top of page

Ferðafrásøgn - SJÓMAQ í Grønlandi, Ilulissat

05-09. okt. 2023

IMG_0295.JPG
Føroysku, donsku og grønlensku umboðini á einum bátatúri uttanfyri Ilulissat.
SJÓMAQ verkætlanin, sum byrjaði í 2022 og hevur til endamál at styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum, hevur farna vikuskiftið haft námskeið í Ilulissat í Grønlandi. MFS hevur verið partur av verkætlanini síðani hon byrjaði og situr bæði í nevndini í verkætlanini og í bevillingsudvalget, sum avgerð hvørjir felagsskapir kunnu fáa fíggjarligan stuðul frá verkætlanini.

Temaði fyri námskeiðið var trivnaður og tí vórðu spennandi evnir sum; trivnaður fyri lesandi og ung, trivnaður í samband við mentanarsamanstoytir, arbeiði við trivnaði í ungmannafølagum og aftabuisering av mistrivnaði á skemainum.

Námskeiðið hevði til endamál at kunna ungmannafeløg um arbeiði við trivnaði bæði internt í feløgunum og eksternt við teirra limum. Afturat hesum skuldi námskeiðið styrkja sambondini millum luttakandi ungmannafeløgini og geva góðar karmar fyri at deila royndir.
IMG_1820.jpg
IMG_1840.jpg

MFS undirvísti um arbeiði við trivnaði frá einum studentarpolitiskum sjónarhornið, har luttakararnir blivu upplýstir um arbeiði og metodurnar hjá MFS og eisini fingu luttakararnir loyvið at royna seg við at gera kampagnur.

Námskeiði eydnaðist væl og temaði og málið við námskeiðinum bleiv væl og viruliga rokkið, og fóru allir luttakarar heim aftur til sítt heimland og ungmannafeløg við einum góðum upplivilsi av Grønlandi og meira tilvitaði um trivnað og hini londini í ríkisfelagsskapinum.

Afturat námskeiðinum fingu luttakararnir møguleika at síggja ein part av tí Grønlendsku náttúruni og uppliva eitt sindur av Grønlendsku mentanini og matmentanini.

IMG_4846_edited.jpg
IMG_1862.jpg
IMG_1812.jpg
IMG_1808.jpg

Tiltakið riggaði avbera væl og tíllíkt ítriv verður aftur sett í verk í 2024, har øll ung kunnu søkja um pláss.

GG: Afturat líknandi námskeiðum, ber eisini til at søkja fígging frá SJÓMAQ-puljuni, til at skipa fyri tiltøkum sum styrkja sambandi millum ung í ríkisfelagsskapinum. Týdningarmikið er einans at ungmannafeløg frá minst tveimum av londunum í ríkisfelagsskapinum søkja saman.

IMG_0836.jpg

Føroysku umboðini á SJÓMAQ 2023.

bottom of page