top of page

COVID-19. Heimurin er í løtuni í einari undantaksstøðu, meðan vit bíða eftir, hvussu COVID-19-støðan skal handfarast. Hevur COVID-19 havt avleiðingar fyri tína starvslæru ella skiftislestur? Set teg í samband við okkum.

Frá Suðurafrika til sóttarhald

82326367_2569575759825031_69025736250988

Sonja Wang Hansen

​Námsfrøðilesandi

27.03.2020

Eg lesi námsfrøði á Københavns Professionshøjskole og haldi til á Campus Carlsberg. Sum sergrein havi eg valt sosial- og serøkið.

 

Síðani lesturin byrjaði, havi eg glett meg til at sleppa í starvslæru uttanlands. At tað var hetta, eg skuldi gera, havi eg ongantíð ivast í. Farna árið havi eg eisini fyrireikað meg; eg havi spart upp og tikið mær av teimum mongu viðurskiftunum, sum skulu fella upp á pláss. Og gamaní gjørdist tað endiliga til veruleika, at eg fór til Cape Town í Suðurafrika í starvslæru í eitt hálvt ár.

Men nú siti eg her á Oyrasundskollegiinum, tveir mánaðar ov tíðliga.

 

Fyri tveimum vikum síðani kom brádliga órógv í gerandisdagin í Suðurafrika. Eg var á veg til eitt torg í Muizenberg í Cape Town saman við eini vinkonu, tá eg fekk eini boð sendandi frá nøkrum lestrarvinkonum, sum vóru í starvslæru í Filipsoyggjunum. Tær skrivaðu: ”Hvat gera tit? Fara tit heim?”. Eg og vinkonan skiltu ikki hesi dáttligu boðini og svaraðu tí, at tær skuldu ringja, tá tær høvdu tíð.

Komnar til torgið varnast vit báðar, at tað er ”load shedding”. Load shedding merkir, at landsstýrið sløkkir streymin í einum ávísum øki í nakrar tímar. Hetta gera tey, fyri at minka um elnýtsluna í landinum. Tískil høvdu vit einki wifi, og hartil verður telefonsambandið ofta skert, tá load shedding er, og sostatt høvdu vit einki samband við umheimin.

Tá so vinkonan brádliga fekk telefonsamband, komu boð frá einum av hinum, sum eisini eru í starvslæru í Cape Town: ”Skúlin hevur ringt - vit skulu heim”. Vit vóru málleysar, og skiltu einki.

Tá høvdu vit sjálvandi hoyrt um Korona, og at virusið var komið til Danmarkar, men vit høvdu ikki fylgt so væl við, tí enn vóru eingir tilburðir í Suðurafrika. Tá danska samfelagið at kalla lat aftur, vaknaðu vit sjálvandi eitt sindur og byrjaðu at fylgja betur við tí, ið fyrifórst har. Um hetta mundi vóru kanska 2-3 smittaði í Suðurafrika, og vóru tey øll komin úr Italia, langt burturi frá har vit vóru.

Vit fingu ikki hugnað okkum sum ætlað á torginum og valdu at fara avstað, so vit aftur kundu fáa telefonsamband. Tá vit høvdu koyrt eitt petti, fingu vit aftur samband. Tá raplaði inn við boðum og ósvaraðum uppringingum. ”Tit mugu koma heim NÚ”, ”Ring skjótast gjørligt”, o.s.fr.

Vit fóru heim til onnur, sum eisini vóru í starvslæru í landinum. Øll vóru vit líka ørkymlað, og telefonirnar vóru glóðheitar av boðum og uppringingum.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharrin, hevði biðið allir danir um at skunda sær heim til Danmarkar orsaka av Koronavirus!

Eg var ivaleys í, at eg fór ikki heim, fyrr enn eg hevði sagt farvæl við mítt arbeiðspláss, sum ikki lat upp aftur fyrr enn komandi mánadag. Men samstundis var ilt at vita, hvussu álvarslig støðan var í síni heild. Vit tosaðu leingi aftur og fram um, hvussu skjótt vit áttu at sloppið okkum heim.

