top of page

Rættvísi í veðurlagskreppuni  

e347fd32-3d8c-40cb-b180-31eeac581df0.jpeg

Sigrið Leivsdóttir
BA Altjóða Viðurskifti
(International Relations) á Kings College

London

Umhvørvis- og veðurlagsrættvísi 
 

Á veðurlagsráðstevnuni hjá Sameindu Tjóðum (ST), COP261, í Glasgow í November 2021, segði 25 ára gamli aktivisturin, Vanessa Nakate, úr Uganda í røðu síni at “1,2 °C er longu helviti fyri okkum. Tað er longu oyðilegging. Tað er longu líðing.”2 Nakate er vorðin slóðbrótari fyri veðurlagsrættvísi. Hóast londini í Afrika søguliga einans standa fyri 3% av heimsins útláti av vakstarhúsgassum, er Afrika tann heimsparturin, ið er harðast raktur av veðurlagsbroytingum.3 Samstundis eru fleiri av teimum londunum, sum beint nú merkja heilt lítið til veðurlagsbroytingar, tey, sum søguliga hava dálkað mest. Hesin munurin altjóða og hetta órættvísi hevur birt í rørsluna fyri veðurlags- og umhvørvisrættvísi.  

 

Tá veðurlagsbroytingar longu eru sjónligar, kann heitið á rørsluni ‘Fridays for Future’, sum byrjaði í 2018, tykjast eitt sindur villeiðandi. Tá vit siga ‘Fríggjadagar Fyri Framtíð’ kann tað hava við sær, at vit halda, at veðurlagskreppan er nakað hypotetiskt og abstrakt í framtíðini. „Vit mugu hugsa um okkara børn og barnabørn“ hoyra vit ofta. Men tað snýr seg ikki einans um okkara framtíð, ella framtíðina hjá okkara børnum og eftirkomarum. Tað snýr seg eisini um tey, sum uppliva veðurlagsbroytingar beint nú. Tey sum hava mist sítt heim vegna náttúruvanlukkur; tær milliónirnar av fólki, sum noyðast at flýggja frá heimi sínum; tey sum stríðast við turka og hita; tey sum arbeiða í landbúnaði og missa sína avgrøði vegna veðurlags- og umhvørvisbroytingar. Tað snýr seg sjálvandi eisini um tey mannarættindi, sum beint nú vera brotin í veðurlagskreppuni, til dømis rættindi til at hava góð lívskor, at hava sítt egna heim og grundleggjandi rættindi til reint vatn, mat, heilsu og útbúgving.  

 

Fyrrverandi írski forsetin og leiðarin fyri samráðingum um veðurlagsbroytingar, Mary Robinson, hevur í fleiri ár arbeitt við rættvísi í veðurlagskreppuni, og var ein av teimum fyrstu at kjakast um tað í ST. Í sínum arbeiði hevur hon møtt sera nógvum fólkum, ið leingi hava livað við ávirkanum av veðurlagsbroytingum og sum hava roynt at skundað undir arbeiðið hjá ST móti veðurlagsbroytingum. Í bók síni Climate Justice hevur hon skrivað um persónligar upplivingar hjá nøkrum av hesum fólkunum, millum annað bóndur, ið eru noyddir at flýggja undan turki, familjur, ið flyta undan vatnflóð og forsetar, ið royna at sameina sína tjóð hóast land teirra er á veg undir vatnskorpuna.  

 

Mary Robinson lýsir veðurlagsrættvísi soleiðis: 

„veðurlagsrættvísi knýtir mannarættindi og menning saman í einum sjónarmiði, sum miðsavnar menniskjað, verjir rættindi hjá teimum mest viðkvomu og deilir byrðuna av veðurlagskreppuni á rættvísan og óvildarligan hátt“.4 

 

Tað grundleggjandi í rørsluni fyri veðurlagsrættvísi er, at tey, sum verða harðast rakt av veðurlagsbroytingum eru tey, sum hava staðið fyri minsta partinum av útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum partvís hevur elvt til veðurlagskreppuna. Tað snýr seg eisini um atgongd til rættarligt rættvísi.5 Harumframt er talan um sosialt rættvísi, tí fleiri av teimum londunum, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru longu fátøk og viðbrekin. Í 2020 vóru 80% av øllum friðarvarðveitandi sendinevndunum hjá ST í londum, sum eru í stórum vanda fyri veðurlagsbroytingum.6 Sambært ST kann veðurlagskreppan herða kríggj og gera spenning verri.7 Harumframt er tjóðarbúskapurin og livistigið hjá íbúgvunum í stóran mun bundið av atgongd til nátúrligt tilfeingi í fleiri av londunum, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum.  

