top of page

“...og veðrið næstu dagarnar:...”

9bc268af-6ac7-4dd2-a29f-c65fa1f71969_edited.jpg

Rósa Heinesen Granskingarráðið

Ofta er ringt veður í Føroyum. Vit hava ódnir, sum kunnu ríva bilar, bingjur, tekjur og heili hús burtur. Flúgvandi leysalutir hava volt stóran skaða í grannaløgum, brimið hevur skolað bátar, skip og heil havnarløg burtur. Fólk hava latið lív í ódnarveðrum.
 

Veðrið hevur alstóra ávirkan á livilíkindi hjá bæði fólki og fæi, og tíðindastovur og fjølmiðlar gera nógv burtur úr veðurlíkindum og -forsagnum. Í Føroyum er ein nýggj veðurstova nýliga sett á stovn, og eftir hondini kunnu rættiliga neyvar veðurforsagnir gerast heilar vikur fram í tíðina, so at hædd kann takast fyri teimum avbjóðingum, sum veðrið kann hava við sær frá degi til dags á landi og sjógvi.
 

Men veðrið broytist eisini yvir longri tíðarskeið, og eins og tær dagligu broytingarnar kunnu tílíkar langtíðar veðurbroytingar fáa alstóran týdning fyri livilíkindi og náttúruna sum heild.
 

Okkara ommur og abbar minnast aftur á heitar sólskinsdagar og bítandi kavaveður; eitt heitt ella kalt, turt ella vátt summar, ódnardagar ella liggjandi góðveður við hátrýsti í vikuvís, og tey kunnu hava varhuga av, at veðrið sum heild var øðrvísi fyrr – at veðurlagið er broytt.
 

Men hvørjar veruligar veðurlagsbroytingar hava verið gjøgnum tíðirnar? Hvørjar veruligar upplýsingar hava vit um hetta, og hvørji tekin ella dátur kunnu brúkast til at siga nakað veruligt um veðurlagsbroytingar í framtíðini?
 

Her kemur gransking í myndina. Gransking byggir á veruligar mátingar, dátur, upplýsingar og neyva professionella viðgerð av hesum dátum. Eins og gransking hevur lagt lunnar undir ta tøkni og tær mannagongdir, sum vit í dag nýta til dagligu veðurforsagnirnar, so kann gransking eisini siga okkum nakað um, hvørjar veðurlagsbroytingar veruliga hava verið gjøgnum tíðirnar, hvørjar kunnu væntast í framtíðini, og hvussu tær kunnu ávirka livilíkindi og náttúru.
 

Tíverri er veðurforsøgnin fyri komandi øld ikki góð. Boðað verður frá kolandi stormi, turki, áarføri, melduródn, skógareldi, kavaódn, vatnflóð, heglingi, kuldabylgjum og hitabylgjum. Góðu tíðindini eru, at vit menniskju sjálvi hava stóra ávirkan á veðurlagið og kunnu broyta døpru forsøgnina. Minni góðu tíðindini eru, at vit tykjast ikki at hava skund at gera tað.
 

Tað er meira enn ein øld, síðan svenski vísindamaðurin Svante Arrhenius í 1896 staðfesti, at nøgdin av CO2 í lofthavinum ávirkar hitalagið á jørðini. Í 1959 ávaraði alisfrøðingurin Edward Teller, at við verandi nýtslu av lívrunnum brennievnum (tá!) vóru vit fá áratíggju frá eini upphiting, sum kundi verða nóg mikið til at bræða innlandsísin og leggja New York bý undir í sjógvi. Óteljandi ávaringar eru komnar síðan hetta, men okkara útlát eru bara økt.
 

Hendan øking sæst kanska týðiligast í sonevndu Keeling-strikumyndini, sum er grundað á mátingar frá støðini, ið vísindamaðurin Charles Keeling bygdi á Mauna Loa í Hawaii í 1957, og sum støðugt hevur mátað CO2-nøgdina í lofthavinum síðan tá.

Avrikið hjá Keeling verður av summum kallað týdningarmesta dátusettið frá 20. øld yvirhøvur, tí tað lýsir so einfalt og neyvt hesa risaavbjóðing, sum heimurin í dag má og skal fáa bilbugt við.
 

Screenshot 2022-10-02 at 16.56.40.png
Mynd: Keeling-strikumyndin – heintað frá NOAA Global Monitoring Laboratory, Boulder, Colorado, USA (https://esrl.noaa.gov/)


Tað sigst, at tað góða við gransking er, at hon avdúkar veruleikan uttan mun til, um tú trýrt úrslitinum ella ei. Eyðkent er tó við vísindafólkum, at tey treyðugt vilja staðfesta nakað við fullari vissu. Náttúran í granskingini er so, at ein ávís óvissa nærum altíð fylgir við úrslitinum. Ofta er hon evarska lítil. Týdningarleys í gerandishøpi. Men í granskingarhøpi er tað óvísindaligt at skava út yvir sjálvt ta minstu óvissuna.
 