Vit fingu teldupost frá skúlanum, sum segði, at vit sum lesandi sjálvi máttu meta, um vit vildu verða verandi, ella um vit vildu ferðast heim. Eisini skuldu vit sjálvi meta, um sjúkrahúsverkið í landinum var nóg gott. Tá talan var um, hvørja ávirkan henda støðan fekk á starvslæruna, valdu vit at bróta hana av, stóðu vit eisini á berum.

Eg bað um at sleppa at tosa við okkara altjóða samskipara á skúlanum, og vit skeipaðu leygarmorgunin. Eg spurdi hann, hvussu tað bar til, at vit sjálvi skuldu meta um øll hesi viðurskiftini, og um hvussu vit skuldu verða før fyri at taka hesar avgerðirnar sjálvi. Hann var púra samdur og helt, at støðan var øgiliga ring. Hann kundi einans ráða okkum til tað, sum myndugleikarnir søgdu. Eg spurdi hann, hvørja ávirkan hetta fór at hava á okkara starvslæru og restina av útbúgvingini. Hesum dugdi hann tíverri ikki at svara, men hann greiddi frá, at hann sjálvur fleiri ferðir hevði ringt til leiðsluna, fyri at fáa svar. Hann helt ikki, at tað var rættvíst at seta okkum í slíka støðu. Til endans segði hann, at vit skuldu nokk sleppa víðari á leiðini, og til próvtøku - hesum skuldu vit ikki stúra fyri.

Vit gjørdu av at fara heim til Danmarkar, tí vit dugdu ikki at ímynda okkum, hvussu stóð til, um vit til endans vórðu strandaðar í Suðurafrika.

Vit gjørdu íbúðina til reiðar, pakkaðu kuffertini og lótu bilin inn aftur. Týsdagin, fýra dagar seinni, sótu vit í flogfarinum ávegis til Keypmannahavnar - og í sóttarhald í 14 dagar.

Eg havi havt nógva tíð at hugsa um alla støðuna, meðan eg havi sitið í sóttarhaldi. Enn skilji eg ikki reiðiliga, at eg eri komin aftur til Danmarkar.

 

Hóast eg eri aftur í Keypmannahavn, búgvi eg í einum kufferti. Mín íbúð er útleigað, til tá eg ætlandi skuldi koma aftur til Danmarkar, um tveir mánaðir. Eg sleppi ongan at klemma, og havi ikki sæð tey mongu fólkini, eg havi saknað tað seinastu tíðina. Á tann hátt kennist tað, sum havi eg als ikki verið burtur.

Hóast avgerðin at fara frá Cape Town var hørð, eri eg glað fyri, at eg náddi at koma heim. Suðurafrika er nú í lockdown, og hava tey fingið útgongubann. Arbeiðsplássið er eisini stongt. Fleiri av mínum starvsfeløgum, og ung í Suðurafrika, hava skrivað til mín um støðuna. Tey eru bangin og skilja ikki ordiliga, hvat tað er, sum hendir. Hetta fær eisini ein at hugsa: ”Okay.. eg skundaði mær heim og hugsaði bara um mín sjálvs og mína trygd.. og nú sita tey øll eftir og eru bangin og óvitandi. Kundi eg hjálpt teimum, um eg varð verandi?”

Eg eri hvønn dag í sambandi við starvsfelagar og ung í Suðurafrika. Hetta er sera hart, og eg leingist illa aftur. Eg eri púra vís í, at eg aftur fari hagar, tí eg eri ikki liðug við Cape Town, og eg gleði meg!

Tíðin er flogin avstað, og í dag er mín 10. dagur í sóttarhaldi. Eg havi fingið nógvar teldupostar frá skúlanum, men hvørki tey ella eg eru vorðin klókari um, hvørjar avleiðingar hetta fær. Óvissan er ræðulig og møðandi, og eg fái einki annað gjørt enn at bíða!

Eg var í starvslæru á The Sozo Foundation í Vrygrond. Vrygrond er eitt sera ótrygt býarøki við ekstremum fátakaravága og nógvum kriminaliteti. Sozo er eitt tilboð til ung, sum kunnu koma og fáa sær kunnugleika og vitan, sum kann hjálpa teimum at fáa eitt arbeiði. Seinnapartar eru ung í Sozo eisini vælkomin innar at fáa hjálp til skúlauppgávur.

 

Les meira um Sozo her.

bottom of page