Hetta merkir, at veðurlagskreppan grundleggjandi er ein mannarættindaspurningur.  

 

Veðurlagskreppan er fløkjaslig og margfaldað við óendaligum fylgisskaðum. Í okkara globaliseraða heimi eru slíkir trupulleikar bundnir saman, og tá veðurlagsbroytingar ávirka smá samfeløg aðrastaðni, so kann tað elva til sveiggjandi prísir fyri tilfeingi sum t.d. mat og olju heima hjá okkum. 

Beinleiðis avleiðingar ávirka heldur ikki øll heimsins menniskju eins. Hóast veðurlagskreppan er heimsfevnandi, so eru avleiðingar av veðurlagsbroytingum ógvusligari summastaðni enn aðrastaðni. Serliga er tað tann parturin av Jørðini, ið hevur tropiskt veðurlag, sum er harðast raktur. Hetta vísir váðagreiningin Climate Change Vulnerability Index (mát fyri viðkvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum) frá 2017 væl, og er hetta týðiligt á heimskortinum niðanfyri (mynd 1).8 Reyði liturin merkir, at landið er í serliga høgum vanda fyri veðurlagsbroytingum, og her síggja vit týðiliga, at hetta serliga er galdandi fyri lond í Afrika.  

Screenshot 2022-10-01 at 14.34.58.png
Mynd 1: eitt mát fyri viðkvæmi mótvegis veðurlagsbroytingum.  

Ójavni í útláti av vakstrarhúsgassum 
 

Hóast veðurlagskreppan er ein avleiðing av menniskjaskaptum virksemi, so er tað ikki virksemi hjá øllum av heimsins menniskjum, ið hevur ávirkað hetta líka nógv. Frágreiðingin Confronting Carbon Inequality (Stríðið móti kolevnisójavna), sum mannarættindafelagsskapurin, Oxfam, gav út í 2020, vísir hvussu veðurlagskreppan er knýtt at heimsfevnandi sosialum og búskaparligum ójavna og órættvísi.9  

Oxfam og Stockholm Environment Institute hava granskað, hvussu búskaparligur ójavni avspeglar mismun í útláti av vakstrarhúsgassum millum heimsins borgarar. Í tíðarskeiðinum frá 1990 til 2015 vaks árliga útlátið av vakstrarhúsgassum 60%, og í hesum tíðarskeiði verður mett, at:  

  • Tey ríkastu 10% av fólkunum í heiminum (umleið 630 milliónir fólk) stóðu fyri 52% av samlaða útlátinum    

  • Tey ríkastu 1% (umleið 63 milliónir fólk) stóðu fyri 15% av samlaða útlátinum  

  • Tey fátækastu 50% av heimsins íbúgvum (umleið 3,1 milliardir fólk) stóðu einans fyri 7% av samlaða útlátinum    

  • Tey ríkastu 5% (umleið 315 milliónir fólk) stóðu fyri yvir einum triðingi (37%) av samlaða vøkstrinum av vakstrarhúsgassum  

  • Samlaði vøksturin í útláti hjá teimum ríkastu 1% var tríggjar ferðir hægri enn tað hjá teimum fátækastu 50%  

 

Ójavna útlátið av vakstrarhúsgassum er eyðsýnt í sokallaða ‘dinosaura diagramminum’ (mynd 2), sum lýsir munin á útláti ríkastu og fátækastu heimsins íbúgvar og munin millum samlaða nýtsluútlátið frá 1990 til 2015.10  

Screenshot 2022-10-01 at 14.41.58.png
Mynd 2: 'Dinosaura-diagrammið' við ójøvnum vøkstri av koltvísúrnisútláti. 
Altjóða munurin á útláti av vakstrarhúsgassum er niðanfyri vístur á einum heimskorti hjá Our World in Data, har tey við hægsta útlátið eru reyð, meðan tey við lægsta eru ljós. Samanbering við Mynd 1 vísir týðiliga, at tey londini, sum eru harðast rakt av veðurlagsbroytingum, eru tey londini, sum hava lægst útlát av koltvísúrni per íbúgva.11  
Screenshot 2022-10-01 at 14.47.09.png
Mynd 3: Útlát av koltvísúrni per íbúgva í 2017. 