Hetta kann ørkymla leikfólk, tí at íborna óvissan – uttan mun til hvussu lítil – verður tíðum misnýtt til at sáa órímiliga stóran iva um granskingarúrslit, og í eini tíð við óendaligum ósáldaðum upplýsingum úr øllum heimsins heraðshornum er trupult hjá tí einstaka at skyna á, hvørjum ein skal trúgva. Dreymagróðrarlíkindi fyri falstíðindi og sonevnd alternativ fakta, sum sáa iva um alt, eisini gransking í veðurlagi.
 

Men tann íborna óvissan í granskingini er eisini orsøk til kravið um, at øll gransking skal eftirkannast. Hon skal endurskoðast, endurskapast, javnlíkametast og rannsakast út í æsir fyri at røkka einum so neyvum úrsliti, sum yvirhøvur gjørligt. Mátingarnar hjá Keeling eru eitt neyvt dømi um, hvussu áhaldandi gransking, áhaldandi innsavning av dátum og áhaldandi eftirkanningar av innsavnaðu dátunum kunnu veita avgerandi upplýsingar, sum bara gerast týðiligari, neyvari og meiri sannførandi, sum tíðin líður. Og tað er henda gjølliga gjøgnumgongdin, sum í síðsta enda kann sannføra okkum um, at út av øllum teimum óteljandi upplýsingum,

sum vit kunnu útvega við nøkrum fáum klikkum, so eru úrslitini frá granskingini tað besta, vit hava at líta á, tá ið á stendur – sum nú.
 

Okkum tørvar dygdargóða gransking til at eyðmerkja útlit, árin og vandar av veðurlagsbroytingunum. Hvørja ávirkan tær fara at hava á vistskipanir, búskap, heilsu og bygda umhvørvið. Okkum tørvar gransking til at gera framrokningar um fylgjur í okkara nærumhvørvi, til at finna hættir at avmarka skaðar, menna amboð til tillaging, til at menna orkusparandi loysnir og nýbygging, ið megnar at standa ímóti støðugt máttmiklari veðurfyribrigdum.
 

Tað er gransking, sum mennir okkara grundleggjandi vitan og fatan av veðurlagnum. Ger okkum før fyri at skilja, hvussu veðurlagið háttar sær, hvat drívur broytingarnar og hvørja ávirkan tær fara at hava. Tað er vitan, ið er avgerandi fyri at kunna taka hóskandi politiskar avgerðir, fyri at kunna tillaga okkum og vónandi forða fyri varandi broytingum. Tað er gransking, sum kann staðfesta, hvar mørkini til brádligar, stórar og einvegis broytingar ganga. Tað er umfatandi, tvørfaklig heildargransking, sum tvinnar saman grundleggjandi vitan um veðurlagsbroytingar og tilbúgvingarmøguleikar. Hon mennir almennu vitanina um samspælið millum menniskjað og umhvørvið, førir til munadyggar tillagingar og avmarkingar og veitir betri eygleiðingarskipanir og forsagnir.
 

Treyðugt so hava okkara politikarar alt ov leingi skúgvað ávaringarnar frá granskarum um veðurlagskreppuna til viks. Politikarar leggja ov lítið í gransking. Teir leggja meira í vinnuna og teir leggja mest í atkvøður. Men lívið í vinnuni og atkvøðurnar eigur fólkið. Framtíðarvinnur og framtíðaratkvøður eigur unga fólkið – og unga fólkið hoyrir ávaringarnar frá granskarum!
 

Unga ættarliðið er aldeilis tilvitað um umhvørvið. Tey eru tilvitað um, hvat tey keypa. Tey hava vilja til at broyta lívsstíl, og tey seta krøv til framleiðarar um burðardygd. Tey streika fríggjadagar, avmarka sítt burturkast, endurnýta, keypa minni, eta ikki kjøt, nýta ikki eingangsvørur og tey royna at spilla sum minst.
 

Í eini stórari meiningakanning frá desember 2020 við yvir 27.000 luttakarum frá 27 ymiskum londum, ið øll vóru fólk undir 30 ár, kom fram, at 60% raðfesta grundleggjandi samfelagsligar bygnaðarbroytingar fram um at fáa búskapin aftur á “normalt”, tá ið koronukreppan hevur lagt seg. 81% av teimum spurdu hildu, at vørumerki eiga at ganga á odda við neyðugum broytingum, og 85% vildu fegin hjálpa fyritøkum við hugskotum til, hvussu tær kunnu fremja hesar broytingar. Harumframt svaraðu 93%, at tess størri sosiala og umhvørvisliga ábyrgd teirra arbeiðsgevarar vildu taka, tess trúfastari vildu tey vera sum starvsfólk.
 

