MFS fyllir 60 ár

31. januar í 1962 varð Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) sett á stovn, og vit hátíðarhalda tí í ár, at tað eru 60 ár liðin síðan stovningardagin. 

Millum ár og dag er nógv hent, men kjarnin í MFS er enn tann sami: at málrættað arbeiða fyri at betra og røkka málum, ið eru viðkomandi fyri lesandi, og at arbeiða fyri at útbúgving verður raðfest.  

Vit fara at hátíðarhalda 60-ára dagin við trimum almennum tiltøkum 6. juli, 13. juli og 20. juli, har vit varpa ljós á evni, ið viðkoma lesandi. Øll tiltøkini vera í auluni á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum). 

 

Fjølnir útgávutiltak  
Tað fyrsta tiltakið, 6. juli kl. 19, verður eitt útgávutiltak, har vit fara at leggja okkara árligu Fjølnir-útgávu fram. Høvuðsevnið í Fjølnir 2022 er "Veðurlagskreppan", sum verður sett á breddan hetta kvøldið. 

Á skránni verður framløga við Sigrið Mohr Leivsdóttir, sum vann greinakappingina "Fjølnirheiðurin". Sigrið skrivaði eina sera áhugaverda og viðkomandi grein við heitinum "Rættvísi í veðurlagskreppuni." Framløgan fer at snúgva seg um hetta. Eftir framløguna verður møguligt, at seta Sigrið spurningar. 

Við at varpa ljós á veðurlagskreppuna í Fjølnir 2022 og á okkara fyrsta føðingardagstiltaki, vilja vit seta veðurlagskreppuna á dagsskránna. Við upplýsandi greinum og kjaki kunnu vit saman læra, hvat vit sjálvi kunnu gera, og hvat vit skulu krevja av okkara politikarum, útbúgvingarstovnum, lestrarfeløgum og samfelagnum annars. 

Fjølnir 2022 verður tøkt á heimasíðu felagsins www.mfs.fo/blod  

 

Pallborðsfundur um hægri útbúgving 
Tað næsta tiltakið, 13. juli kl. 19, verður ein politiskur kjakfundur, har vit seta framtíðar útbúgvingarpolitikk í Føroyum á breddan. Á fundinum spyrja vit umboð frá politisku flokkunum, um tað eru ov nógvir hvítir menn á pensum. Eisini verða aðrir viðkomandi spurningar um útbúgvarøkið á skránni. 

 

Sálarheilsa hjá lesandi 
Til triðja og seinasta tiltakið, 20. juli kl. 19, fara vit at seta sjóneyknua á sálarheilsuna hjá lesandi. Kanningar úr grannalondum okkara vísa, at lesandi kenna stórt trýst til at fáa góðar karakterir, velja tí røttu útbúgvingina og at gerast liðug sum skjótast. Í Føroyum vísa kanningar, at sálarheilsan hjá teimum ungu als ikki er nóg góð. Til tiltakið fara vit at hoyra um evnið úr føroyskum og evropeiskum sjónarhornum. 

Sinnisbati fer at greiða frá, hvussu støðan er, tá tað kemur til sálarheislu hjá føroyingum. Tey fara eisini at koma inn á útbúgving og sálarheilsu í Føroyum. 

Umboð úr sveisiska meginfelagnum fyri lesandi, VSS-UNES-USU, fer til tiltakið at greiða frá hvussu støðan hjá lesandi er í Sveis, tá tað kemur til sálarheilsu. Eisini fara tey at tosa um, hvat verður gjørt fyri at basa trupulleikanum, og hvussu lestrarfeløg kunnu verða ein partur av loysnini. 

 

Aðalfundur og hátíðarhald 
Eftir tiltakið um sálarheilsu heldur MFS sín árliga aðalfund, har val av nýggjum ráði verður á skránni. Øll lesandi í Føroyum og øll føroysk lesandi uttanlands hava atkvøðurætt og eru valbær.  

Tá formligi parturin av aðalfundinum er liðugur bjóða vit øllum lesandi at hátíðarhalda 60-ára dagin hjá okkum. MFS bjóðar sushi, køku og okkurt gott at drekka. Eins og hini tiltøkini verða aðalfundurin og hátíðarhaldið hildin í auluni á Námsvísindadeildini.