top of page

Sparing kamuflerað sum javnseting

07.05.2020

Lesandi í barnsburðarfarloyvi kunnu missa stóran part av teirra inntøku, um uppskotið hjá landsstýrinum verður samtykt í verandi líki.

Í løtuni verður uppskot um lóg um almannatrygd og tænastur viðgjørt í Løgtinginum. Sum heild er talan um eitt rættiliga víttfevnandi uppskot, og MFS viðurkennir, at tað er tørvur á nýggjari vælferðarlóg. Kortini kenna vit okkum noydd at siga frá, tí uppskotið fer at seta ein bólk av lesandi í eina verri støðu enn áður.

Í eini stremban eftir at gera uppskotið útreiðslunevtralt, hevur samgongan tikið avgerð um at minka um veitingina hjá lesandi í barnsburðarfarloyvi. Hesi fara við uppskotinum at fáa áleið 2000 krónur minni at liva fyri um mánaðin.

Grundgevingin aftanfyri hesa sparing er, at lesandi nú skulu javnsetast við tey, ið fáa uppihaldsveiting - tað ið higartil hevur verið rópt forsorg. Hetta metir MFS ikki vera rætt, tí talan er um tveir ymiskar bólkar í ymiskum støðum.

Alt bendir á at tað loysir seg at útbúgva fólk. Hóast lesandi kosta samfelagnum tey árini, tey eru undir útbúgving, er ein íløga í útbúgving er ein langtíðaríløga, sum sæst aftur, tá lesandi eftir loknan lesnað koma á arbeiðsmarknaðin.

At stuðla lesandi, meðan tey eru undir útbúgving, eggjar fleiri at nema sær hendan møguleikan - og harvið verður landið tryggað størri inntøku í framtíðini.

Tí eiga vit framhaldandi at hava eina sterka stuðulsskipan fyri lesandi.

At skerja stuðulin er harafturímóti ein stuttíðarsparing, sum als ikki eggjar fólki at nema sær útbúgving. At færri nema sær útbúgving merkir, at minni kemur inn í landskassan í framtíðini, enn tað annars hevði - tá er lítið vunnið!

Vit vilja vísa á, at nýggja uppskotið hjá samgonguni setir ferð undir eina glíðibreyt. Verður uppskotið samtykt um at javnseta stuðulin hjá lesandi í barnsburðarfarloyvi við stuðul hjá teimum, ið eru á forsorg, er einki til hindurs fyri at hetta aftur kann brúkast sum grundarlag fyri at minka um aðrar stuðulsmøguleikar, sum lesandi hava í dag.

Vit vilja tí heita á Løgtingið um at broyta uppskotið í lógini um almannatrygd og tænastur, so at henda sparingin, sum er kamuflerað sum ein javnseting, ikki kemur við í endaliga uppskotið.

Meginfelag Føroyskra Studenta

bottom of page