Unga ættarliðið krevur, at neyðugu samfelagsligu broytingarnar fyri at bremsa, avmarka, tillaga okkum og venda veðurlagsbroytingunum, verða framdar, og eitt tað besta amboðið, hesi ungu hava til at standa saman sum ein stór og sterk rørsla, eru sannførandi sannroyndir. Ivamál og óvissa taka máttin úr og syndra fylkingar. Tí er tað so avgerandi, at endamálið og kravboðið, sum rørslan savnast um, eru grundað á haldgóða próvførslu, og hon fæst frá dygdargóðari gransking.
 

Tey síðstu gott 100 árini hevur gransking havt stóran týdning fyri at kanna, máta og eyðmerkja allar tættir í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, og gransking er framvegis umráðandi fyri at handfara veðurlagskreppuna nú og frameftir. Møguliga kundi gransking eisini gjørt uppaftur meira fyri at avmarka og steðga oyðileggjandi veðurfyribrigdum.
 

Í Svøríki skjóta nakrir granskarar upp, at fyri at seta ferð á handfaringina av veðurlagskreppuni, er tíðin búgvin at víðka um tær tríggjar meginreglurnar innan granskingaretikk: 1) ger ongan skaða, 2) ver reiðilig/ur og 3) tak ábyrgd.
 

Hesir granskarar siga, at fyri at umleggja samfeløg nóg skjótt er tað ikki nóg mikið at koma sær undan at gera skaða. Fyrsta meginreglan eigur at áleggja granskarum beinleiðis at virka fyri umleggingini og endurskapanini av samfelag og vistskipanum. Til aðru meginreglu er ikki nóg mikið at vara seg fyri ógegni, skeivari dátuviðgerð, ritstuldri o.s.fr., men gransking skal eisini taka hædd fyri umhvørvisligum viðurskiftum í øllum liðum. Triðja meginreglan inniber, at gransking skal vera viðkomandi fyri samfelagið og úrslitini varpað út til almenningin. Men í eini veðurlagskreppu kunnu granskingarúrslit vera so ógvislig og fylgjurnar so álvarsligar, at orðið ábyrgd fær nýggjan og størri týdning. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at nógvir granskarar aftra seg við at siga, sum er, tí tey óttast ákærur um óreiðiligheit. Úrslitið er vantandi upplýsing og vantandi ávirkan á samfelagskjakið. Tí skjóta svensku granskararnir upp, at fyri at liva upp til triðju meginregluna, mugu granskarar tosa harðari og ikki halda seg aftur við at greiða frá sínum úrslitum, uttan mun til hvussu viðkvom ella ræðandi tey eru.
 

Veðrið hevur alstóra ávirkan á livilíkindi hjá bæði fólki og fæi. Tað vita vit í Føroyum, kanska betri enn nógva aðrastaðni. Og vit gera nógv burtur úr dagligum veðurlíkindum og -forsagnum. Hetta fyri at kunna taka hædd fyri teimum avbjóðingum, sum veðrið kann hava við sær frá degi til dags á landi og sjógvi.
 

Vit eiga at gera eins nógv burtur úr langtíðarveðurlíkindum og -forsagnum. Hetta fyri at kunna taka hædd fyri teimum avbjóðingum, sum veðurlagsbroytingarnar fara at hava við sær fyri okkara børn, ommu- og abbabørn. Og til hetta tørvar okkum gransking.

(1) Arrhenius, S. (1896). "On the influence of carbonic acid in the air upon the temperature of the ground". Philosophical Magazine and Journal of Science 41 (251), pp. 237–276. Heintað frá: https://www.rsc.org/images/Arrhenius1896_tcm18-173546.pdf
 

(2) Franta, B. (2018, Januar 1). "On its 100th birthday in 1959, Edward Teller warned the oil industry about global warming". The Guardian. Heintað frá: https://www.theguardian.com/environment/climate-consensus-97-per-cent/2018/jan/01/on-its-hundredth-birthday-in-1959-edward-teller-warned-the-oil-industry-about-global-warming
 

(3) GlobeScan. (2020, Desember 4). "Radically Better Future: The Next Gen Reckoning Report". GlobeScan. Heintað frá: https://globescan.com/2020/12/04/radically-better-future-next-gen-reckoning-report/

Harris, D. C. (2010, Juni 11). "Charles David Keeling and the Story of Atmospheric CO2 Measurements". ACS Publications. Heintað frá: https://pubs.acs.org/doi/10.1021/ac1001492

NOAA Global Monitoring Laboratory (2022, Januar 5). "Trends in Atmospheric Carbon Dioxide". NOAA Global Monitoring Laboratory. Heintað frá: https://gml.noaa.gov/webdata/ccgg/trends/co2_data_mlo.png
 

(4) Raffoul, A. W. et. al. (2021, November). "The climate crisis gives science a new role. Here’s how research ethics must change too". Australian Council of Graduate Research. Heintað frá: https://www.acgr.edu.au/ impact-blog/the-climate-crisis-gives-science-a-new-role-heres-how-research-ethics-must-change-too/

bottom of page