top of page

Jarðarinnar markvirðir 

e84f5687-baa8-4679-9638-a6b187c5b1ce_edited.jpg

Andrea Vang 

MSc Climate Change 

Københavns Universitet 

Menniskju hava, tey seinastu 11.000 árin,i havt tann stóra fyrimunin, at veðurlagið hevur verði serstakliga støðugt. Tað støðuga veðurlagið hevur lagt lunnar undir landbúnaðinum. Landbúnaðurin er orsøkin til, at vit hava ment samfeløg, og hann er enn grundarlagið undir okkara samfelag í dag. Hettar støðuga veðurlagið er nú undir broyting, vegna okkara misnýtslu av tilfeinginum á jørðini.  
 

Jørðin hevur mørk fyri, hvussu nógv hon kann verða misnýt. Verður farið út um mark á einum ella fleiri økjum, kann tað gerast vandamikið fyri menniskju at livað á jørðini. Í 2009 gjørdi ein bólkur av granskarum av at finna hesi mørkini. Tey funnu fram til níggju mørk, sum samlað vera nevnd  jarðarinnar markvirðir,  Planetary Boundaries á enskum. Tey verða eisini kallað “the safe operating space of humanity”. Hesi níggju mørkini eru: 
 

  • Lívfrøðiligt margfeldi 

  • Veðurlagsbroytingar 

  • Nýggjar eindir (ikki natúrlig evni) 

  • Minkingin av ozonlagnum 

  • Mongdin av aerosolum í luftini 

  • Sýramongd í havinum  

  • Biokemiski streymurin (mongdin av evnunum fosfor og nitrogen, ið verða brúkt nógv í landbúnað)i 

  • Nýtslan av feskvatni 

  • Broytingar í lendisnýtslu 

Screenshot 2022-10-02 at 16.42.33.png

Á myndini síggjast tey níggju mørkini. Tey mørkini, sum enn eru í grøna økinum, eru ikki ein hóttan móti menniskjum. Tey, sum eru í tí gula økjunum eru farin út um jarðarinnar markvirði, men har er enn óvissa, um hvussu stór hendan hóttanin er ímóti menniskjum. Tey, sum eru í appilsingula økinum, eru við vissu farin út um mark og kunnu vera ein stór hóttan ímóti menniskjum.
 

Nú tá vit vita, hvørji mørk eru, hvussu kunnu tey ávirka hvørt annað? 
 

Tað sæst, at serliga okkara nýstla av fosfor og nitrogen í landbúnaðinum og tað lívfrøðiliga margfeldi er farið langt út um mark. Bæði tvey eru knýtt at okkara lendisnýtslu.  
 

Landbúnaðurin brúkar longu 40% av lendinum á jørðini, og hettar er hægri enn markvirðið hjá jørðini (25%), tí er lendisnýtslan (land-system change) í gula økinum. Landbúnaðurin sjálvur er orsøkin til, at farið er út um mark á biokemiska streyminum og lívfrøðiliga margfeldinum.  
 

Hyggja vit eftir hvussu lendisnýtsla og veðurlagsbroytingar hanga saman, er serliga áhugavert at hyggja eftir, hvussu avskóging ávirkar veðurlagið. Tá trø í einum øki vera feld, og lendi verður umgjørt til dyrkilendi, merkir hettar, at minni mongd av CO2 verður upptikið í tí broytta økinum, hettar leiðir tí til eina øking av CO2 í luftini. Harumframt gerst jørðin minni fruktagóð, tá hon er dyrkað nakrar ferðir. Hetta gerst til eina ónda ringrás, ið leiðir til, at  tørvur verður á enn størri lendi, fyri at kunna breyðføða somu nøgd av fólki.  
 

Uppaftur verri er tað, um skógir veðra feldir fyri at geva pláss fyri beitum til kríatúr, serliga neyt og seyð. Tí hettar hevur eisini við sær, at teirra sodning av grasi letur út stórar nøgdir av methan, sum er eitt nógv sterkari vakstrarhúsgass enn CO2. 

Veðurlagið ávirkar eisini landnýtslu. Veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at veðrið gerst svikaligari. Tað vil siga fleiri ódnir, turkur, skógareldar, yvirflóð og mangt annað. Hettar gerst ein hóttan móti landbúnaðinum, og ger tað torførari at verja seg fyri at gróðurin fer fyri skeyti.  
 

Kunnu markvirðini seta avmarkingar fyri átøkum at steðga veðurlagsbroytingum? 
 

Eitt átak, sum kann minkað um útlátið av CO2, er at skifta frá fossilum brennievnum til lívfrøðilig brennievni (biofuels). Hettar kann í framtíðini skapa eina munandi minking av CO2 útláti, til dømis hjá flogvinnuni. Lívfrøðilig brennievni eru brennievni vunnin úr ymiskum plantum eitt nú soya, mais, raps ella pálmi. Hóast tey útláta CO2, tá tey vera brend, vera tey kortini flokkað sum CO2 neutral, tí teirra CO2 verður uppafturtikið av plantunum, ið vera dyrkaðar til brennievni (serfrøðingar eru tó ósamdir, um mann av sonnum kann kalla hetta CO2 neutralt). 
 

Hyggja vit at flogvinnuni sum dømi, varð ein kanning gjørd í 2015, um hvussu nógv lendi skal nýtast, um øll flogvinnan hevði lagt um til eitt brennievni gjørt úr pálmolju. Úrsliti var 54 milliónir hektar, sum er áleið 0,4% av øllum lendi á jørðini. Hettar er sera nógv, serliga tá hugsa verður um, at hetta slagið av pálmi bert veksur í tropunum, og tí má virðirsmikil skógur fellast fyri at gera pláss fyri pálmolju plantasjum, ið eru sera dálkandi og ringar fyri lívfrøðiliga margfeldi í nærumhvørvinum.  
 

Sum sagt, verður 40% av lendinum longu nýtt til landbúnað og annað, hóast markvirðið er 25%. Hettar merkir, at um øll flutningsvinnan legði um til lívfrøðiligt brennievni, hevði hettar trýst okkum út í tað appilsingula økið fyri lendisnýtslu. 

Tað vil siga, at tá vit skulu finna burðardyggar loysnir fyri at minka um veðurlagsbroytingar, ber ikki til at einans at hugsa um veðurlag. Tað er neyðugt at hugsað um samspælið hjá jørðini, tá tað kemur til øll tey 9 markviriðini, heldur enn at bert at hyggja eftir tí eina trupulleikanum. 

bottom of page