top of page

KOM VIÐ MFS Á NÁMSKEIÐ TIL GRØNLANDS!

Screenshot 2023-08-04 at 17.30.22.png

 

Er tú ella tín felagsskapur áhugaður í at skapa dialog við onnur ung frá Grønlandi, Føroyum og Danmark um trivnað millum ung? Kundi tú hugsa tær at byrja eitt samstarv tvørtur um ríkisfelagsskapin saman við øðrum ungum um trivnað ella kanska okkurt heilt annað evni?

 

Trivnaður millum ung, er eitt tema sum fyllur nógv í miðlum og millum ung, og tíverri eru nógv ung sum mistrivnast í bæði Grønlandi, Føroyum og Danmark í dag.

 

Á námskeiðinum hja SJÓMAQ verkætlanini, sum verður í Grønlandi í ár, fara vit at læra um tær royndirnar sum ungdomsfelagsskapir tvørtur um ríkisfelagsskapin hava gjørt sær í samband við trivnað millum ung. Afturat hesum er ætlanin at kannað hvussu ungdomsfelagsskapir kunnu arbeiða og betra um trivnaðin millum ung.

Námskeiðið er deilt í trý: 1. Avtabuisering av mistrivnað 2. Tá mentanir stoyta saman og skapa mistrivnað 3. Burðardygt sjálvbodni Hvar, nær og hvussu við ferðini?
 

- Stað : Ilulissat, Grønland.

- Tíð : 5.-9. oktobur 2023

- Gisting : Tú kemur til at búgva á gistingarhúsið við 4 persónarskømrum (Uppdeilt eftir kyni)

- Kostnaður : Ókeypis (Ferð, túrar í Grønlandi og matur og gisting).

 

Ynskir tú at vita meira?

Les meira um námskeiði og hvussu ein sendir umsókn á heimasíðuni: https://sjomaq.org/aktiviteter

 

GEV GÆTUR:

Umsóknarfreistin er 28. august kl. 23:59 danska tíð.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Magnus K. D. Durhuus á Messenger ella verkætlanarleiðara Jonas Roelsgaard á jro@duf.dk

bottom of page