Ráð teirra lesandi
Nýliga er Ráð Teirra Lesandi vorðið hjá-nevnd, og ætlanin er, at innanhýsis viðurskiftir á Setrinum skulu verða viðgjørd av Ráð Teirra Lesandi, meðan mál, ið fevna út um Setrið og ávirka lesandi allastaðni, í høvuðsheitum verða viðgjørd av ráðnum í MFS.
Harafturat er Ráð Teirra Lesandi eisini við til at økja um trivnaðin á Setrinum við hugnaligum tiltøkum.
Hvørji eru vit?
Ráð Teirra Lesandi er lestrarráðið á Fróðskaparsetrinum. Vit arbeiða fyri at betra um lestrarumstøðurnar og lestrarviðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum; umframt at skipa fyri ymiskum tiltøkum hava vit tætt samstarv við MFS og Setrið.
Ráð Teirra Lesandi er mannað av eini nevnd, sum verður vald árliga á aðalfundinum, sum er í septembur. Tvey umboð eru frá hvørjari deild.

Aftast frá vinstru: Regin Olsen (NVD), skrivari, Elberg Elias Klettheyggj (SSD), kassameistari, Chik Collins rektari, Torkil Janusarson Thomsen (NVD), næstformaður og Magnus Heinason Eysturoy, miðlafólk og varalimur.
Fremst frá vinstru: Dagný Hammer Matras (NÁD), Paul Kjartan Matras (SSD), Sonni Oddbjørn Johnsson (NÁD), formaður og Brandur Arnoarson (NVD)
Brynhild Nolsøe í Lágabø (DHS) og Guðrun Jonsdóttir (NÁD) vanta á myndin