, t.d. lívfrøði. Hetta er ikki bara sum at siga tað, og til hansara fyrimun var hann longu bachelor í lívfrøði, áðrenn hann gjørdist søgufrøðingur. Tað er trupult at lesa náttúruvísindaligar greinar, um ein ikki er vanur við tað. 
 

Umhvørvishumaniora skal tó heldur ikki skiljast soleiðis, at humanistar skulu gerast náttúruvísindafólk. Tað, sum tað grundleggjandi snýr seg um, er at víðka um sjónarringin og at taka tað rundan um okkum í størri álvara. Hetta er t.d. hvørja ávirkan menniskju hava á náttúruna, hvørja ávirkan náttúran hevur á menniskju, hvussu menniskju fata náttúruna til ymsar tíðir og í ymsum bólkum, stríð millum menniskju um náttúrutilfeingi, ójavni í atgongd til tilfeingi o.s.fr.  
 

Ein av týdningarmiklu boðskapunum hjá Worster var hjá søgufrøðingum at fara útum parlamentini, verksmiðjurnar og søvnini og út í náttúruna, og neyðugt var við góðum klæðum og skóm, tí ferðin kundi gerast runut! Til hetta skal tó sigast, at mín varhugi er, at flestu søgufrøðingar sita inni á einum kontóri, bókasavni ella skjalasavni. Tað geri eg í størstan mun - og tó, tí uppskotið at skriva um samspælið millum Havnará og havnafólk kom av fleiri orsøkum. Tað, at eg havi gingið framvið Havnará í Viðarlundini óteljandi ferðir, saman við dagsins kjaki um at “opna” ella “endurskapa” ánna skapti eitt forvitni. 
 

Dagsins veðurlagsbroytingar eru skaptar av menniskjaatferð. Náttúruvísindafólk hava í nógv ár víst á, at stóra útlátið av sokallaðum vakstrarhúsgassum, serliga CO2 og metangassi, hevur við sær at heimurin hitnar og veðurlagið broytist. Størsta útlátið er frá stóru nýtsluni av lívrunnum brennievnum, t.e. olju, kol og gass. Eisini avskóging og dren av vátlendi hevur við sær, at vakstrarhúsgass verða slept út í atmosferuna. Hetta er alt orsakað av atferð hjá menniskjum, og tað er serliga tey ríku og teir ríku partarnir av heiminum, sum dálka og útláta størsta partin. Tí hava vit eisini størstu ábyrgd at minka um okkara útlát. 
 

Umhvørvistrupulleikar, herundir veðurlagsbroytingar, krevja ein breiðan fakkunnleika. Tað er ikki nóg mikið við tøkniligum loysnum. Okkum tørvar eisini atferðarbroytingar, samfelagsbroytingar, mentanarbroytingar o.s.fr. Menniskjaatferð er júst tað, ið humanistar, sálarfrøðingar, sosiologar o.s.fr. hava eina vitan um, og henda vitan eigur at verða brúkt, tá ið tað snýr seg um veðurlagsbroytingar. 

bottom of page