top of page

MFS ger vart við seg til European Students’ Union

Ferðafrásøgn - nevndarfundur í Tbilisi, Georgia

Umboð: Anna Dam, Magnus við Streym og Niels Arge

Dagfesting: 1.-8. mai 2023

Screenshot 2023-05-16 at 16.37.48.png
Frá høgru: Tór Marni Weihi, Magnus við Streym, Niels Arge, Anna Dam og Borgný Súsonnudóttir Hansen.
MFS hevur verið til nevndarfund hjá European Students’ Union (ESU) í høvuðsstaðnum hjá Georgia Tbilisi. Nevndarfundurin hjá ESU er ein hálvárligur fundur, har øll limafeløgini møtast, og virkar sum evsta vald felagsins. Til hesar fundirnar tekur nevndin týdningarmiklar avgerðir viðvíkjandi politikkir, arbeiðsæltan og val av limum í starvsnevndina, har hvørt land hevur tvær atkvøður. MFS hevur skapt góð úrslit til hendan nevndarfundin. Tór Marni Weihe bleiv endurvaldur í starvsnevndina og tvær yvlrýsingar við MFS sum uppskotssetara blivu samtyktar.
Screenshot 2023-05-16 at 16.39.35.png
Umboð hjá MFS: Niels Arge, Magnus við Streym og Anna Dam.
Screenshot 2023-05-16 at 16.39.01.png
Tór Marni Weihe greiðir frá, hví hann skal blíva valdur.

Hvat er ESU?

ESU er eitt meginfelag fyri lesandi í Evropa við 45 landsfevnandi lestrarfeløgum úr 40 ymiskum londum, ið samanlagt umboða umleið 20 milliónir lesandi. Felagið bleiv stovnað í 1982 við endamálinum at umboða og tala fyri útbúgvingarligum, samfelagsligum, búskaparligum og mentanarligum áhugamálum hjá lesandi á evropeiskum støði rættað ímóti øllum viðkomandi stovnum, serliga Evropasamveldið (ES), Bologna Follow Up Group, Evroparáðið og UNESCO. ESU arbeiðir eitt nú við góðskutrygging av hægri útbúgving, internationalisering og mobilitet, trivnað og sálarheilsu hjá lesandi og starvsfólkum í hægri útbúgvingarstovnum.

Screenshot 2023-05-16 at 16.41.49.png
Nýggja starvsnevndin hjá ESU. Frá høgru: Ana Gvritishvili (Georgia), Joanna Maruszczak (Pólland), Tór Marni (Føroyar), Iris Kimizoglu (Týskland), Horia Onita (Romenia), Tanguy Guibert (Frakland), Tamara Ciobanu (Romenia), Arno Schrooyen (Belgia) og Ida Flemmich (Finnland). Andrej Pirjevec (Slovenia) manglar á myndini.

Tór Marni endurvaldur

Hvørt ár verður ein nýggj starvsnevnd og forsetaembæti valt í ESU. Tór Marni Weihe, fyrrverandi forseti hjá MFS, hevur sitið í starvsnevndini hjá ESU í eitt ár og valdi at stilla upp aftur og bleiv endurvaldur. Hesum úrslitinum eru vit í MFS sera errin av, og  vit viðurkenna stóra virðið at hava ein føroying sitandi í maskinrúminum hjá tí størsta lestrarfelagsskapinum í Evropa, har servitan kann útvegast til gagns fyri føroyska samfelagið. 

 

Harafturat var Borgný Súsonnudóttir Hansen, fyrrverandi altjóða skrivari hjá MFS, við sum fundarstjóri í stóra nevndarfundinum. So samanlagt vóru vit 5 føroyingar, ið aktivt luttóku til nevndarfundin. Stóra luttøkan hevur givið eina jaliga mynd av MFS og Føroyum í lestrarpolitiska heiminum.

Screenshot 2023-05-16 at 16.42.03.png
Borgný Súsonnudóttir Hansen, ein av teimum 4 fundarstjórunum, verður víst í tíðindinum í Georgia
Screenshot 2023-05-16 at 16.42.11.png
Anna Dam, ráðslimur hjá MFS, víst í tíðindinum í Georgia

Hví var fundurin í Georgia?

Í tráð við einari pro-russiskari menning í tí politisku skipanini í Georgia var hesin nevndarfundurin millum annað nýttur til at varpa ljós á fólksins vilja í Georgia at blíva partur av evropeisku familjuni. Til setanina fóru vit til ráðhúsið í Tbilisi, har nógv viðurkend fólk úr universitetum og politiska umhvørvinunum vóru til staðar, teirra millum borgarstjórin í Tbilisi og útbúgvingarmálaráðharrin hjá Georgia. Setanin bleiv send beinleiðis í sjónvarpinum og nógv myndatól vóru til staðar. Eitt stórt  georgiskt flagg hekk symbolskt við síðurnar av einum ES-flaggi og einum ukrainskum flaggi. 

 

At síggja útbúgving og ESU fáa so nógv uppmerksemi í Georgia fekk ein at hugsa um, hvussu ein slíkur nevndarfundur hevði sæð út, um hann var hildin í Føroyum.

Screenshot 2023-05-16 at 16.41.36.png
Her atkvøða vit til nevndarfundin.

Yvirlýsing um føroyskan limaskap í  European Higher Education Area

MFS legði eina yvirlýsing fram til nevndarfundin um, at Føroyar skuldi fáa limaskap í European Higher Education Area (EHEA). Yvirlýsingin bleiv einmælt samtykt. Harvið fekk MFS staðfest, at ESU váttar sín stuðul til at fáa Føroyar við í Bologna Follow Up Group og EHEA, og at ESU eggjar løgtingið til at hava MFS við í tilgongdini fyri at inkludera sjónarmiðið hjá lesandi í Føroyum. Yvirlýsingin eigur at senda eitt stórt signal til bæði løgtingið og EHEA, tí 45 lestrarfeløg umboðandi umleið 20 milliónir lesandi kring Evropa stuðla MFS við hesum. 

 

Yvirlýsing um rættin hjá lesandi til trygga og lógliga abort

MFS hevði saman við øðrum lestrarfeløgum eina yvirlýsing um, at lesandi skulu hava atgongd til trygga og lógliga abort í Evropa. Yvirlýsingin bleiv samtykt við 70 atkvøðum fyri og 9 blankar atkvøður.

Screenshot 2023-05-16 at 16.53.08.png
Borgarstjórin í Tbilisi bjóðar okkum vælkomin til býin.

ESU rósir føroyskt avrik

Í síðstu forsetarøðuni hjá Matteo Vespa, ið er fráfarandi forseti hjá ESU, blivu nøkur orð givin til Tór Marna Weihe og Borgný Súsonnudóttir Hansen fyri teirra megnar arbeiði at fáa ein so lítlan felagsskap sum MFS, ið umboðar eina sera lítla mongd av lesandi, at fáa fullan limaskap í ESU. Harumframt fekk Tór Marni eisini rós fyri hansara megnar arbeiði í starvsnevndini hjá ESU. Hetta prógvar bara, at hóast Føroyar kann hava nógvar avbjóðingar sum smátjóð, so eru har nógvir møguleikar úti í heiminum at gagnnýta. Tað snýr seg um at vera opin og trúgva uppá gongdina.

bottom of page