top of page

 

Soleiðis stovnar tú eina nevnd

Send ein mail til mfs@mfs.fo, og boða frá, at tú ynskir at stovna eina nýggja nevnd.

 

Lýs við aðalfundi tvær vikur áðrenn sjálva fundin, so at øll áhugaði kunnu koma við.

Krøvini til nevndina eru:

At man í sonnum MFS-anda ynskir at betra um viðurskiftini hjá øllum lesandi, og at arbeiða við lestrarviðkomandi málum.

 

 

At nevndin í minsta lagi hevur tríggir limir.

 

 

At ein nevndarlimur úr nevndini luttekur í ráðsfundi einaferð um mánaðin, og greiðir frá nevndarvirkseminum.

Tað er ikki krav, at man luttekur í øllum ráðsfundinum, men tað er man vælkomin til. Nevndarlimir, ið ikki eru valdir sum ráðslimir, hava ikki atkvøðurætt í málum, ið ráðið viðgerð. 

bottom of page