Ferðafrásøgn – SJÓMAQ námskeið í Føroyum



Dagarnir 18. – 21. september 2025 varð árliga SJÓMAQ námskeiðið hildið í Føroyum.
Her luttóku Annika Jespersdóttir Petersen, ið er tilnevndur limur av MFS í samstarvsbólkinum og játtanarnevndini hjá SJÓMAQ verkætlanini og samskiftis- & marknaðarførslustjóri Frida Brockie Davidsen, saman við 46 øðrum ungum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Undanfarnu árini hevur námskeið verið hildið í Grønlandi, Føroyum og í Danmark. Hetta er sostatt aðru ferð, at námskeið hjá verkætlanini verður hildið heima í Føroyum, við MFS sum verti fyri túrin, saman við sekretariatinum í Dansk Ungdoms Fællesråd (DUF).
Í ár savnaðust vit um at umrøða eitt sera áhugavert evni: Mentanarfundirnar millum Føroyar, Grønland og Danmark! Hotel Brandan veitti okkum innivist og fundarhølir, har vit fingu undirvísing um mentanarfundir og høvi at umrøða evnið og um samstarvið millum ung úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Eisini vórðu áhugaverdar framløgur hildnar frá ungum úr teimum trimum londunum, sum greiddu frá sínum sjónarmiðum um mentanarfundir millum Føroyar, Grønland og Danmark. Síðani helt Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetur Føroya, eina sera læruríka og spennandi framløgu um politiska samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Umframt undirvísingina og framløgurnar á Hotel Brandan, varð skipað fyri einum gongutúri frá Skopun til Lírabegshálsin og einum RIB-túrið runt um Drangarnir, sum vóru ikki minni enn fantastiskir!
Námskeiðið hevur gjørt tað møguligt hjá okkum ungu at økja kunnleika okkara um mentanina hjá hinum báðum londunum í ríkisfelgsskapinum, men eisini um okkara egnu mentan! – og tá ið 46 ung møtast við áhuga og forvitni um at styrkja kunnleikan og felagsskapin tvørtur um Føroyar, Grønland og Danmark, hendir nakað heilt serstakt!
Nýggj vinarbond verða knýtt, ósvaraðir spurningar verða svaraðir, fordómar og stereotypu fatanir detta burtur, og vit møta hvørjum øðrum við opinleika og tolsemi. Alt hetta gevur okkum nýggj perspektiv og økir um felagsskapin millum ungdómin í ríkisfelagsskapinum.
At fáa høvi at tosa um fortíð, nútíð og framtíð okkara er alneyðugt í einum burðardyggum samstarvi millum Føroyar, Grønlandi og Danmark. Tí er tað umráðandi, at vit ungu kenna og ásanna okkara felagssøgu – sum ikki altíð hevur sæð so ljósareyð út – samstundis sum at vit hyggja frameftir!
Vit í MFS takka fyri enn eitt væleydnað og virkið vikuskifti heima í Føroyum!
Hvat er SJÓMAQ?
Sjómaq er ein verkætlan ið hevur til endamál at styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum. MFS hevur verið partur av verkætlanini síðan hon byrjaði. Her sita vit bæði í samstarvsbólkinum og í játtanarnevndini, sum avgerð hvørjir felagsskapir kunnu fáa fíggjarligan stuðul frá grunninum hjá verkætlanini.
Verkætlanin hevur trý lið:
-
Peningagrunnur: Við fíggjarliga hjálp frá Sjómaq-grunninum, er møguligt hjá ungum og ungmannafeløgum í ríkinum at søkja um stuðul til skipan av tiltøkum tvørturum landamørk.
-
Virksemi: Úveksling og upplýsingararbeiði eru lyklaorð hjá verkætlanini. Á hvørjum ári skipar verkætlanin fyri tiltøk, ið skiftandi verða hildin í øllum trimum londum. Her kanst tú økja tína vitan um hini londini og fáa íblástur til hvussu tú sjálv/sjálvur fært luttikið í arbeiðið at styrkja felagsskapin millum ung í ríkisfelagsskapinum.
-
Kunnleiki: Í verkætlanartíðini, verður ein rapport gjørd, ið kannar kunnleikan ungdómurin í ríkisfelagsskapinum hevur mótvegis hvørjum øðrum aðrar viðkomandi spurningar. Harumframt ger verkætlanini stuttfilmar til sosialar miðlar, sum kann styrkja vitanina hjá teimum ungu, ið ikki annars høvdu luttikið í verkætlanini
Verkætlanin er á stovn av DUF (Dansk Ungdoms Fællesråd) í samstarvi við samstarvfelagar frá øllum trimum londum. Úr Føroyum eru umboð tilnevnd limir úr MFS og AFS. Verkæltanin er ein serstøk peningajáttan á donsku fíggjarlógini, áljóðandi 14 mio. kr. frá tíðarskeiðinum 2022-2026. Les nærri um hetta á heimsiðuna hjá DUF.
Hví SJÓMAQ?
Hóast londini í ríkisfelagsskapinum deila eina langa felagssøgu, uppliva nógv ung, at tey vita ov lítið um hvønn annan tvørtur um Grønlandi, Føroyar og Danmark.
Hin manglandi vitanin um mentan, mál og samfelag, og hvussu miðlar ofta lýsa hesi lond á ein negativan hátt, kan hava við sær eitt nú fordómar og “stereotypur”, sum ikki eru til frama fyri samskiftið londana. Tað er helst harmiligt, at ung í Danmark vita alt ov lítið um Føroyar og Grønland, men kunnleikin millum ung í Føroyum og Grønlandi er heldur ikki stórur.
Við at gera tað møguligt hjá ungdómin at hittast tvørtur um landamørk, og samlast um tað, sum hevur týdning fyri tey, kunnu vit læra meira um hvønn annan, bróta niður fordómar og skapa vinarbond tvørtur um londini. Vit trúgva, at hetta skapar ungar fyrimyndir, sum kunnu ganga á odda við størri innlit og einum nýggjum sjónarhornið á ríkisfelagsskapin. Hetta trúgva vit er við til at gagna framtíðar samstarv landana.