Hesi bæði heimskortini vísa skeivleikan millum tey, ið hava størstu ábyrgd av útlátinum av koltvísúrni og tey, ið merkja ógvusligastu avleiðingarnar av veðurlagskreppuni. Ríkidømi og forbrúk í vesturheiminum er týðandi hægri enn í menningarlondunum. Tað verður mett, at í 2050 kunnu millum 25 milliónir og ein milliard menniskju hava mist heim sítt vegna veðurlagsbroytingar (stóra óvissan í hesi metingini avspeglar, at tað eru sosial, búskaparlig og umhvørvislig viðurskifti í sambandi við fólkaflyting, sum gera tað rættiliga torført at eyðmerkja veðurlagsbroytingar sum høvuðsorsøkina til at menniskju gerast flóttafólk).12 Í kjakinum um rættvísi í veðurlagskreppuni eru avmarking og tillaging grundleggjandi hugtøk. Avmarking merkir, at vit royna at avmarka veðurlagsbroytingar, til dømis við at minka um nýtsluna av kolvetni. Tillaging merkir, at vit tillaga umstøðurnar til at gera tað meira liviligt við teimum veðurlagsbroytingum, ið eru, og sum eru í væntu. Spurningurin um rættvísi noyðir okkum ikki at velja ein av hesum møguleikunum; harafturímóti er veðurlagsrættvísi bygt á eina sameining av báðum. 

 

Hvat so? 
 

Veðurlagkreppan reisir nógvar búskaparligar, løgfrøðiligar og grundleggjandi heimspekiligar og etiskar spurningar um sambandið millum menniskju, samfelag og náttúru. Veðurlagsbroytingar eru náttúruvísindaligar, ja. Men samstundis snýr veðurlagskreppan seg um politikk, vald og samráðingar. Lógir, mannarættindi og rættvísi. Javnstøðu, pengar og forbrúk. Sum eitt av heimsins ríkastu londum hava vit millum heimsins størstu útlát av koltvísúrni per íbúgva. Tískil hava vit eina ábyrgd. Samstundis eiga vit at steðga við einans at tosa um framtíðina, tá vit kjakast um veðurlagskreppuna. Tað snýr seg ikki einans um framtíðina hjá okkara børnum ella barnabørnum; tað snýr seg sjálvsagt eisini um tey, sum mugu liva við veðurlagskreppuni í dag.  

(1) COP stendur fyri Convention of Parties og er árlig ráðstevna um veðurlagsbroytingar, bygd á skipanina í millumtjóðasáttmálanum hjá ST um veðurlagsbroytingar (UNFCCC). Tann fyrsta ráðstevnan var í Berlin í 1995. Vegna Covid19 var ráðstevnan í 2020 avlýst, og tann í Glasgow í 2021 var tískil nummar 26.  

(2) African Business. Vanessa Nakate takes an African voice to Cop26, November 6, 2021. https://african.business/2021/11/energy-resources/cop26-ugandas-vanessa-nakate-brings-an-african-voice-to-the-climate-crisis/  

(3) African Development Bank Group. Climate Change in Africa, 2020. https://www.afdb.org/en/cop25/climate-change-africa  

(4) Mary Robinson Foundation. The Geography of Climate Justice: An Introductory Resource, 2011. https://www.mrfcj.org/pdf/Geography_of_Climate_Justice_Introductory_Resource.pdf  

(5) Martinez-Alier, J, et al. Is there a global environmental justice movement?, The Journal of Peasant Studies, 2016, 43:3, 731-755.  

(6) Krampe, F. SIPRI: Why United Nations peace operations cannot ignore climate change, 2021. https://www.sipri.org/commentary/topical-backgrounder/2021/why-united-nations-peace-operations-cannot-ignore-climate-change 

(7) UN, C. &. E. Climate change recognized as ‘threat multiplier’, UN Security Council debates its impact on peace, 2019. https://news.un.org/en/story/2019/01/1031322  

(8) Maplecroft. Climate change vulnerability index 2017. https://reliefweb.int/sites/reliefweb.int/files/resources/verisk%20index.pdf  

(9) Oxfam. Confronting Carbon Inequality: Putting climate justice at the heart of the COVID-19 recovery, 21 September 2020. https://www.oxfam.de/system/files/documents/20200921-confronting-carbon-inequality.pdf  

(10) GG: her er dentur lagdur á útlát frá einstaklingum og ikki frá fyritøkum og londum.  

(11) Ritchie, H & Roser, M. Our World in Data: CO₂ and Greenhouse Gas Emissions. https://ourworldindata.org/co2-and-other-greenhouse-gas-emissions  

(12) International Organization for Migration (IOM), 2014. IOM Outlook on Migration, Environment and Climate Change. Geneva: IOM. Available from: https://publications.iom.int/system/files/pdf/mecc_outlook.pdf. 

bottom of page