5 Lestrarráð
Um hetta mundið byrja ung kring allan heimin aftur í skúla, tó heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Heimsumfatandi COVID-19 kreppan hevur við sær, at gerandisdagurin er broyttur hjá teimum flestu, eisini okkum lesandi.
Vit í MFS hava samlað nøkur góð ráð til tykkum, ið byrja í hægri lesnaði. Tó skal viðmerkjast, at øll eru ymisk, og tí eru hesi ráð møguliga ikki galdandi fyri øll.
01
Tak lut í fakligum
og sosialum tiltøkum
Áðrenn lestrarbyrjan er tað vanligt at 2. og 3. árs næmingar skipa fyri innleiðslu døgum, við tí endamáli at samansjóða næmingar og geva eitt grundarlag fyri eina góða lestrartíð. Hesi tiltøk kunnu vera sera virðismikil og geva nýggjum lesandi møguleikar fyri at skapa varandi vinaløg og netverk. At vera aktivur ger ofta lesnaðin lættari og stuttligari. Soleiðis lærir tú skjótari lærustovnin og floksfelagarnar at kenna. Tó skalt tú ikki siga ja, einans fyri at siga ja. Far til tað sum tú heldur verða áhugavert
02
Legg eina ætlan fyri komandi lestrarhálvu
Tað er eingin loyna at hægri lesnaður kann tykjast at verða kaotiskur. Man skal venja seg við eitt nýtt umhvørvi, har man fær munandi meira ábyrgd. undirvísarir senda hópatal av teldupostum, og leggja eina stranga ætlan fyri hvørt fak.
Eitt gott hugskot er at gera eina ætlan fyri vikuna, ella alla lestrarhálvuna, sum fevnir um:
-
Undirvísing
-
Lesitíð
-
Bólkaarbeiði
-
Arbeiði
-
Venjing
-
Sosial tiltøk
-
o.a.
Ein tíðarætlan gevur størri javnvág í lestrartíðini. Hon ger tað lættari at lesa, tá tú skal lesa - og at halda frí, tá tú skal halda frí - uttan at fáa ringa samvitsku.
03
Legg eina fíggjarætlan
At vera lesandi og einans liva av studningi kann skjótt gerast torført. Serliga um man er fluttur heimanifrá, og skal rinda eina dýra mánaðarliga leigu. Tí er gott at skapa sær eitt yvirlit yvir allar sínar føstu útreiðslur, so man ikki stendur í reyðum hálvan veg í gjøgnum mánaðin.
Eitt dømi er fíggjarstøðan hjá Pól:
SU 5.400 DKK
Leiga (3.500) DKK
Telefonhald (119) DKK
Spotify og netflix (148) DKK
Innkeyp (800) DKK
Yvirskot 833 DKK
______________________________
*her er ikki tikið hædd fyri tryggingum, o.ø.
04
Online
undirvísing
Tey flestu kunnu vænta, at ein partur av undirvísingini verður umvegis alnótina, fyri at minka um spjaðingina av koronu sjúkuni. Um tú er von/vanur við at lesa á skúlanum ella í bókasavninum og at hava undirvísing har tú ert til staðar, og hevur nógv samband við tínar floksfelagar, kann tað verða ein avbjóðing at gera alt heima.
Ert tú heima dagin langan, kann markið millum lestrartíð og frítíð hvørva. Eitt gott ráð er at skipa gerandisdagin, fyri at minka um strongdina.
Deil dagin upp í bitar. Finn eitt stað at arbeiða, sum tú kann fara burtur frá. Byrja dagin sum tú vanliga ger – far í brús, drekk kaffi, lat teg í vanlig klæðir.
Tá tú ikki lesur, pakka tá bøkur og notur burtur. Tú tekur tær fram, tá tú skal lesa aftur.
Um tú býrt við øðrum, samskipa so tykkara skema fyri at órógva hvønn annan so lítið sum gjørligt. T.d. kunnu tit avtala at lesa frá 9-17 við einum felags døgurða kl. 12.
Minst til at gera ting, ið gera teg glaða/glaðan. Gang ein túr, baka eina køku, les eina góða bók, lurta eftir góðum tónleiki ella hvat tað nú einaferð er, ið fær teg í gott lag.
05
Fylg heilsuráðunum
Sama, hvar í heiminum tú býrt, er týdningarmikið, at tú fylgir heilsuráðunum hjá myndugleikunum:
-
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt hondspritt.
-
Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm.
-
Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar.
-
Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.